týsdagur 19. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2008
Nevndarsamsýningin
í Føroya Banka er
fimmfaldað síðstu
tvey árini. Ein nevndar
limur fekk 274.000
krónur fyri at sita í
nevndini í 78 dagar.
Jóhan Páll Joensen,
nevndarformaður,
sum sjálvur fekk 1,1
millión í fjør, heldur
lønina vera rímiliga
FÍGGJARVINNA
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Tað loysir seg alsamt betur
at sita í nevndini í Føroya
Banka.
Í
2005
fingu
nevndarlimirnir
tilsamans
692.000 krónur í samsýning
fyri sítt nevndararbeiði í
almenna bankanum. Hetta
helt nevndin vera ov lítið. Tí
varð nevndarsamsýningin í
2006 hækkað til 1.192.000
krónur. Nevndarformaðurin
skuldi hava stívliga 400.000
krónur, meðan hinir fimm
nevndarlimirnir býttu tær
írestandi 800.000 krónurnar
ímillum sín.
Um hetta mundið kom
ferð á einskiljingartilgong
dina av almenna bankanum,
og samstundis kom eisini
ferð á nevndarsamsýning
arnar.
Vit hava síðstu árini
tillagað nevndarsamsýning
arnar í mun til samsýning
arnar aðrastaðni, í øðrum
peningastovnum uttanlands.
Nevndin hevur í nógv ár
verið
undirbetalt,
sigur
Jóhan Páll Joensen, nevnd
arformaður í Føroya Banka,
tá vit spyrja hann um tølini.
Tí valdi nevndarformað
urin og nevndin at økja
samsýningina til sín sjálvs
nakað afturat. Í 2007 bleiv
nevndarsamsýningin
tí
hækkað til 2,1 milliónir
krónur, harav nevndarfor
maðurin nú skuldi hava
630.000 krónur.
Tað
stóð
samstundis
nevndini greitt, at fráboðaða
einskiljingin og skrásetingin
á virðisbrævamarknaðinum
fór at krevja meira arbeiði
av nevndini. Tí valdi hon at
tryggja seg sjálvan við
einum eyka bonus. Hetta
varð fráboðað í prospekt
inum, sum varð skrivað
undan
skrásetingini
á
virðisbrævamarknaðinum.
Bonusið ásetti nevndin at
vera 1,4 millión. Av hesum
fær
nevndarformaðurin
eina hálva millión.
Fimmfalt hurra
Samamborið við 2005 fekk
nevndin í fjør bæði væl
meira uppá vanligu sam
sýningina,
umframt
eitt
trivaligt ískoyti fyri arbeiði í
samband við skrásetingina á
virðisbrævamarknaðinum.
Turru
tølini
vísa,
at
nevndarsamsýningin til teir
seks
nevndarlimirnar
í
Føroya Banka er fimm
faldað frá 2005 til 2007,
um bonusið verður íroknað.
Úr 692.000 krónum til
3.497.000. Bara í fjør var
talan um eina trýfalding,
sammett við árið fyri.
Spurdur, hví nevndin í
fjør bæði valdi at hækka
vanligu nevndarsamsýning
ina við 900.000 krónur,
umframt at geva sær sjálv
um eitt eyka bonus á 1,4
millión,
er
nevndarfor
maðurin fáorðaður.
Tað havi eg onga við
merking til, sigur Jóhan
Páll Joensen.
Hann vil tó fegin vísa á,
at talan er um eitt ábyrgd
arfult starv at sita í nevndini
í bankanum. Tí má lønin
vera á slíkum støði, at hon
kann tiltrekkja vælkvalifi
serað fólk.
Vit spyrja nevndarfor
mannin, um tað er rímiligt
at nevndin bæði fær eina
munandi lønarhækking og
eitt stórt bonus.
Eg skilji væl, at fólk
sum ganga í smáum skóm,
halda tað vera órímiligt.
Men fólk sum hava skil
uppá slíkt, halda tað neyvan
vera órímiligt. Eg haldi
sjálvur at tað er rímiligt,
sigur Jóhan Páll Joensen.
Nevndarfor maðurin
heldur somuleiðis, at hans
ara egna nevndarsamsýn
ing, 1.130.000 krónur, er
rímilig.
Tað kanst tú hugsa um.
Men ja, eg haldi tað vera
rímiligt, sigur Jóhan Páll
Joensen og vísir til, at
eigararnir í bankanum ikki
halda annað enn at sam
sýningin er rímilig.
Jóhan Páll Joensen váttar,
at tað er nevndin sjálv, sum
ásetur sína egnu samsýning
og eisini sítt bonus fyri árið
í fjør.
Men nevndarsamsýn
ingarnar verða lagdar fyri
aðalfundin í Føroya Banka
sum partur av roknskapinum,
og bonusið er nevnt í pro
spektinum, sum varð skriv
að í samband við skrá
setingina á virðisbræva
marknaðinum, sigur Jóhan
Páll Joensen.
Sambært
nevndarfor
manninum hevði nevndin í
Føroya Banka eini 1214
fundir í fjør.
Men uppgávan sum
nevndarformaður
tekur
mær dagar og vikur. Eg
brúki minst tveir arbeiðs
dagar um vikuna uppá
nevndarformanssessin
í
Føroya Banka, sigur Jóhan
Páll Joensen.
Sambært
Jóhan
Páll
Joensen verður ikki talan
um at lata nevndini bonus
fyri árið í ár. Men nevndar
samsýningin verður ætlandi
tann sama í ár sum í fjør,
tvs. 2,1 milliónir krónur.
Gyltir mánaðir
Umframt nevndarformann
in er tað serliga samsýningin
til tann eina nevndarlimin,
sum
leypur
í
eyguni.
Jóhannus Egholm Hansen
sat í nevndini í Føroya
Banka til og við 19. mars í
fjør, hetta tíðarskeiðið var
hann
næstformaður
í
nevndini. Fyri hesar 78
dagarnar fekk hann 274.000
krónur í nevndarsamsýning.
Jóhannes Egholm Hansen
fekk einans vanliga nevnd
arsamsýning, ikki bonus.
Sjálvur
er
Jóhanus
Egholm Hansen fáorðaður
um nevndarsamsýningina.
Eg veit ikki, hvaðan tú
hevur tølini. Eg havi ikki
sæð tølini, og ynski tí ikki
at gera viðmerkingar til tey,
sigur
Jóhannes
Egholm
Hansen.
Hann sigur seg fyrst vilja
lesa roknskapin og tosa við
Jóhan
Páll
Joensen,
nevndarformann,
áðrenn
hann ynskir at úttala seg til
Sosialin.
Spurdur, hvørt hann ikki
hevur móttikið pengarnar
fyri langari tíð síðani og
tískil átti at vitað, hvat hann
hevur fingið pengarnar fyri,
er Jóhannes Egholm Hansen
knappur í vendingini:
Eg áni ikki, hvussu
nógv eg havi fingið, sigur
advokaturin í fartelefonini
úr Danmark, har hann í dag
arbeiðir.
Hann leggur afturat, at
Sosialurin er vælkomin at
ringja aftur seinni.
Jóhan
Páll
Joensen,
nevndarformaður í Føroya
Banka, heldur at samsýn
ingin til Jóhannes Egholm
Hansen er í lagi.
Hann gjørdi eitt stórt
arbeiði í samband við
skrásetingina
á
virðis
brævamarknaðinum, og tí
haldi eg tað vera rímiligt, at
hann fær hasa samsýningina,
sigur Jóhan Páll Joensen og
leggur afturat, at Jóhannes
Egholm Hansen í hesum
sambandi hevur gjørt onkra
uppgávu fyri bankan. Hann
vil tó ikki útgreina, hvat
fyri uppgávu talan er um.
Gylta Banka beinið
So nógv fekk nevndin í Føroya Banka í fjør:
Nevndarsamsýning
Bonus
Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður:
630.000
500.000
Jens Erik Christensen (frá 19/32007)
404.000
300.000
Graham D. Stewart
199.000
150.000
Eyðhild Skaalum (frá 19/32007)
158.000
150.000
Olav Enomoto
200.000
150.000
Sigmar Jacobsen
200.000
150.000
Høgni Hansen (til 19/32007)
31.000
0
Jóhannus Egholm Hansen (til. 19/32007)
274.000
0
Kelda: Roknskapurin hjá Føroya Banka
FAKTA
Nevndararbeiðið í Føroya
Banka var umfatandi í fjør.
Tað heldur Jóhan Páll Joensen,
nevndarformaður, sum tí mælti
til at geva sær 94.000 krónur
um mánaðin fyri stríðið. Hann
fekk tilsamans 1.130.000 í
samsýning og bonus
Jóhannus Egholm Hansen sat
bara í nevndini í Føroya Banka
í 78 dagar í fjør. Fyri stríðið
fekk hann 274.000 krónur, ella
góðar 3.500 krónur um dagin.
Í dag minnist hann ikki, hví
hann fekk samsýningina
Janus Petersen og Súni
Schwartz
Jacobsen
fingu
tilsamans
5,6
milliónir í løn í fjør, tað
eru 2,6 milliónir krónur
í lønarhækkan. Grund
lønin hjá Janusi Petersen
fór úr 1,65 millión upp í
2,11 millión krónur í
fjør.
Harafturat
fekk
Janus Petersen 800.000
krónur í bonus, umframt
300.000
krónur
í
eftirløn. Tilsamans 3,2
milliónir krónur. Hin
stjórin í Føroya Banka,
Súni Schwartz Jacobsen,
merkti eisini fløvan av
einskiljingini
í
fjør.
Hansara
grundløn
hækkaði úr 1,1 millión í
2006 til 1,6 millión
krónur í fjør. Harafturat
fekk
hann
625.000
krónur í bonus, umframt
225.000
krónur
í
eftirløn. Tilsamans 2,45
milliónir.
JBH
Leiðslan fekk
eisini
Symfoniorkestur jubileumskonsert
Leygardagin 23. februar klokkan 19.30 heldur Føroya Symfoniorkustur sína 75.
konsert í Norðurlandahúsinum Á skránni: Samuel Barber: Adagio, Ludvig van
Beethoven: Klaverkonsert nr. 5 – Keisarakonsertin, og at enda Edward Elgar:
Enigma Variations. Solistur: Johannes Andreasen Dirigentur: Bernhard
Wilkinson. Les meiri á www.nlh.fo