týsdagur 19. februar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2008
- Framtíðin á útoyggj-
unum sær bjartari
út nú, um ein skal
trúgva tí sum stendur
í samgonguskjalinum,
sigur Útoyggjafelagið.
Umboðsráðsfundur
varð hildin fríggjadag-
in og her var semja
um, at vón er fyri
framman. Men enn
vantar nógv í!
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Útoyggjar: - Másin er eitt
gott skip, men er ikki hósk-
andi til krøvini í dag. Tað
hevði ikki verið verri við
einum nýggjum skipi, sigur
stýrimaðurin umborð á Más-
anum, Sigvard Johannesen.
Sosialurin hitti hann ein
vakran septemberdag í Fugl-
oyarfirði, tá Másin hevði
lagt enn ein túr frá landi av
Hvannasundi fyri at røkja
ferðasambandið hjá fugloy-
ingum og svínoyingum.
Víst varð í greinini á, at
hóast Másin er eitt gott skip
í sjónum, er tað als ikki dag-
ført til krøvini í dag, millum
annað tí at hann gongur so
seint.
Serliga á vetrartíð veit
manningin at siga frá nógv-
um ringum túrum um Fugl-
oyarfjørð, har tað hevur
brotið í bæði borð, um ein
so kann siga.
Sigvard er ikki einsamall-
ur í hesi støðutakan síni og
ynskjum sínum: Oyggjar-
fólkið ynskir somuleiðis
eitt meiri hóskandi far til
hesa siglingina. Og nú fáa
tey so eisini stuðul frá teirra
felagi – Útoyggjafelagnum.
Á fundinum fríggjadagin
varð tí staðfest, at nógvir av
trupulleikunum hjá útoyggj-
unum botna í vantandi und-
irtøku frá politiskari síðu.
- Orsøkin til hetta er hin
einfalda, at innlitið og for-
stáilsið ikki er nóg stórt. Tí
kann tað bara vera ein fyri-
munur, at útoyggjarnar nú
hava fingið eina talskvinnu
inni í skipanini, ið kann
tosa sakina hjá okkum, sig-
ur felagið og vísir til nýggju
løgtingskvinnuna,
Olgu
Biskopstø, sum hevur verið
skrivari í felagnum.
Tann nýggja menningar-
ætlanin og ætlanir um fleiri
tiltøk á útoyggj eru viður-
skifti sum hava stóran
áhuga hjá felagnum.
Nýggj skip
Á fundinum fríggjadagin
varð gjørdur ein listi yvir
átrokandi mál, sum ynski
eru um at fáa framd tey
komandi árini.
Millum hesi evnini var
útbyggingin av infrakerv-
inum, sum skal gerast í eini
greiðari raðfesting bæði á
sjógvi og landi.
Nógv verður tosað um
nýggjar tunlar og havnir,
men fyri felagið hevur tað
alstóran týdning at viðurskift-
ini innan samferðsluna á út-
oyggjunum
ikki
verða
gloymd.
- Mest átrokandi er at fáa
nýggj og hóskandi skip til
Fugloyar og Svínoyarleiðina,
Mykinesleiðina og Skúvoy-
arleiðina, staðfestir felagið.
Víst verður samstundis á
tað neyðuga í, at Hestleiðin
skal dagførast við fleiri túr-
um um dagin, eins og kann-
ast skal nær tey nýggju skip-
ini til Kalsoyar- og Nólsoy-
arleiðirnar gerast veruleiki.
Eitt annað mál, sum varð
tikið fram var tørvurin á at
fáa ein veg oman á lending-
ina í Mykinesi, nýggja havn
í Skúvoy og at gera eina
nýggja atløgu í Koltri.
Hestur má við
Nógva tosið um undirsjóv-
artunlar millum oyggjarnar
hevur eisini stóran áhuga í
Útoyggjafelagnum – serliga
tann nógv umtalaði Sandoy-
artunnilin.
- Vit eru av teirri greiðu
fatan, at Hestur skal knýtast
upp í henda tunnilin, hóast
hetta kemur at seinka ætl-
anini nakað, sigur felagið.
Eitt annað mál á sama
borði er uppskotið um ein
slíkan tunnil til Svínoyar –
og
møguliga
eisini
til
Fugloyar.
Felagið sigur, at eru hetta
ætlanir ið kunnu gjøgnum-
førast, eigur ein at arbeiða
víðari við hesum.
- Men, sigur felagið. –
Hetta skal tó ikki verða nýtt
sum undanførsla fyri at
ábøtur ikki verða gjørdar
her og nú á hesi farleiðini,
sigur
umboðsráðið
í
Útoyggjafelagnum.
Svínoyingar leingjast eftir einum nýggjum skipi. – Másin hóskar ikki til krøvini í dag, sigur Sigvard Johannesen (næstuttast
vinstrumegin)
Mynd: Høgni Thomsen
”
Nógvir av trupulleikunum hjá útoyggj
unum botna í vantandi undirtøku frá
politiskari síðu. Orsøkin til hetta er hin
einfalda, at innlitið og forstáilsið ikki er
nóg stórt
(Útoyggjafelagið)
Skip til útoyggjar mugu
raðfestast fyrst
Meistari í Playstation 3
Klaksvík: Leygardagin kl. 11 byrjar ein heldur øðrvísi kapping í
Klaksvík. Tá skal nevniliga FM-vinnarin í FIFA 08 til Playstation 3
finnast við eina kapping sum er ætlað teimum 13 ára gomlu og eldri. -
Tiltakið er gjørt fyri at skapa eitt sindur av spenningi í gerandisdegnum
og fyri at geva øllum FIFA-spælarunum ein møguleika fyri at vísa havt
teir duga, siga fyrireikararnir sum eru fyritøkan EL-IN og KÍ-Café’in
sum skipa fyri, og er høvuðsvinningurin ein 32” flatskíggi. Nógv verður
annars gjørt burtur úr degnum. Av tí at plássið er avmarkað er neyðugt
við tilmelding.
Eini sethús í gerð
Sandur: Á fleiri støðum heima á Sandi eru fólk í
ferð við at seta føtur undir egið borð. Eisini á einum
staði tey nevna í Sandabrekkuni (myndin) er gongd
í. Har er ein grund í gerð til eini sethús. Tað er TJK-
smíð, ið ger stoypiarbeiðið, skrivar heimasíðan bkv.
fo. Grundin stendur niðanfyri vegin, har eini onnur
hús standa, ið nærum eru klár at flyta inní. Fleiri
grundstykki har eru seld.
Trupult at
sleppa av
við fiskin
Útróðrarmenn í
Sandoynni hava trup-
ulleikar at sleppa av
við fiskin. Teir mugu
annaðhvørt sigla
ella sjálvir koyra
fiskin til góðkenda
landingarmiðstøð.
Henda trupulleikan
ynskir sandoyarting-
maðurin Páll á Reyna-
túgvu at gera nakað
fyri
Útróður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandoy: - Einskiljingin
av Farmaleiðum hevur í
summum førum viðført
eitt munandi verri tænastu-
støði hjá føroysku brúkar-
unum, sigur Páll.
Hann ætlar sær í fyrsta
umfari at spyrja fiskimála-
ráðharran, Torbjørn Jacob-
sen um hesin trupulleikin
við flutninginum bert er
galdandi fyri útróðrarmenn
á Sandoynni.
- Tað kann eisini vera, at
trupulleikin er størri enn so!
Tað eru serliga útjaðara-
økini, sum kenna til sviðan
av hesum afturstigi og
trupulleika.
Hættisligur
flutningur
Í Sandoynni mugu útróðrar-
menn sjálvir sigla ella
koyra veiðuna til landingar-
miðstøð á meginøkinum.
- Hetta er ein støða sum
í summum førum, serliga
vetrarhálvárið kann vera
hættislig, og undir øllum
umstøðum er sera trupul.
- Sæð við tænastubrillum,
so er støðið als ikki nøkt-
andi í 2008, slær Páll á
Reynatúgvu fast.
Hann ynskir tí at vita frá
fiskimálaráðharranum
hvørjar ætlanir hann hevur,
til tess at betra um umstøð-
urnar hjá útróðrarmonn-
um, so veiddi fiskurin verð-
ur førdur til góðkenda land-
ingarmiðstøð á ein skipað-
an hátt.