týsdagur 19. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2008
13
F
erðsla er eitt samfelagsligt
fyribrigdi. Eins og flest
onnur samfelagsligu fyribrigdi
er talan um eitt samanspæl av
tøkniligum fyritreytum og
menniskjaligum atburði. Hesin
atburður verður eisini róptur
“ferðslumentan”.
Men tíverri verður hendan
ferðslumentanin alt ov ofta
hugsað sum ein spurningur um
moral hins einstaka. Í allari
moraliseringini hava vit lyndi
til at gloyma, at ferðslument
anin í nógv størri mun er eitt
úrslit av teimum tøkniligu
umstøðum, ið hon má fyrihalda
seg til.
Tá eitt ferðsluóhapp hevur
verið – til dømis á Kaldbaks
vegnum – verður sum oftast
fokuserað upp á møguligan
skeivan atburð. Hevði førarin
gloymt trygdarbeltið? Koyrdi
hann ov skjótt? Var førarin
troyttur ella kanska ávirkaður?
Ella var tað kanska ein ungur,
óroyndur bilførari, ið royndi at
bremsa og snara samstundis?
Slíkir spurningar eru
sjálvandi sera relevantir, tí
skeivur atburður kann fáa
ógvusligar avleiðingar, ikki
bara fyri ein sjálvan, men eisini
fyri onnur. Tí er tað ein
sjálvsøgd moralsk aversión
móti »at taka kjansir« í ferðsl
uni, og tað er sum so í lagi.
Tekniska trygdin á dagsskrá!
Men tað er spell, at moraliser
ingin av ferðsluni tykist káva
útyvir tann tøkniliga spurn
ingin. Orsøkin til at hetta er
spell, er at við at seta fokus á
hvussu óhapp skulu eftirmetast
og revsast, so verður fokus flutt
frá hvussu man kundi forðað
fyri óhappum. Tað verður ov
lætt hjá politikarunum at renna
sær undan ábyrgd og í staðin
koma við ókeypis tosi um
moral og atburð.
Hví verður so lítið tosað um
sjálvar vegirnar, ið eru fyri
treytin fyri atburðinum hjá
bilførarunum? Tað finnast ein
rúgva av tekniskum átøkum,
ið kundu økt ferðslutrygdina
munandi – summi bílig, onnur
dýr. Felags fyri hesi átøk er, at
tey beina burtur mótstríðandi
rationalir í ferðsluni, ið gera
ferðsluna minni streymlinj
aða. Og tað er jú logiskt, at jú
meiri streymlinjað ferðslan
gongur, tess minni vilja
váðarnir fyri óhappum vera.
Í hesi tíðargrein verður víst á
nakrar fáar trupulleikar við
føroysku vegunum, og víst
verður á møguligar støðutakanir
til hvørjir batar eiga at gerast.
Hetta er á ongan hátt nøkur
tøknilig kanning – undirritaði
er ikki verkfrøðingur – men
heldur ein roynd at seta ein
burturtagdan part av ferðslu
trygdini á dagsskrá.
Frákoyringar-breytir gerast
Tann kanska størsti trupulleikin
á vegunum í dag eru nógvu
frákoyringarnar. Dømi eru
frákoyringarnar til Hvítanes,
Kaldbaks, Hósvíkar, Skála
fjarðar og Kambsdal, ið allar
hava til felags, at ein frákoyr
andi bilur vil forða bilunum, ið
eru aftanfyri. Bilurin má
sjálvandi slakka ferðina fyri at
kunna snara, og tá tað ikki er
pláss fyri hinum bilunum at
koyra framvið, so mugu hesir
eisini slakka. Um nógv ferðsla
er, so kann lættliga henda, at
fleiri bilar standa í bíðistøðu og
at ein ferðsluproppur harvið
tekur seg upp.
Ymsastaðni hevur Landsverk
syrgt fyri vinstrafrákoyringar
breytum. Til dømis við Hvíta
nes, Kaldbaksbotn, Nesvík,
Norðskála og við Gøtudal. Men
flesta staðni eru ongar slíkar
breytir.
Umvent vinstrafrákoyringar
breytirnar eru høgrafrákoyr
ingarbreytirnar nógv færri í
tali. Ein er við Nesvík og ein er
í Gøtudali. Sostatt er ein tann
frægasti krossvegur í dag í
Gøtudali, tí her eru bæði høgra
og vinstrafrákoyringarbreytir.
Umvent vantar tó ein høgra
frákoyringarbreyt, tá komið
verður úr Leirvíkstunlinum og
snarað verður norður eftir móti
Kambsdali og Fuglafirði.
Bæði høgra og vinstrafrá
koyringarbreytir kosta nakað at
gera, serliga um tær (helst)
verða gjørdar so langar, at bilar
nir ikki nýtast at slakka av fyrr
enn inni í frákoyringarbreytini.
Um mett verður, at ikki er ráð
til hesa teknisku uppstigingina,
so er tó ein onnur loysn, ið
millum annað hevur verið
roynd við Sandvíkarhjalla. Har
er ein breyt úti í vegjaðaranum,
ið ger tað møguligt hjá bilum at
sleppa framvið, hóast bilar
standa og bíða eftir at sleppa
inn á Sandvíkarhjalla. Hendan
loysnin er neyvan líka góð sum
frákoyringarbreytirnar, men
hóast alt frægari enn einki.
Betri merktir vegir
Á miðjuni á vegnum eru nakrar
strikur, ið eru ymiskar frá staði
til stað. Sumstaðni er talan um
stuttar strikur við longum
millumrúmi. Aðrastaðni er talan
um langar strikur við stuttum
millumrúmi. Og ymsastaðni eru
enntá óbrotnar strikur uttan
millumrúm.
Strikurnar siga okkum fyri
tað fyrsta frá, at talan er um
tvær koyribreytir við hvør
sínum koyrirætningi. Men
harumframt siga tær okkum í
hvønn mun tað er váðalítið at
yvirhála (stuttar strikur),
váðamikið at yvirhála (langar
stirkur) ella bannað at yvirhála
(óbrotnar strikur).
Onkustaðni eru enntá tvær
strikur á miðjuni. Til dømis
kunnu langar strikur vera
øðrumegin miðjuna og stuttar
strikur hinumegin miðjuna.
Hetta merkir, at øðrumegin er
váðamikið at yvirhála, meðan
hinumegin er váðaminnni at
yvirhála.
Tíverri tykist Landsverk at
vilja spara upp á málingina, tí
alt ov nógvastaðni er einans ein
miðlinja. Og í Føroyum er ofta
soleiðis, at er tað gott at
yvirhála ein veg, so er tað ofta
ringt at yvirhála hin vegin. Men
í staðin fyri at vísa hetta við
tveimum ymiskum linjum,
verður ein meðalloysn vald, ið
ofta hvørki er fuglur ella fiskur.
Meiningsleys forboð
Serliga galið er tað, tá talan er
um óbrotnar strikur og harvið
um fullkomið bann móti yvir
háling. Tað er ikki ókent, at
nøkur støð eru, har tað er
fullkomiliga ógjørligt at yvir
hála tann eina vegin, men fleiri
kilometra frítt sýni hin vegin.
Eitt dømi er við norðara munna
á Kollfjarðartunlinum. Her er
sjálvandi ógjørligt at yvirhála
stutt áðrenn farið verður inn í
tunnilin, men umvent er frítt
sýni, teir næstu tveir kilometrar
nar, tá komið verður út úr
tunnilsmunnanum.
Men av tí at fleiri hundrað
metrar verða tiknir av hesum
teininum, mugu bilførarar bíða
við at yvirhála – kanska til ein
púra váðaleys yvirhálingarstøða
hevur ment seg til eina meiri
ivasama yvirhálingarstøðu.
At gjørt neyvari
ferðslustrikur, hevði verið ein
rímiliga bíligur háttur at økt
fyritreytirnar fyri skilagóðari
koyring. Tað slepst ikki undan,
at við nógvum stórum akførum
á vegunum, ið koyra spakuligari
enn hini akførini, er neyðugt
við góðum og tryggum
strekkjum at yvirhála á. Hví
ikki ráðgeva førarunum at velja
røttu loysnirnar?
Seyður og fótgangarar
Eitt tað mest undunarverda við
føroysku landsvegunum er, at
teir ikki fult og heilt eru hegn
aðir av móti seyði og øðrum
óynsktum gestum. Umframt
hetta er tað undrunarvert, at tað
er møguligt hjá fótgangarum at
ganga fram við vegunum. Við
víkjandi seyðunum er tað ein
trupulleiki, ið átti at verið loyst
ur sum skjótast, í minsta lagi á
stóru tvísporaðu landsvegunum.
Har tað er neyðugt kunnu rør
leggjast undir vegirnar, soleiðis
at seyðurin sleppur oman og
niðanum vegirnar.
Viðvíkjandi fótgangarum má
loysnin partvíst vera at gera
gongutunlar undir vegirnar,
soleiðis at børn og vaksin trygt
kunnu fara har tey nú skulu – í
kirkju, í skúla ella oman í
bátahylin.
Har landsvegur verður førdur
gjøgnum bygdir, má ein endalig
loysn finnast, soleiðis at lands
vegurin verður skorin frá
økjunum, har fólk skulu ganga,
súkla og spæla. Einasta møgu
liga inngongdin frá landsveg
num til bygdina skal vera ein
høvuðsinnkoyring við
rulliportri.
Í síðsta enda hevði hevði
hetta eisini skapað betri og
tryggari bústaðarøki. Tí væl eru
landsvegirnir lívsæðrirnar hjá
flestu bygdum, men samstundis
eru landsvegirnir ein stór
váðakelda í mun til spælandi
børn og tílíkt.
Landsferðsla fyri motorakfør
einans!
Sjálvandi kann Landsverk
lættliga koma og siga, at talan
jú er um kommunalar vegir við
einum lægri ferðahámarki, og
at tað tí ikki er ein landsupp
gáva. Men tað er milt sagt
moralskt ivasamt at kalla eitt
vegastrekki, har landsferðla
verður førd ígjøgnum, fyri
annað enn landsveg. Eitt eru
lógarkarmarnir – eitt annað er
praktiski veruleikin. Og her
lekur álvarsliga millum teori og
praksis!
Rætti hugsunarhátturin átti at
verið, at als eingin seyður, súkl
istar ella børn eru úti á vegum,
har landsferðsla er. Har sum tað
er neyðugt við gongurásum og
súklurásum millum bygdir – til
dømis á strekkjunum Hvítanes
Hoyvík, KvívíkLeynar, Streym
nesOyrarbakki, Søldarfjørður
Glyvrar og so framvegis, eiga
ræsur at verða gjørdar, antin
sum frálíka rásin millum Gøtu
gjógv og Norðragøtu ella sum
ein rás fram við høvuðsvegnum
– við autoverju og hegni mill
um. Hendan síðsta loysnin
krevur sjálvandi eitt samarbeiði
millum Landsverk og komm
unurnar, so tað helst meiri enn
trupult at gjøgnumføra.
Tað finnast nógv dømi um
ábøtur á føroysku landsvegirnar
– summi dýr og summi minni
dýr. Tað kundu verið skrivað
langar rapportir bert um hetta
evnið. Tíverri eru tað fleiri
politisk poeng í at seta nýggjar
verkætlanir í gongd enn at
uppgradera verandi bygnaðin.
Um ábøtur skulu gerast fyri
landsvegirnar, so tykist tað
nærum sum mugu lík á borðið
fyrst.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli
Teknikkurin gloymdur
í ferðslutrygdini
Tíðargreinin í morgin:
Rani Nolsøe um íverksetan
millum alment og privat
Tíðargreinin
tíðargreinin
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur