týsdagur 19. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 35 - 19. februar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ongantíð áður eru stavirnir
falnir so ryggbrotnir og máttleys
ir niður á pappírið, sum hesar
mongu ferðir eg havi roynt at
skriva minningarorð um teg,
mín elskaða mamma. Og so
løgið tað ljóðar, so kennist tað
ikki minni svárt at vita, at tey
eru ómetaliga nógv sum sita við
somu sorgtungu kvøl nú títt
góða og gevandi sinni, tínar altíð
hjálpandi hendur og tín inniliga
nærvera er farin av Reynatúgvu
fyri seinastu ferð. Tú mín elsk
aða móður og ættmóður hjá øll
um okkara sveimandi alvum,
sum søktu skjól hjá tær.
Tað stendur brennandi í barmi,
og ritað í minnið, at ikki kundi
eg átt eina betri mammu enn
teg, og eg veit, at tey eru nógv í
fylginum sum stíga sváran, nú
húðaleysa tilveran trilvar síni
byrjandi fet, uttan teg, her á
Reynatúgvu.
Ikki tí mamma, tú livdi og
upplivdi stórt sæð alt tað spenn
ið, sum lívið bjóðar okkum her
á fold. Borin í heim til smá
mannakor við einum pápa sum
tíðliga gjørdist álvarsliga sjúkur
og at kalla óarbeiðsførur, og eini
mammu sum strevaði fyri at fáa
tykkum børnini undan. Og hóast
tilveran mangan beit frá sær, so
gjørdist tú eitt so sjáldsama gott
menniskja. Tóktist sum at jú
meira av mótgangi lívið bar tær,
jú meira av góðum gav tú lívi
num og tínum medmenniskjum
aftur.
Á tín stilla og jarðbundna hátt
var tú slóðari. Stóri kærleikin til
pápa hevur tá í tíðini verið sum
rivin burturúr einum av stóru
Hollywoodromantikarunum.
Tú 17, von og blúgv, sum trú
lovaðist við stóra charmørinum,
farin um tey tríati. Beinleiðis úr
slitið av góða og vónríka hjúna
lagnum gjørdust vit, børnini.
Niels Jacob, Anna, Hanna, og
eg. Og hóast vit á lívsleiðini alt
ov tíðliga mistu bæði pápa og
Niels Jacob bróður, so helt tú
eftir eina tíð, at lívið aftur smílt
ist til tín, og tilveran hjá tær
gjørdist lívið hjá okkum børn
um, svigarbørnum, ommubørn
um, og langommubørnum.
Tíni mongu ár í barnaskúlanum
á Sandi, og títt serliga blíða
barnalyndi, eigur sína slóð í
óteljandi barnahjørtum, sum
altíð funnu rúm í barnaheimi
okkara á Reynatúgvu. Hóast
børnini tyrptust rundan um teg,
so átti tú altíð rúm fyri øllum, og
tey eldru her í grannalagnum,
sum tú gjøgnum árini hjúklaði
um, teljast á nógvum hondum.
Títt serliga vinarlag við Maju
og hennara hús, stendur sum ein
varði og vegvísari fyri okkum
øll um hvussu inniligur og reinur
vinskapur kann byggjast her á
fold. Og eg veit mín góða Maja,
at tín saknur sker sálina, líka so
svárt sum hjá okkum.
Hendurnar hjá mammu fløv
aðu ikki bara tey sum trongdu.
Tær vunnu eisini vegin fram til
flestu tættir innan handaligt
arbeiði, ítriv, og matgerð, og
listarligu gávurnar smæddust
ikki burtur. Burturúr óteljandi
rúgvuni av pløggum frá tínum
hondum, minnist eg serliga
tvinnar búnar. Bundnu klæðini,
ið eg mátti brúka eftir at eg
brendi meg so illani, sum lítil
smádrongur. Og so føroyski
búnin sum tú so stolt gav mær
til mína fyrstu Ólavsøkuskrúð
gongu sum tingmaður.
Barnalæran frá tær og pápa
varð holl og góð. Tit lærdu okk
um systkini, hóast ymisk av
lyndi, at vera góð við hvønn ann
an. At vera góð við Føroyar.
Leggja dagin og lívið í Harrans
hendur, hóast boðskapurin ikki
varð róptur um húsahornini. Ser
liga minnist eg royndirnar hjá
tær at temja mítt knappa sinni.
Vit vóru sum dagur og nátt í so
máta. Óteljandi ferðir hevur tú
biðið meg vent hin vangan til, tá
høggini komu, og orðini hoyri
eg fyri mær enn, serliga tær ferð
irnar í vangin ikki víkur.
Sum omma var tú sum tikin úr
leikum, og nívir tað hjartarøtur
nar at lívinum, at tær ikki untist
meira tíð og gleði saman við
børnum okkara Ásu, Idu, lítla
Nils, og lítla Óla. Og tey eru
fleiri, ið standa í somu støðu
sum okkara børn. Kristina og tú
standa fyri mær sum ímyndin av
vermóðir og verdóttir, og eg eri
takksamur fyri kærleikan og
virðingina fyri henni, og fyri
vinarlagið við vermóður mína,
Ásleyg.
Mín elskaða mamma! Hóast
saknurin spreingir hjarta mítt,
so er vónin tó omanfyri alt, og
eg veit, at vit ein dag skulu hitt
ast aftur. Eg takki tær í eyðmjúkt
fyri allar lívsins leiðir, og at
tykkara lív og læra mær manga
gøtuna greiðir.
Friður verið við minninum
um okkara elskaðu mammu,
ommu, vermammu og lang
ommu, Adu á Reynatúgvu.
Ein vónarrósa rann
Úr jørðildi av vónum,
um skurvut lendið var,
tó tyrptist lív av tónum,
tí trúgvin livdi har.
Ein sólarglæma gevur,
tí fløva tørva man,
so mildar kenslur kíndu,
tí lívi ið tú fann.
Títt barnalyndi blíða,
tað birti sinnir rein,
so tolin vildi stríða,
tit livdu vinaheim.
Tú bygdi borg av gleði,
ta tíð tær untist her,
ein slóð av gávumegi,
á tíni sælu ferð.
Nú brúgvin er til teirra,
sum heilsa tær av ný,
ei bíða skulu meira,
men liva ævitíð.
Upp millum lív og deyða,
ein vónarrósa rann,
har himin randar reyður,
hon lív og sælu fann.
Sonur tín, Páll
Minningarorð um mína elskaða mammu
Adu á Reynatúgvu
Á heimasíðuni
www.koyrilararin.fo
er hendan grein
in um týdningin
av ferðslutrygd
í sambandi við
ferðsluna í Føroyum
Ein kann hava eydnuna við
sær og sleppa snikkaleysur
frá at bróta ferðslulógina,
men tað er ógjørligt, tá tað
kemur til tær fysisku náttúr
lógirnar fyri bilkoyring.
Lógarbrot av ferðslulógini,
verður tá revsað alt fyri eitt
við einari vanlukku.
Tí er tað alt avgerandi at
ein royndarkoyri og hálku
breyt (koyriteknisk anlegg)
í stundini verður set á Før
oyakortið.
Á einum tílíkum anleggi
kann ein royna nøkur grund
leggjandi
fysisk
viður
skifti við bilkoyring, so tað
hjálpir einum at skilja týdn
ingin av at tillaga ferðina
og stýringina eftir umstøð
unum. Eisini at læra kynstr
ið at stýra bilinum við hóv
ligari ferð í ávísum hættis
ligum støðum.
Royndarkoyri og hálku
breyt á Føroyakortið, ongan
tíð ov skjótt. Hetta er ein
fyritreyt fyri, at vit í Før
oyum kunnu fáa tryggar og
góðar bilførarar.
(be)
Føroyingar koyra deyðakoyring