týsdagur 19. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2008
15
nøvn
Tøkk
Eg takki so hjartaliga fyri blómur, fjarrit,
gávur og telefonsamrøður, tá eg fylti 90 ár.
Blíðar heilsanir
Axel Mortensen
Tøkk
Hjartaliga takk fyri ta samkenslu, sum mær var víst,
tá kæra mamma mín
Emly Nolsøe
Tvøroyri
doyði og fór til gravar.
Eg takki tykkum, sum vóru um hana ta seinastu
tíðina og serliga tykkum – starvsfólkum á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur
til Føroya Felag móti Krabbameini.
Eg takki tykkum øllum, sum hjálptu til við
jarðarferðini, við bakstri og ervinum.
Eg takki presti, sangarum og berarum.
Takk fái tit, sum fylgdu mammu míni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Anfinn
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Karolina Samuelsen
(Kalla)
Haldórsvík
doyði og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk verður veitt tykkum á Mørkini og
Sambýlinum í Kollafirði, at tit vóru so góð við hana
og røktu hana so væl. Og til tykkum, sum so trúliga
vitjaðu hana.
Tøkk fyri blómur og peningagávur til Mørkina.
Tøkk til Martin R. Jacobsen, prest, fyri vøkur og
troystarrík orð á Mørkini. Tøkk til Marjuna Bæk,
kirkju- tænarar, berarar, sangarar og tykkum øll,
sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Mikkjal, Kristian og Poul
Dagurin
20. februar. Eucharias, deyður á 788. Biskupur í
Orleans, sum fyri fleiri undurgerðir varð skírdur
halgimenni.
Fríggjadagin 15.
februar skipaði
Postverk Føroya fyri
móttøku í Nólsoy fyri
Onnu Thomsen, sum
hevur lagt frá sær
sum postboð
Móttøka
Myndir: Sámal Bláhamar
Anna Thomsen í Nólsoy
hevur nú lagt frá sær sum
postboð í Nólsoy. Hóast
hon alment hevur verið
postboð í 33 ár, hevur hon
fingist
við
postútbering
síðan einaferð fyrst í 40-
árunum. Pápi Onnu, Jens
Hansen, var postboð í
Nólsoy í samfull 44 ár, og
maðurin, Høgni Thomsen,
tók síðan yvir poststarvið.
Postverk Føroya skipaði
fyri móttøku fríggjadagin.
Ritan sigldi eykatúr til
Nólsoyar í hesum sambandi,
og umboð frá Postverkinum
vóru við til hátíðaløtuna,
sum var í Magnussarstovu,
sum er eitt av allarelstu
húsum
í
bygdini
og
barnaheimið hjá Onnu, har
hon er fødd og uppvaksin.
Anna givin sum postboð
Anna Thomsen er nú givin
sum posboð í Nólsoy
Hjúnini Høgni og Anna Thomsen hava havt við post at gjørt í
eitt langt lív
Við á móttøkuni vóru
prestarnir Sonja Klein og
Bjarni Bæk úr Havn
Anna Thomsen saman
við Hjørdis Viberg og
Svanbjørg Manai, frá
Postverki Føroya, uttan
fyri posthúsið í Nólsoy