týsdagur 19. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 35 - 19. februar 2008
Nýggi uttanríkisráðharrin
hjá føroyska heimastýri
num vil ikki fyrihalda seg
til mest týðandi uttanríkis
politiska spurningin: ES
limaskap til Føroya.
Bert fáar dagar inni í
nýggja samgonguskeiði
num hevur uttanríkisráð
harrin hjá føroyska heima
stýrinum sett sera óheppið
út í kortið uttanríkispolit
iskt – við bindi fyri eyguni
og proppum í oyrunum.
Tað kom fram í útvarps
tíðindasendingini hjá
Kringvarpinum mána
kvøldið 18. februar kl.
18.00. Í sendingini segði
Høgni Hoydal, lands
stýrismaður, seg ikki
kunna gera viðmerkingar
til niðurstøðuna frá einum
fundi 4. februar 2008
millum ESnevndarlimin,
Leonard Orban, og undir
ritaða.
Høvuðsniðurstøðurnar
frá fundinum vóru hesar:
Europasamveldið er
møguliga sinnað at finna
eina smidliga loysn, um
Føroyar vilja nærkast
samveldinum.
Vegurin inn í ES sum
fullveldisland er drúgvur
og trupul
Ongar formligar forðingar
eru fyri, at Føroyar kunnu
gerast fullveldisland, eftir
at Føroyar evt. eru vorðnar
limir í ES umvegis ES
limalandið Danmark.
Hesar upplýsingar vil
uttanríkisráðharrin hjá
heimastýrinum ikki
fyrihalda seg til.
Í staðin velur hann at sáa
iva um samrøðuna millum
ESnevndarlimin og undir
ritaða. Tað má sigast at
vera óseriøs og arrogant
framferð í mest týðandi
uttanríkispolitiska
spurninginum: ESlima
skapur til Føroya.
Kann tað hugsast, at har
finst ein smidlig leið fyri
Føroyar inn í ES? Er tað
møguligt, at sjálvsavgerð
arrætturin verður varð
veittur, hóast Føroyar
vinna sær ESlimaskap
umvegis limalandið
Danmark?
Hesar spurningar vil
landsstýrið ikki fyrihalda
seg til. Ongin eftirkanning
og ongin grundgeving.
Bert proppar í oyrunum og
bind fyri eyguni.
Harvið kann eitt sera
stórt spurnartekin setast
við ESpolitikkin hjá
samgonguni.
Mítt tilmæli er fram
vegis, at Føroyar sum
skjótast taka upp samrøður
við Europasamveldið fyri
at kanna møguleikarnar
fyri tættari tilknýti til ES
og betri atgongd til stóra
europeiska marknaðin.
Føroyar hava sum
samfelag og vinnutjóð
stórliga brúk fyri einum
nógv tættari tilknýti til
Europasamveldið, enn vit
hava í dag. ES er ein góður
lykil til altjóða og millum
tjóða samstarv, og vit
kunnu fáa nógv burturúr t.
d. vinnuliga, útbúgvingar
liga, granskingarliga og
mentunarliga sum heild.
Málið eigur at vera ES
limaskapur við undan
tøkum, og undirritaði er til
reiðar at samstarva við
landsstýrið til tess at finna
røttu loysnirnar fyri
Føroyar
Á uttanríkispolitiska pallin við proppum í oyrunum
Tólvti partur
Teir flestu jødar trúgva ikki
á Jesus, sum Messias. Teir
hava ikki fingið eyguni
upp fyri tí, sum Gamla
Testamenti so mangar
staðir talar um hann, sum
frelsara hjá øllum heimsins
tjóðum. Ikki bert hjá jød
um. Til dømis 1. mósebók
12,3: Eg skal signa tey, ið
signa teg, og tann, ið tær
bannar, honum skal Eg
banna; og í tær skulu allar
ættir á jørðini verða
signaðar.
Og Esaias 49,56: Og nú
sigur HARRIN, sum frá
móðurlívi hevur gjørt Meg
til tænara Sín, til at leiða
Jákup aftur til Sín og savna
Ísrael fyri Seg og Eg eri
dýrmætur í eygum
HARRANS, og Gud Mín
er vorðin styrki Mín
Hann sigur: "Tað er ov
lítið, at Tú ert tænari Mín
til at fáa ættir Jákups aftur
á føtur og leiða heimaftur
hina frelstu leivd Ísraels
nei, Eg skal gera Teg til
ljós heidninga, so frelsa
Mín kann náa at enda
jarðarinnar.
Og Esaias kap. 53, ikki
minst. Hesin kapitulin talar
um hin líðandi Messias.
Hann er skjótur at lesa,
men her skulu vit bert
nema við fimta vers: Men
Hann varð særdur fyri brot
okkara, soraður fyri mis
gerðir okkara; straffin varð
løgd á Hann, so vit skuldu
hava frið, og við sárum
Hansara eru vit grødd.
Eg skal siga frá eini søgu
í samband við hetta versið.
Eg kom nógv út til Sølda
firðar sum smádrongur og
ungur. Har var ein maður,
Andrias at hann, sum
plagdi at vitna á møtunum
í salinum. Hann fortaldi
fleiri ferðir hesa søguna.
Tað var umborð á einum
skipi, at skiparin legðist
sjúkur, og hann gjørdist
greiður yvir, at tað var
álvarsamt, og at hann fór at
doyggja. Hann sendi so
boð eftir 1. stýrimanni og
spurdi hann, um hann
kundi hjálpa sær, so hann
kundi finna frið við Gud.
Men 1. stýrimaður kundi
ikki hjálpa honum við
hesum álvarsmáli. So var
sent boð eftir øðrum, men
eingin var førur fyri at
hjálpa. Til endan kom
yngsti maður umborð upp,
ein ungur drongur. Hann
las Esaias 53,5 fyri honum
og segði, at mamma hans
ara plagdi at lesa tað fyri
sær soleiðis, at hon setti
hansara navn inn í versið.
Drongurin spurdi skiparan,
um hann skuldi lesa tað
fyri honum uppá tann mát
an. Jú tað vildi skiparin. So
las drongurin: ”Hann varð
særdur fyri skiparans
skuld, soraður fyri misgerð
ir skiparans, straffin varð
løgd á hann, fyri at
skiparin skuldi hava frið,
og við sárum hansara er
skiparin grøddur. Í hesum
fann hesin doyggjandi
maður frið við Gud. Hevur
tú nakrantíð roynt at seta
títt navn inn har? Royn tað!
Framhald
Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud
RichaRd
danielsen
Sjúrður Olsen, býráðslimur
í Havn, hevur í Sosialinum
í 14. febr. eina viðmerking
til eina samrøðu, ið Sosial
urin hevði við meg 12.
febr. um ferðslutrupulleikar
á Velbastað, og um ónøgd
foreldur á Hvítanesi orsaka
broyttu ferðaætlanini hjá
Bussleiðini.
Fyri at taka afturíaftur
tey ítøkiligu málini er stutt
at siga, at trupulleikin hjá
skúlabørnunum á Hvíta
nesi vónandi skuldi verði
loystur á ein nøktandi hátt
við teimum justeringum í
nýggju koyritíðunum, sum
verða gjørdar nú og fram
til 1. mars. Trupulleikin á
Velbastað er tíverri ikki
loystur enn. Kinkur kom í
tað málið orsakað av
ymiskum áskoðanum
millum Landsverk og
kommununa um ábyrgdina
av nevnda vegastrekki.
Síðani er málið komið í
drag, men vónandi fæst tó
ein nøktandi loysn á hesum
máli nú í vár.
Tað er ógvuliga løgi, at
Sjúrður einki kennir til
hesi mál, tí tey hava verið
til viðgerðar í teknisku
nevnd, har Sjúrður er
nevndarlimur; og tað eina
málið hevur enntá fingið
fleiri viðgerðir.
Sjúrður sigur seg heldur
einki vita um ta vanlukku
ligu støðu, sum tekniska
umsitingin er í orsakað av
viðvarandi og munandi
undirmanning, tí kvalifiser
að fólk ikki fæst at søkja
tey mongu ósettu størvini.
Hendan støðan inniber m.
a., at einki fólk longur er
burturav at taka sær av
ferðsluspurningunum í
kommununi. Ja Sjúrður
sigur enntá, at hesi viður
skifti eru tað reina tvætl.
Sjálv meti eg tó hendan
trupulleikan við stóra
mannfallinum í teknisku
umsitingini somikið álvar
saman, at eg havi viðgjørt
og reist málið í nevndini.
Síðani Sjúrður heldur ikki
hevur fingið hetta við,
kundi man nærum farið at
hildið, at maðurin situr í
øðrum tonkum á nevndar
fundunum.
Eisini finnist Sjúrður at
øktu útreiðslunum til umsit
ingina. Eitt av málunum
hjá núsitandi meiriluta í
Tórshavnar býráð var júst
at styrkja um umsitingina.
Hetta var alneyðugt, og átti
at havt verið gjørt fyri
nógvum árum síðani,
soleiðis at kommunan
hevði verið tilreiðar at taka
ímóti øktu uppgávunum í
kjalarvørrinum av komm
unusamanleggingunum.
Kommunan er vaksin
ómetaliga nógv í vavi
seinnu árini, og hetta krev
ur eina munandi fyrisiting
arliga røkt. Sum høvuðs
staðarkommuna skal og
eigur Tórshavn at vera tann
førandi. Kommunan hevur
ógvuliga tilvitaðar borgara,
ið bert er at fegnast um,
men tað setur eisini krøv
til tænastustøðið frá
umsitingini.
Men tað var ein øgiligur
goragangur av býráðsminni
lutanum, tá ið fíggjarætlan
in hjá Tórshavnar komm
unu fyri 2008 var til við
gerðar, og nógvar vóru
atfinningarnar um hækk
anina til kommunalu
umsitingina. Nei, Sjúrður,
ein munandi uppraðfesting
av kommunalu umsitingini
átti at havt verði gjørt fyri
nógvum árum síðani, so
sótu vit ikki í hesu van
lukkuligu støðuni í dag. At
byggja upp eina góða,
sterka og vælvirkandi
umsiting gerst ikki eftir
einum degi, nei tað tekur
nógv ár, og krevur somu
leiðis tann neyðuga
peningin.
Ferðslutrupulleikar í
kommununi, ið hava átrok
andi tørv á at verða loystir,
eru mangir, bæði av meira
yvirskipaðum og struktur
ellum slagi, men sanniliga
eru eisini ein rúgva av
sokallaðum “brandsløkking
aruppgávum”. Ferðslu
trupulleikar á Hvítanesi og
á Velbastað eru úr tveimum
av bygdunum í Tórshavnar
kommunu, og hesir eru
tíverri als ikki nøkur ein
dømi í somáta. Í teknisku
nevnd eru vit vorðin
kunnað um m.a. teir stóru
og álvarsligu ferðslutrupul
leikarnar á bygdarvegnum
í Kollafirði, ið borgararnir
har hava gjørt vart við
fleiri ferðir. Nevndin tekur
trupulleikarnar í álvara, og
vónar at hava eina nøkt
andi loysn í ár.
Svar til Sjúrð Olsen, býraðslim í Havn
býráðslimur
forkvinna í teknisku
nevnd hjá Tórshavnar
býráð
MaRin KatRina
FRýdal
fólkatingsmaður
edMund
Joensen
viðmerkingar