Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2008 17 Í Danmark hevur tann høgi oljuprísurin hevur fingið fleiri feløg at leggja størri dent á at finna oljukeldur Oljuvinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Leitað verður bæði á sjógvi og á landi. Á sjónum verður leitað í Limfjørðinum, Flensborg Firði og í Suður­ fynska Oyggjarhavinum, og uppi á landi verður leitað í Løgumkloster og Jelling. ­ Tað eru feløg, sum eru til reiðar at brúka nógvar milliónir krónur til kanning og leiting, tí tey hava eitt ánilsi um, at meiri olja og gass eru at finna í undir­ grundini enn tað, sum higar­ til er funnið, sigur Peter Helmer við danska kring­ varpið. Hann hevur ábyrgdina av tí almenna partinum av kanningunum, og tað almenna er virkið í roynd­ unum at finna meiri olju og gass. Hvørja ferð eitt felag fær loyvi til at bora niður í donsku undirgrundina, rind­ ar tað almenna 20 prosent av útreiðslunum. Skuldi tað so hent, at tað eydnast at finna olju ella gass ella kanska bæði tvey í rakst­ rarverdum nøgdum, skal ríkiskassin hava tveir trið­ ingar av inntøkunum. Peter Helmer sigur, at tað hevði sjálvandi verið sera áhugavert, um tað skuldi borið til at vunnið olju uppi á landi í Danmark eins og í londum sum Póllandi og Týsklandi ella inni á grunn­ um vatni. Áhugin er í hvussu er stórur. Í Limfjørð­ inum er tað DONG, sum leitar, og í Suðurjyllandi eru tað eitt amerikanskt felag og tað almenna polska felagið PGNiG, sum leita. Eitt fjórða felag, tað danska Danica Ressources, hevur søkt um loyvi at bora í Eystrasalti, men hevur ikki fingið svar enn. Stjórin, Jens Vasehus, sigur við DR, at fleiri lond við Eystrasalt hava funnið olju har, og tí er tað líka sannlíkt, at hon eisini er at finna í danska partinum, sigur hann. Stórur váði Peter Helmer heldur ikki, at tað er meiri enn 10 prosent møguleiki fyri at finna olju og gass í rakstrarverdum nøgdum uppi á landi ella inni á grunnum vatni í Dan­ mark.Men 10 prosent er hóast alt ikki so lítið, og tí er tað kanska ikki sø løgið, at feløg brúka tíggjutals milliónir krónur til roynd­ irnar. ­ Sjálvandi er ein stórur váði knýttur at hesum íløg­ unum, men tað eru oljufe­ løgini so von við, sigur Peter Helmer við danska kringvarpið. Fiskifrøðingar stúra, nú menn eru komnir fram á nógvan konga­ krabba tætt við Antarktis Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Kongakrabbin er ikki nakar vanligur krabbi, soleiðis sum vit kenna krabba á okk­ ara leiðum. Toyggir tú armarnar og klørnar, kann hann vera næstan tveir metrar breiður, og á vektini togar hann í tíggju kilo. Tað er tí kanska einki at siga til, at fiski­ og lívfrøðingar halda eitt vakið eyga við, hvar kongakrabbin heldur til. ­ Kongakrabbin er á gáttini til Antarktis, segði Sven Thatje frá bretska havrann­ sóknarstovninum í Southampton á einari ráðstevnu, sum var í Boston í USA í síðstu viku. Sven Thatje og aðrir granskarar halda, at tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum hevur fingið kongakrabban at flyta seg longri suður. Meðalhitin í havinum kring Antarktis er hækkaður eitt stig tey seinastu 50 árini, og tað er tvær ferðir meiri enn á øðrum havleiðum. ­ Gróðurin í havinum við Antarktis hevur fingið frið í fleiri milliónir ár, tí kuldin hevur hildið øllum fremmandum rovdjórum burturi. Verður havið lýggjari enn nú, kann tað fáa kongakrabban at leita sær suður hagar, segði Sven Thatje á ráðstevnuni í Boston. Kongakrabbin hóttir vistfrøðina við Antarktis Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Stórur leitihugur í Danmark Royndirnar vísa, at kongakrabbin kann rudda stór øki fyri botndjór, og tað kann hava við sær, at annað livandi á leiðini doyr út (Mynd: Aftenposten) Sjálvt í Limfjørðinum verður leitað eftir olju