týsdagur 19. februar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 35 - 19. februar 2008
Øl verður dýrari
Í ársroknskapinum fyri 2007 skrivar
Carlsberg, at øl verður ein dýrari vøra í
2008, enn hon annars hevur veirð. Øktir
kostnaðir fyri malt, humlu og frakt trýsta
bryggjaríini kring allan heimin, og tí fer
prísurin á lidnu vøruni eisini at hækka. Og
danir merkja longu nú prísvøkstur á grønu
fløskunum. Soleiðis er tilboðsprísurin á
Carlsberg og Tuborg nú 105 kr. fyri kassan.
Í fjør var hesin niðri á 70-75 kr. fyri kassan.
Surfa undan strongdini
Ein donsk kanning vísir nú, at tað er ikki spill av tíð, tá starvsfólk
nýta arbeiðstíðina til eisini at surfa á internetinum í privatum
ørindum. Úrslitið av kanningini er somikið greitt, at tað nú verður
sagt, at arbeiðsgevarar eiga at eggja starvsfólkum til at nýta einar
10 minuttir um dagin til at surfa í privatum ørindum. – Tað minkar
ikki um arbeiðssemið. Tvørtur ímóti økist produktiviteturin, og
strongdin minkar eisini, verður staðfest í kanningini, sum Mind Lab
International hevur gjørt. Í kanningini vórðu kvinnur í sjey
europiskum londum kannaðar, og úrslitið var einvíst, at frí og
óbundin surfing hevur somu positivu árin á strongd og heilavirk-
semið annars sum eitt lítil blundur ella sokallaður power-nap hevur.
Egil Olsen, sum
er í nevndini í
Sandoy Seafood
og hevur verið ein
av stjórunum á
virkjunum í oynni,
sigur, at tað var
trist at koma til
Skopunar, eftir
at virkini í oynni
høvdu ligið still.
– Her var einki
fólk at síggja, og
tað virkaði, sum
um fólk ikki trúðu
uppá, at virksemi
kundi blíva aftur í
oynni
Móttøka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosalurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
At samanhaldið í Skopun
er stórt, var dagurin í gjár
eitt týðiligt tekin um. Nógv
fólk nýttu høvið at vitja inn
á gólvið á fiskavirkinum,
nú 40 ár eru liðin, síðan
fyrstu kassarnir við fiski
komu inn á gólvið til virk-
ingar. Síðan henda dag eru
nógv tonsini virkað, bæði
við hond, sum tað var í byrj-
anini – og seinni við effek-
tivum maskinum.
Uppi í stóru gongini
hingu áhugaverd skjøl og
myndir frá teirri fyrstu tíð-
ini í søgu felagsins – og enn-
tá undan henni, og longur
inni á gongini hingu myndir
og ymisk greinaklipp, ið
lýsa ein part av søguni aftan
fyri Sólarris, sum var navn-
ið á virkinum gjøgnum
mong ár.
Tú kundi gingið leingi og
hugt at skjølum, myndum
og ymiskum greinaklippum,
men inni í matarhøllini
byrjaði skjótt tann almenni
parturin
av
móttøkuni.
Fleiri fólk høvdu ymiskt
upp á hjarta, sum tey fegin
vildu bera fram, nú 40 ár
eftir sjálvan stovningardag-
in.
Og tó.
Stundir vóru til at kaga
eitt lítið sindur – ella, tú
kundi ikki annað, tá ið hetta
tilfar kortini hekk har til tað
sama.
Hol í høvdið
Sjálvandi siga myndirnar
teimum mest, sum eru við á
teimum og familjum teirra,
og tað vísti seg eisini, at tey
mongu, sum høvdu leitað
sær inn á virkið seinnapartin
í gjár, høvdu stóran áhuga í
hesum partinum.
Onnur sóu nøvnini á sín-
um núlivandi og farnu for-
fedrum, ið slóðaðu fyri, á
skjølum, og tú hevði ta
kenslu, at hetta vóru fólk,
sum rættiliga høvdu lagt lív
og sál í at reisa hetta virk-
semi á føtur. Í summum
førum hava menn persónliga
veðhildið fyri lánum fyri at
skapa trivnað og møguleikar
í bygdini.
Tað er Fríðhild Winther,
sum sjálv hevur verið knýtt
at virkinum í mong ár, sum
við góðum stuðli frá fólki
hevur savnað tilfar til fram-
sýningina.
Í einum av greinaklippun-
um, sum er úr Sosialinum
frá 10. januar í 1982, sigur
táverandi virkisleiðarin í
Skopun, Harry Hentze, at
”tað er hol í høvdið at
byggja eitt flakavirki á
Sandi”. Hann vísir á, at rá-
vørugrundarlagið er ov lítið
– og heldur ikki er fólk til
tvey flakavirki í oynni.
Tað er menniskjansligt at
verja um tað, tú hevur, og
hugsandi hevur Harry vænt-
að, at fingu sandingar eisini
sítt virki, fór hetta at ganga
útyvir ráfiskagrundarlagið
í Skopun.
Nú so nógv verður tosað
um livur og mistar inntøkur
í hesum sambandi – ja,
miljardir, sum onkur hevur
ført fram, duttu vit eisini á
eina áhugaverda ”vektnotu”
í gongini á fiskavirkinum.
Hetta er ein vektnota frá
26. mars í 1952. Tá hevur
útróðrarbáturin Vørður av-
reitt til Firma Jens M.
Poulsen. Nøgdin av toski er
2490 pund, hýsa telir 220
pund og smáfiskur 400
pund.
Tað, sum er áhugavert
við hesi vektnotu, er, at
Vørður hendan várdagin í
1952 eisini hevur avreitt
100 pund av livur. Hetta
merkir, at meðan handils-
maðurin í Skopun keypti
livur fyri meira enn 55
árum síðan, gongst illa hjá
bátum at sleppa av við livur
fyri líkinda prís í dag.
Fyrsta treytin fyri, at skip
og bátar skulu taka livur er,
at teir kunnu fáa nakað fyri
hana, og so seint sum í gjár
høvdu vit samband við reið-
ara, sum segði, at livurin,
sum hann hevði sent á fiska-
marknaðin um dagarnar,
als ikki varð keypt!
Tí noyðast teir, sum rópa
upp um miljardir fyri livra-
tøku og livrasølu, eisini at
hava okkurt hugskot um,
Trist at koma til Skopunar
Marner Lisberg og Fríðhild Winther
Fýra av stjórunum, sum verið hava á fiskavirkinum í Skopun, f.v.: Gunnleif Hentze, Esmar Simonsen, Símun Joensen og Egil Olsen. Teir, sum
Magnus Jespersen