týsdagur 19. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnan
Nr. 35 - 19. februar 2008
hvussu vit kunnu fáa sum
mest burtur úr hesum.
Nógvar talur
Tað vóru fleiri, sum høvdu
ymiskt uppá hjarta á fiska
virkinum í Skopun í gjár,
og heilsanir og góðynskir
mundu – positivt sagt – ong
an enda tikið.
Meðan Sosialurin steðg
aði á virkinum, lýddu vit á
nakrar av røðunum. Síðan
fóru vit niður í framleiðslu
høllina at vitja virkisleiðaran
og hansara fólk. Tey stóðu
so hugagóð við maskinurnar
og á sínum plássum við
reinskeriog pakkiborðini,
meðan vertir og gestir hildu
dagin uppi í matarhøllini
við góðum køkum, kaffi og
te.
Arbeiðsfólkini fingu kort
ini eisini sín part av køkuni,
tá ið regluligir steðgir
vóru.
Tað var Marner Lisberg,
sum fyrstur var at siga nøk
ur orð.
Hann hugleiddi um tíð
ina, tá ið virkini í oynni lótu
uppaftur eftir kreppuna –
undir navninum Sandoy
Seafood, og hann vísti eisini
á, hvussu góðar kreftir í
Sandoynni tá talaðu fyri, at
sandoyingar
fingu
sína
loysn, so virksemi aftur
kundi blíva á virkjunum.
Tað var ein kostnaðar
mikil uppgáva at fáa virkini
í haldgóðan stand aftur, og
tá ið vit byrjaðu at keypa
fisk, stóð nógv á likviditeti
num.
Marner vísti á, hvussu
stóran týdning tað hevur, at
fólkið á plássinum hugsar
um bygdina og arbeiðspláss
ini.
Tey vita, hvønn týdning
fiskavirkið hevur fyri bygd
ina, og tey vita eisini, hvat
tað merkir, tá ið einki virk
semi er.
Hann segði, at tað var
ikki sum vanligir ”investor
ar”, at teir tóku yvir virkini
í oynni, tí higartil hava virk
ini ikki kastað tað nógva av
sær.
Men vit vóna framhald
andi, at hetta virksemið
sum frálíður fer at dryppa
av sær – eisini til okkum
eigarar.
Marner segði, at tá ið
felagið byrjaði sítt virksemi
í Sandoynni, var avlop av
fólki, sum hann tók til, men
í dag vantar virkinum í
Skopun fleiri reinskerarar.
Best hevði verið, um vit
kundu arbeitt í tveyskiftivakt
á virkinum. Høvdu vit havt
nakrar útlendingar, sum
stuðlaðu undir henda møgu
leika, hevði samstundis ver
ið meira arbeiði til okkara
egnu arbeiðsmegi, segði
Marner Lisberg.
Døpur tíð
Egil Olsen, sum er í nevnd
ini aftanfyri Sandoy Sea
food, segði, at tað var ein
trist tíð, tá ið teir fóru at
fyrireika upplating av virki
num í Skopun.
Her var einki fólk at
síggja, og tað vísti seg, at
fólk trúðu ikki uppá, at virk
semi kundi blíva aftur í
oynni. Hendan tíðin vísti
okkum, hvussu hart ein slík
kreppa kann raka eina bygd
– og eitt øki.
Men skjótt broyttist hug
burðurin.
Tá ið virksemið byrjaði,
og ein tíð var fráliðin, broytt
ist alt. Fólk fingu trúnna
aftur, og tey gjørdust glað.
Tað hevur nógv at siga, at
ein sál liggur aftanfyri tað,
tú fæst við, segði Egil
Olsen.
Í blaðnum í morgin fara
vit at venda aftur til ymiskt
annað, ið sagt varð við mót
tøkuna, og tá fara vit eisini
at vitja virkisleiðaran, Mart
in Olsen, og hansara fólk.
Bye bye bluebird á Norðurbryggju
Tveir íslendskir filmar eru sýndir á Norðurbryggjuni seinastu tíðina, og næstur á
skránni er Bye Bye Blue Bird hjá Katrini Ottarsdóttir. Tann áhugaverdi ”roadmovie”in
frá 1999 snýr seg um vinkonurnar Rannvá og Barbu, ið eftir nógv ár í útlondum venda
heim til Føroya. Tað gongur ikki stillisliga fyri seg; við teirra serliga klædnastíli og
ósmædna atburði gera tær føroyingar bæði forvitnar og forargaðar. Vinkonurnar hava tó
meira í hyggju enn tað. Báðar hava loynidómar – serliga um familjuviðurskifti og nú
skal alt undan kavi… Leikstjórin Katrin Ottarsdóttir verður sjálv til staðar – hon
introduserar filmin og tosar aftan á um hann við áskoðararnar. Sýningarnar verða miku
og hósdagin.
eftir kreppuna
ikki eru við, eru Andreas F. Hansen og
Í reinskerihøllini gekk arbeiði sum vanligt, meðan móttøka var í matarhøllini
Øll fingu lagkøku, kaffi og te
Framsýningin í gongini hevði stóran áhuga millum gestirnar