Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 35 - 19. februar 2008 - Alt okkara lív hevur tað verið Skipasmiðj- an fyrst. Eg kann minnast sum 7 ára gamal, at vit skul- du til Skúvoyar í summarfrí. Pápi kom við Rituni til Skopun- ar, men fór so norður aftur, tí har var okkurt á skipasmiðju- ni, sum mátti gerast, segði Gunnar Mohr í fráfaringarrøðu síni fríggjadagin Handverk Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var pápi Poul Mohr og abbi Gunnar Mohr, Kjartan Mohr, sum fekk hugskotið at leggja eina skipasmiðju í Sjarpholinum í Havn. - Hetta var í kreppuárunum í 1930-unum, og tað sigst, at flestu tá hildu hetta vera óðamannaverk. Men nakað óðamannaverk gjørdist skipasmiðjan ikki. Tað hevur eftirtíðin prógv- að. Nú maðurin í triðja ættar- liði í familjuni, Gunnar Mohr, helt fráfaringarrøðu á Tórshavnar Skipasmiðju seinasta fríggjadag, segði hann, at skipasmiðjan hevur givið avlop á hvørjum ári í øll tey umleið sjeyti árini síðan byrjan. - Eftir byrjanina í 1936 mentist arbeiðsplássið nógv, og longu í 1940 – ella fýra ár eftir stovnanina – fór Vón sum fyrsti nýbygningur av bakkastokki. Mamma bakkur Gunnar helt, at ein høvuðs- orsøkin til, at tað eydnaðist abbanum so væl, var, at hann sjálvur var sannførdur um, at hetta fór at bera til. Haraftrat hevði hann nógvar stuðlar kring landið, men einamest í Havn. - Hann hevði eisini starvs- fólk sum stóðu manniliga um hann og skipasmiðjuna. Tað hevur altíð verið ein "garda" á skipasmiðjuni, sum altíð var klár at taka tey neyðugu tøkini. Fráfarni stjórin segði, at tann orka, sum pápi hansara og Jens saman við trúgvum og loyalum starvsfeløgum hava lagt í felagið, so sanni- liga hevur borið ávøkstur. - Við mammu sum bakki kundi pápi eisini leggja alla sína orku í sítt lívsverk. Skipasmiðjan hevur fylt nógv í barnaheimi okkara – ja, alt okkara lív hevur tað verið skipasmiðjan fyrst. Eg kann minnast sum 7 ára gamal, at vit skuldu til Skúv- oyar í summarfrí. Pápi kom við Rituni til Skopunar, men fór so norður aftur, tí har var okkurt á skipasmiðj- uni, sum skuldi gerast. 17 ár í leiðslu Gunnar Mohr segði, at heilt síðan hann var eini 12 ára gamal, arbeiddi hann at kal- la hvørja frítíð á skipasmiðj- uni. - Eftir at hava lisið til verkfrøðing í 1987, starvað- ist eg í ráðgevingarfyritøku í Ålesund í Noregi í trý ár. Eg kom síðan heimaftur í 1990 at arbeiða. Tá kom eg í leiðsluna í skipasmiðjuni og havi soleiðis verið partur av hesi í stívliga 17 ár. Hann helt, at stutt um øll hesi ár kann sigast, at tey hava verið spennandi, men eisini sera krevjandi. - Onkur løta kundi verið óynskt, men nógv fleiri hava verið stuttligar, legði hann aftrat. Tá ið Gunnar byrjaði aft- ur á skipasmiðjuni í 1990, vóru tilsamans 110 starvs- fólk í Havn, Vestmanna og Runavík. - Í kreppuárunum, sum komu árini eftir, vóru vit stívliga 60 fólk – men í dag eru vit 325 í Havn, Vestman- na, Runavík og Skála, og tá eru tey, sum starvast hjá Pam Offshore, íroknað. Hæddarpunkt Í røðu síni nam Gunnar eisi- ni við ymisk hæddarpunkt, sum hava verið í hansara tíð á skipasmiðjuni. - Eitt av hesum var í 1992, tá ið vit umbygdu Hallarklett til oljuvinnu, men óivað størsta løtan var, tá ið vit í 1994 vunnu tilboð- ið um at smíða umhvørvis- skipið til Thailands. Hann legði dent á, at umhvørvisskipið rættiliga var eitt ljóspunkt í kreppuár- unum – ikki bert fyri skipa- smiðjuna, men helst fyri allar Føroyar, sum hann tók til. - Hetta var kanska í dapr- astu tíð okkara, og eg haldi, at hetta vísti føroyingum, at tað kortini bar til at gera okkurt í Føroyum. Gunnar vísti á, at tað tók donskum myndugleikum eitt ár at góðkenna tilboðið hjá skipasmiðjuni, tí danskt vinnulív vildi ikki loyva før- oyingum við sum veitarar til Danida. - Tað var næstan ikki vika, at hetta ikki bleiv umrøtt í fjølmiðlunum. Eg minnist, at pápi mín eina ferð var vorðin troyttur av øllum hesum spurningun- um, so hann svaraði: "Álv- aratos, hetta er ikki Queen Mary"! Aðrar hendingar Onnur hæddarpunkt, síðan Gunnar byrjaði aftur í 1990, vóru eitt nú, tá ið Tórshavnar Skipasmiðja í 1997 keypti Skipasmiðj­an fylti nógv í okk­ ara barnaheimi Felagið hevur havt avlop hvørt einasta ár síðan byrjanina í 1930-árunum. Í dag starvast tilsamans 352 fólk í Havn, Vestmanna, Runavík og Skála Mynd: Vilmund Jacobsen Vænta olj­umilliónir í 2008­02­19 Ársroknskapurin hjá Atlantic Petroleum fyri roknskaparárið 2007 varð lagdur fram um vikuskiftið. Úrslitið gjørdist eitt hall uppá góðar 76mill. kr. Hallið gjørdist størri enn mett varð frammanundan tí í roknskapinum fyri 3. ársfjórðingin 2007 metti leiðslan at hallið fór at verða umleið 55 mill kr. Orsøkin til størri hall enn væntað stavar í høvuðsheitinum frá “ negativa valutaeffekt frá ikki realiseraðum vekselkursum í pundum uppá umleið 27,7 mill kr.”, skrivar Atlantic Petroelum í roksnkapinum. Felagið arbeiðir við at víðka kapitalgrundarlagið í 2008 fyri at kunna at halda fram við vakstrarstrategi felagsins. Í 2008 ár væntar Atlantic Petroleum at fáa eitt yvirskot aftaná skatt uppá 100 mill. kr. www.business-line.fo