Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 35 - 19. februar 2008 Ská­la Skipasmiðju. Hetta var ein spennandi hending og avbjóðing at fá­a gongd á­ aftur har inni. - Tað vóru eisini týðandi hendingar, tá­ ið maskinverk- staðurin FJM í Runavík kom upp í virksemið, og tá­ tað í 2006 eydnaðist at end- urskapa skipasmíð í Føroy- um og fá­a tveir sá­ttmá­lar við Thor um bygging av supply-skipum á­ Ská­la. Gunnar helt, at tað hevur hepnast væl í hesi vinni nú í umleið sjeyti á­r. - Virksemið byrjaði í teim- um truplu 1930-á­runum og kom ígjøgnum tey truplu 1950-á­rini eins og gjøgnum herviligu kreppuna í 1990- á­runum. Felagið hevur havt avlop hvørt einasta á­r, legði hann aftrat. Nýggjar tíðir Í 2004, tá­ ið eigaraviður- skiftini vóru komin í triðja ættarlið og fleiri í fjórða ætt- arliði vóru vorðin vaksin, avgjørdu eftirkomararnir eftir Kjartan Mohr at selja skipasmiðjuvirksemið úr felagnum til íløgufelagið Notio. - Hetta var sjá­lvandi ein kensluborin avgerð, men fyri okkum og hetta virkse- mi var hetta avgjørt ein røtt avgerð. At enda takkaði Gunnar Mohr øllum teimum trúgvu starvsfeløgunum og sam- starvsfeløgunum fyri gott samstarv. Hann nýtti eisini høvi at ynskja nýggja stjóra- num, Eyðfinni Egholm, blíðan byr. - Hesi árini hava verið spennandi, men tey hava eisini verið sera krevjandi. Onkur løta kundi verið óynskt, men nógv fleiri hava verið stuttligar, sigur Gunnar Mohr, fyrrverandi skipasmiðjustjóri Mynd: Vilmund Jacobse Tað er ikki á hvørj­um degi, at tvær móttøk­ ur eru í Skopun sama dag, men soleiðis var í gj­ár, tá ið móttøka var á fiskavirkinum – og á nýggj­a snikkaravirki­ num hj­á Oddmari Hentze Træsmíð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sannur há­tíðardá­mur var yvir Skopunarbygd í gjá­r. Meðan vit vitjaðu á­ fiska- virkinum, tí móttøka var í sambandi við 40 á­ra stovn- ingardag, frættu vit, at skop- uningurin, Oddmar Hentze, eisini hevði móttøku. Hann er nú til reiðar at fara undir framleiðslu av vindeygum og hurðum á­ Snikkaravirki- num á­ Skerinum, tey rópa. Oddmar hevur leigað seg inn í bygningin hjá­ Sands Timburhandli í Skopun, sum eisini er settur í stand til endamá­lið. - Yvirtromin er skift, og ymiskt er gjørt innan, so bygningurin lýkur krøv sum karmur um arbeiðs- plá­ss. Longu á­ðrenn virkið hjá­ Oddmari er farið undir framleiðslu í Skopun, hevur hann fingið bíleggingar fyri einar 250.000 krónur. - Eg noyðist at seta ein mann í starv beinanvegin, og helst kemur ein lærlingur seinni. Sum er, havi eg ikki torað at lýst við mínum komandi virksemi. Oddmar er útbúgvin snikkari hjá­ BSV, Bygnings- snikkaravirkinum í Havn, og nú fer hann burturav at arbeiða við tí, hann hevur lært til. - Arbeiðshølið er 120 fer- metrar, og eg havi tær mask- inur, sum eg skal brúka. Má­lið hjá­ snikkaranum er at framleiða dygdar vind- eygu og hurðar til føroyska marknaðin, og okkum varð sagt í Skopun, at Oddmar er dugnaligur og snøggur handverkari. Óhugsandi er ikki, at Snikkaravirkið á­ Skerinum fer at framleiða hurðar fyri eitt stóran útbjóðara á­ mark- naðinum í Føroyum. - Eg havi verið í sambandi við H-Dygd, sum hava spurt seg fyri, um eg møgu- liga kann framleiða hurðar fyri teir. H-Dygd er ein lut- falsliga stór fyritøka, og koma vit á­samt um at fram- leiða fyri teir, kann hetta gerast ein munandi partur av okkara virksemi. Oddmar Hentze sigur, at enn er virksemið hjá­ honum so nýtt, og tí er torført at siga í løtuni, hvat fer at spyrjast burtur úr. Hann hevur góðar vónir um, at hetta verður ein løn- andi vinna. - Jú, eg haldi, at hetta sær lovandi út, sigur snikkarin í Skopun, sum fekk blómur og hevði fleiri vitjandi inni á­ gólvinum á­ virkinum í gjá­r. Í sambandi við móttøkuna bjóðaði hann køkur, kaffi og te. Oddmar skal gera vindeygu og hurðar Oddmar saman við mammu síni og konuni, sum er ættað úr Hjøllum á Toftum Mynd: Álvur Haraldsen Oddmar Hentze fekk blómur og hevði fleiri vitjandi inni á gólvinum í gjár Mynd: Álvur Haraldsen Stjórin hevur stórt virði Vinnuhúsið skrivar á­ netinum, at kanningar í Danmark hava víst, at ovasti stjórin í fyritøkum aloftast hevur eitt sera stórt virði fyri fyritøkuna. Miðal danska fyritøkan missir tað, sum svarar til alt yvirskotið tey seinastu trý-fýra á­rini, tá­ stjórin óvæntað doyr, ella um hansara/hennara hjúnafelagi ella barn doyr. Tað hevur meira ella minni ongan týdning fyri yvirskotið, um verforeldur ella onnur í familjuni hjá­ ovasta stjóranum doyr. Hetta vísir ein víttfevnandi kanning av familjuviðurskiftunum millum allar danskar fyritøkur, har ovastu stjórarnir í knappliga 7.000 av teimum vóru úti fyri deyðsfalli. Sethúsarentan hækkar 0,1% Á heimasíðu sínari sigur Føroya Banki, at hetta er úrslit av rembingum á­ altjóða fíggjarmarknaðinum. Í 2007 lænti Føroya Banki 1,9 mia kr. á­ altjóða fíggjarmarknaðunum fyri at fíggja efturspurningin eftir lá­num í Føroyum. Føroya Banki hevur høgt kredittvirði og kann læna fyri lutfalsliga bíligar rentur. Men av tí, at marknaðarrenturnar eru hækkaðar nógv, hava lá­nini havt við sær munandi hækkaðar rentuútreiðslur fyri bankan. - Alt bendir á­, at fíggjarútreiðslurnar hjá­ bankunum eru komnar upp á­ eitt varandi hægri støði. Bankin livir av muninum í millum rentuna, ið bankin rindar fyri at læna, og rentuna, ið kundin rindar, og tá­ rentan, ið bankin rindar, hækkar, má­ rentan hjá­ kundunum eisini hækka. Tí hækkar bankin rentuna nú, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka. Rentuhækkingin hjá­ Føroya Banka er millum 0,1 og 0,5 prosentstig, og rakar hetta bæði privatkundar og vinnukundar. Sethúsarentan hækkar minst. Nevnliga 0,1 prosentstig fyri 1. veðrættarlá­n.