Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 35 - 19. februar 2008 Vinnukronikkin Signar P. Heinesen Tað er at fegnast um, at vit endiliga hava fingið íverksetan á breddan í politiska kjakinum – hóast tað eru eini 15-20 ár síðani tað átti at verið gjørt. Uppgávan er tí vorðin hesi 15-20 árini tyngri at lyfta. Hóast tað er bæði neyðugt og gagnligt at brýna meiningar móti hvør aðrari, skulu vit vanda okkum um orðini. Tað er so skjótt at bróta meira niður enn tey klípi ein megnar at leggja afturat. So sein vit eru á sjóvar- fallinum eru ikki stundir at brúka orkuna til smáligt kegl um slíkt, sum í strategiskum høpi á donsk- um máli verður nevnt “gensidig strandhugst”. Har er ríkiligt av viðkomandi uppgávum at gera fyri allar hendur. Íverksetan Hetta er nærum vorðið eitt ganda- orð. Men hetta merkir ikki annað enn at seta føtur undir egið virki – ein veruleiki, sum at kalla allur tann føroyski búskapurin hevur hvílt á heilt fram til nýtiárini. Íverksetarin er bæði ungur og gamal – og tað, sum er í miðjuni. Íverksetarin er kallur ella kvinna. Íverksetarin hevur eitt hugskot ella gevur sítt íkast, har onnur hava traðkað slóð. Íverksetarin stendur við endaligari ábyrgd fyri síni úrkomu og er tað øvugta av lønmóttakaranum. Tað nýggja er, at Føroyar eins og so nógv onnur samfeløg hava fingið so nógv lønmóttakarastørv. Samstundis økjast krøvini til nýskapan á flestu økjum. Íverksetan og ráðgeving Sum tað so mangan hendir í sam- bandi við broyttar tíðir, eru fólk skjót at seta loysnir á uppgávur, sum enn ikki eru framsettar. Soleiðis eisini í sambandi við íverksetan. Tey flestu, sum koma við sínum íkasti um íverksetan, vísa á ein ella annan hátt á ráð- gevingartørvin hjá íverksetaran- um. Tað er neyvan tilvild, at hetta mangan eru fólk, sum sita í føstum starvi ella sum á ein- hvønn hátt fáa part av síni politiskt ásettu úrtøku av – at ráðgeva íverksetarum. Um tann politiskt ásetta úrtøkan er úr landskassanum, kommunukassa ella privatum kassum er í hesum sambandi óviðkomandi. Men veruleikin, sum eg kenni hann, er, at tann ráðgeving, sum íverksetarin hevur fyri neyðini, verður latin fullgott frá løgfrøð- ingum og grannskoðarum fyri yvirkomuligan kostnað. Setir ein seg ikki føran fyri at gjalda hesar upphæddir, haldi eg ikki, at íverksetanin hevur lív lagað kortini. Harvið ikki sagt, at eitt skeið, íverksetaradagar o.a. ikki er gott og hugvekjandi. Harafturat skulu almennu myndugleikarnir, sum varða av partafelagsskipanum, Skráset- ingin, TAKS o.o. fáa tað skoðs- mál, at mínar royndir eru stak góðar og lítil orsøk er til at brúka orku til umvegis kunningar hesum viðvíkjandi. Íverksetan og prosjekt Smiðjurin hevur brúk fyri eini smiðju, skal nakað smiðjuarbeiði spyrjast burturúr. Á sama hátt hevur íverksetarin brúk fyri einum umhvørvi. Ein kjarni í hesum umhvørvi er “prosjektið”. Uttan prosjekt er íverksetaranum ikki lív lagað. Her er tað, at eingin er føddur við kynstrinum. Tað er ikki ein spurningur um ráðgeving – tað er ein spurningur um at luttaka í prosjektum á líka fót við onnur og at skapa lívfør prosjekt. Tá ið tað mangan verður sagt, at íverksetarin hevur eitt hugskot, liggur tað eisini í tí, at viðkom- andi sjálvur skal standa á odda fyri prosjektinum, hóast tað er fyrstu ferð viðkomandi fæst við prosjekt. Meginreglan átti at verið tann øvugta. At tann óroyndi luttekur í prosjektum, sum onnur standa fyri. Ynskja vit at stimbra íverkset- an, er tann størsta uppgávan at skapa lívfør prosjekt, at savna kreftur til tess at gjøgnumføra hesi prosjekt. At fáa eina og eina perlu á snórin og royna sum frægast at snórurin verður ikki kliptur av á leiðini. Váðin veksur fyri hvørja perlu, sum vit fáa á snórin, inntil hann vísir seg lívføran. Spurningurin um hvønn týdning íverksetan hevur fyri føroyska búskapin liggur í, hvussu prosjekt verða tilskorin – hvørji mál sett verða. Seta vit okkum málið at stovna eina hárfríðkanarstovu í kapping við eina aðra í somu bygd, tá er samfelagsligi týdningurin avmarkaður til effektivisering og dagføring. Seta vit okkum mál út í heim – og nøkur teirra hepnast, tá kann týdningurin gerast avgerandi fyri føroyskan búskap. Tí hevur tað týdning, at tað ber til at byggja prosjekt upp, sum seta málini høgt, og sum hava felags áhuga. Íverksetan og samstarvskervi Vit hava í Føroyum tvey átøk, sum hava til endamáls at vera eitt umhvørvi fyri íverksetarar. Annað er Bitland, sum er skipað sum partafelag, og sum verður rikið á handilsligum grundarlagi. Hitt er Íverksetarahúsið í Klaks- vík, sum verður rikið sum eitt íverksetarahús eftir einum leisti, sum er vælkendur aðrastaðni. Harafturat hava vit Samvit, sum partvíst er sprottin úr gomlu Menningarstovuni. Hvør av hesum eindum hevur Íverksetan á politi -Nýggi stjórin á Samvit fekk rættiliga eld í nú um dagarnar við sínum fráboðanum um ætlanir í sambandi við íverksetan. Við áralangum royndum í samskifti úti í heimi man tað koma Elini eitt sindur óvart á, hvussu stór samskiftisuppgávan er í Føroyum. Men tað lærir ein! Skrivar Signar Heinesen m.a. í Vinnukronikkini í dag - At rokna við, at tað ber til at menna føroyska vinnu uttanum tað almenna er tokut tala Almennu lønirnar ov lágar Fyri stuttum gjørdu tey alment løntu í Danmark nýggjan sáttmála, sum næstu trý árini gevur 12,8% í lønarvøkstri. Formaðurin fyri Fag og Arbejde, Dennis Krsisensen, sum er felagið hjá kommunalum starvsfólkum, sigur tó, at tey ikki eru nøgd um hetta. Kravið frá FOA, sum nú sessast við samráðingarborðið, er í minsta lagið hálvtannað prosent meira. Hetta fyri at minka um gjónna millum privata og almenna arbeiðsmarknaðin. Dennis Kristensen er greiður um, at tað verður trupult, nú aðrir sáttmálar eru gjørdir, men hann sigur felagið vera til reiðar at fara í verkfall fyri at røkka kravinum. Samba í Føroyahúsinum Cha cha cha, Samba og Jive eru á skránni, tá dansiskeið verður hildið í Føroya- húsinum í Keypmannahavn annað vikuskiftið. Í 1990´unum høvdu tær báðar Jóngerð Lundsbjerg og Marilyn Danielsen fleiri dansiskeið í Føroyahúsinum, og høvdu hesi góða undirtøku. Tá var einamest undirvíst í Rock´n roll. Hesu ferð fara tær at bjóða dansiluttakarum nakað nýtt og spennandi, nemliga Cha cha cha, Jive og Samba. Cha cha cha og Samba eru suðurlendskir dansir, meðan Jive er í familju við rock´n roll. Teir suðurlendsku dansihættirnir, vinda als meiri uppá seg her á leiðini. Marilyn hevur havt nøkur dansiskeið í hesum dansistílum tvey tey seinastu árini, heima í Føroyum og hava hesi skeið verið sera væl umtókt. Fólk í øllum aldrum, frá skúlaaldri og til tey meira tilkomnu, hava luttikið á hesum skeiðum. Tilmelding og fyrispurningar kunnu fara fram hjá jongerd@hotmail.com