Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 35 - 19. februar 2008 sín leiklut. Sum Elin sigur tað – eitt útilokar ikki hitt. Men tað er neyvan leiðin framá at økja talið av sama slag eindum. Okkum tørvar eina savnandi skipan, sum kann verða eitt samstarvskervi undir teim menningartilgongd­ um, sum skulu til fyri at upp­ byggja prosjekt, velja frá, royna, velja frá enn einaferð, fyri síðani at seta á til tess at røkka málinum í teim prosjektum, sum onkurs­ vegna seta málini høgt og hava felags áhuga. Sæð frá hesum sjónarhorni gerst tað týðuligt, hví tað ikki er íverksetaranum, sum tørvar ráð­ geving – í hvussu so er ikki slíkari ráðgeving, sum onkur hissini “íverksetararáðgevi” megnar at geva. Íverksetaranum tørvar eitt kervi, eitt støði, rími­ liga fastar mannagongdir, mátar at gera avtalur, mátar at handfara váða, mátar at handfara prosjekt o.s.fr. Tað merkir í praksis, at tað eru serliga tveir partar, sum tørva “ráðgeving”: fíggjarkervinum og almennu umsitingini! Slíka “ráðgeving” ber snøgt sagt ikki til at geva sum vanliga “konsulent­tænastu”. Tann læru­ prosessin, sum vit øll skulu ígjøgnum, gerst bert við roynd­ um í felag. Tað er ígjøgnum felags átøk, felags prosjekt, felags læruprosessir, vit brýna amboðini, brýna meiningar og metingar, skapa hóskiligar mannagongdir og flyta okkara egna hugburð. Íkastið, sum íverksetan gevur framum lønmóttakarastørv, er, at íverksetanin hevur innbygt váðan í sjálva grundtilveruna. Íverksetan og vitanarkervi Vitan er mest týðandi tilfeingi í einum prosjekti sum hevur víðfevndan áhuga nú á døgum. Vitan er so mangt, men serliga er tað rætt tilskorin vitan á rætta stað til røttu tíð. Skal ein flyta tøka vitan við neyðugu eyð­ kennunum, er neyðugt hjá persónum at hava bygt upp persónligar relatiónir, sum gera tað møguligt at skapa tað, sum á donskum leiðslumáli verður nevnt “psykologiskt bindende kontrakter” – Evnini at fáa uppgávur at verða felags, evnini at seta felags stevnu. Hetta krevur m.a. eitt fjølbroytt sam­ skifti, bæði innanlands og uttan­ lands. At vitan er rætt tilskorin merkir í flestu førum, at hon bæði er tøk í almennum líki, soleiðis sum vit lesa hana í lærubókum, og at hon er tøk í tillagaðum líki, soleiðis sum vit kunnu nýta vitanina í tí serstaka førinum. Skal eg geva mítt skoðsmál um vitanarkervið í Føroyum, so er mín fatan, at tað er pettað sundur í smástykkir tey seinastu 15­20 árini og má byggjast upp aftur petti fyri petti, stykki fyri stykki. Hetta er ikki hissini uppgáva, sum bæði Íverksetarahúsið, Bitland og Samvit kunnu royna at geva sítt íkast til – og tað verður, sum nevnt, gjørt við persónligum relatiónum, hvørki “netverkum” ella “portalum”. Ein persónlig relatión er í hesum sambandi ein relatión millum tveir persónar, sum hava verið við til at gjøgnumføra eitt felags prosjekt. Um prosjektið hepnað­ ist betur ella verri er ikki so avgerandi. Relatiónin er skapt um samskiftið hepnaðist. Íverksetan og tað almenna At rokna við, at tað ber til at menna føroyska vinnu uttanum tað almenna er tokut tala. Miðvingurin kann ikki siga, at honum tørvar ikki landsvegin, men kann røkja sínar uppgávur við kommunalu vegunum hjá Miðvágs Kommunu eina. Almenna umhvørvið telur størru helvtina av føroyska búskapinum og eitthvørt prosjekt at kalla, hvussu lítið tað er, kemur á ein almennan leikara á leiðini. Í mongum førum hava almennu leikararnir eisini eitt avgerandi orð at siga. Tað kemur tí meir enn so fyri, at tann almenni leikluturin verður at kvetta perlurekkjuna heldur enn at stimbra. Tá ið Samvit hevur fingið til uppgávu at samskipa føroyska íverksetan og ráðgeva í tí sambandi, er spurningurin tí, um orkan ikki er væl farin, um hon vendi sær til tað almenna sjálvt. At Samvit setti sær fyri at ráðgeva almennum leiðarum og almennum ráðum og stovnum, hvønn týdning teirra leiklutur hevur í sambandi við menningar­ átøk – og kanska eisini at tala íverksetarinnar søk í sambandi við serstøk menningarátøk. Sjálvur meti eg hetta sum mest týðandi snávingarsteinin fyri íverksetan í Føroyum í dag. Íverksetan og leiðsla Íverksetan er leiðsla á høgum støði. Sjálvt tann eyðmjúkasti útróðrarmaðurin í smábygdini hevur mangan drúgvar og fjølbroyttar leiðsluroyndir, sum fleiri enn ein stjóri á størri fyritøkum kunnu hyggja langt eftir. Sjálvt stórar fyritøkur í menning við stórari eginogn kunnu seta minni krøv til leiðsluna enn eitt lítið virki í menning. Hinvegin kunnu eisini almenn átøk seta stór krøv til leiðsluna. Tað er ikki støddin á virkinum, talið av starvsfólki, alment ella privat, sum telur, tá ið um leiðsluorku ræður. Tað veldst um, hvørji málini eru samanborið við útgangsstøðið. Íverksetan er júst eyðkend við høgum málum, sum standa á einum veikum útgangststøði. At byggja upp ein strategiskan grundvøll er mangan mest krevjandi uppgávan. Tí er tað av alstórum týdningi at leiðslulæran – ikki kynstrið at leiða – at leiðslulæran verður viðgjørd bæði ástøðiliga og í tí einstaka virkinum í tí einstaka prosjektinum og í tí einstaka førinum. At vit brýna, andøva ímóti, meta og kjakast um, hvar júst hendan royndin hoyrir heima í leiðslulæruni. Á sama hátt, sum smiðjurin hevur sína skjótilæru, soleiðis hevur íverksetarin iska breddan ” Tað er at fegnast um, at vit endiliga hava fingið íverksetan á breddan í politiska kjakinum – hóast tað eru eini 15- 20 ár síðani tað átti at verið gjørt. Uppgávan er tí vorðin hesi 15-20 árini tyngri at lyfta. Hóast tað er bæði neyðugt og gagnligt at brýna meiningar móti hvør aðrari, skulu vit vanda okkum um orðini. Tað er so skjótt at bróta meira niður enn tey klípi ein megnar at leggja afturat. So sein vit eru á sjóvarfallinum eru ikki stundir at brúka orkuna til smáligt kegl um slíkt, sum í strategiskum høpi á donskum máli verður nevnt “gensidig strandhugst”. Har er ríkiligt av viðkomandi uppgávum at gera fyri allar hendur. Spurningurin um hvønn týdning íverksetan hevur fyri føroyska búskapin liggur í, hvussu prosjekt verða tilskorin – hvørji mál sett verða. Signar P. Heinesen Stórur roknifeilur Bert eina viku eftir at ársroknskapurin varð kunngjørdur, hevur sveisiska fíggjarkonsernin, Credit Suisse, viðgingið, at tey hava roknað nakrar milliardir við síðuna. Talan er um skeiva virðisáseting av virðisbrøvum, og saman við generelt lága virðisbrævamarknaðinum hóttir hetta við at senda felagið í eina veruliga kreppu. Greinarar eru skelkaðir av stóra mistakinum, og á virðisbrævamarknðinum er partabrævið hjá Credit Suisse fallið heili 24,3% síðani ársskiftið. Bara í dag var fallið knappliga 10 prosentstig. Snýtti veruleikan í spæli Ein luttakandi í partabrævaspælinum hjá Alm. Brand Bank kann nú vænta sær fongsulsrevsing fyri at hava manipulera við partabrævakursum. Luttakarin í spælinum starvaðist eisini sum meklari. Umvegis hetta virksemi megnaði hann at leggja hópin av ordrum inn upp á ávís partabrøv. Í spælinum hevði hann gjørt íløgur í hesi, og tá kursurin so hækkaði á veruliga marknaðinum, seldi hann í spælinum. Og tá hann síðani annuleraði allar teir veruligu ordrarnar, fall kursurin aftur á normalt støði. Talan er tó um grova kursmanipulatión, og tí kann er spælarin nú ákærdur við eini revsirammu upp til hálvtannað ár.