Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2008 29 tíðindi Fyri fyrstu ferð í næstan 50 ár verður eingin Fidel Castro á atkvøðuseðlinum, tá kubanska tjóðar­ tingið fer at velja forseta í næstu viku Í einari fráboðan, sum blað­ ið Juventud Rebelde prent­ ar, skrivar tann 81 ára gamli Fidel Castro, at hann stillar ikki uppaftur til embætið sum forseti, formaður í ríkisráðnum og ovasti fyri kubansku hermegini. Or­ søkin er, at heilsan er farin at bila. ­ Tað stríðir ímóti mínari samvitsku at sita í einum embæti, sum krevur, at ein skal kunna ferðast, og at ein skal kunna arbeiða óav­ markað. Tað megni eg ikki, skrivar Castro. Hann hevur verið ku­ banskur leiðari síðani 1959, og eygleiðarar siga, at boð hansara koma ikki óvæntað. Tjóðartingsval hevur júst verið í Kuba, og tann 24. februar skal tingið velja fleiri týðandi embæti, teirra millum formannin í ríkis­ ráðnum, sum eisini er for­ seti. Castro hevur tí verið noyddur til at taka støðu til, um hann skuldi taka eina setu afturat, ella um hann skuldi siga valdið frá sær nú. Hann hevur ikki røkt forsetaembætið síðani á sumri í 2006, tá sjúka noyddi hann at lata bróðurin Raúl røkja embætið. Nýskipan á veg Raúl Castro er 76 ára gamal, og eygleiðarar hava alla tíðina hildið, at hann var bara ein, sum skuldi hava forsetaembætið um hendi, til tann rætti eftir­ maðurin hjá Fidel Castro bleiv funnin. Raúl hevur heldur ikki gjørt nógv burtur úr sær ta tíðina, hann hevur røkt forsetaembætið, og hansara kós hevur verið at kalla tann sama sum hjá Fidel. Tann vanliga uppfatanin av Raúl Castro er annars, at hann er ein sera støðufastur kommunistur, ið ikki letur seg ávirka. Kortini hava ávís tekin verið til, at Kuba er í ferð við at leggja seg á eina meiri nýskipanarsinn­ aða kós. Eygleiðarar vísa eitt nú á, at fleiri andstøð­ ingar, sum vórðu tiknir og settir í fongsul í 2003, vórðu latnir leysir herfyri, hóast teir als ikki hava sitið alla revsingina. Eygleiðarar vænta, at tað fer at fáa jaliga ávirkan á viðurskiftini millum Kuba og USA, at Fidel Castro fer frá. USA hevur fleiri handilsforðingar ímóti Kuba, men fleiri eygleiðarar vænta, at tær verða linkaðar í næstum. * 1926: Fidel Castro kemur í heimin í býnum Mayari í Kuba * 1942: Byrjar á studentaskúla í Havana * 1945. Fer undir at lesa løgfrøði * 1950: Løgfrøðiligt embætisprógv og byrjar egið sak- føraravirki * 1952: Stillar upp til tjóðartingið, men herurin tekur valdið og ógildar valið * 1953: 26. juli byrjar Fidel Castro uppreistur ímóti her- naðarsýrinum. Hann og bróðurin Raúl verða tiknir og sita tvey ár í fongsli. Aftaná flýggjar Castro og viðhaldsmenn hansara til Meksiko. * 1956: 2. desembur fer Castro í land í Kuba við 81 mon- num. 70 lata lív í bardaga við herin. Castro, Che Guevara aðrir sleppa til rýmimngar. * 1959: 8. januar taka Castro og menn hansara Havana. FAKTA Castro stillar ikki uppaftur Fidel Castro heldur røðu fyri kubanska fólkinum í 1998 Í 1963 var Fidel Castro í Moskva og vitjaði. Her er hann avmyndaður saman við táverandi sovjetska leiðaranum, Nikita Krutsjov Fidel Castro saman við stríðsfelaganum frá borgarakrígnum, Che Guevara