Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 35 - 19. februar 2008 tíðindi Vanligu limirnir í Fólkakirkjuni eiga at kunna velja bisk­ up­arnar í Danmark. Hetta fer at tryggja eitt neyðugt og breitt virksemi í kirkjuni, heldur ein danskur teologip­rofessari. Men fleiri atfinningarsamar røddir tala ímóti teim­ um fíggjarligu avleið­ ingunum av ætlanini KirKjan Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Danmark: - Næstu ferð ein danskur biskupur skal velj- ast, eigur ein at flyta atkvøð- urnar frá kirkjuráðum og prestum og flyta tær til allar limirnar í Fólkakirkjuni. Tað heldur í øllum førum Viggo Mortensen, sum er professari í systematiskari teologi við Aarhus Uni- versitet. Sambært Kristelig Dag- blad er hann sera hugaður fyri hesi skipanini, sum eina roynd við beinleiðis fólka- ræði í Fólkakirkjuni, hóast eitt líknandi uppskot frá Nýggju Alliansuni ikki fekk politiskan meiriluta herfyri. - Ein átti at roynt við fólka- valdum biskupum í einum tíðarskeiði. Trý tey næstu biskupavalini kundu verið løgd út til teir vanligu limirnar í Fólkakirkjuni, og so kann ein altíð eftirmeta, skjýtur Viggo Mortensen upp. Ávirkan Bakgrundin fyri uppskotin- um er at hetta fer at geva fleiri nýggjar møguleikar fyri at mobilisera og enga- gera limirnar í kirkjuni. Religiónssosiologurin Lene Kühle stuðlar uppskotinum: - Við teirri ávirkanini, sum kemur burturúr, tá ein greiðir atkvøðu, kemur oft- ast ein áhugi og eitt engage- ment. Ein kann bert vóna, at tað í størri mun verður “okkara kirkja”, tá fólk vita, hvat biskupurin stend- ur fyri, og hevur eina ímynd av, hvagar Fólkakirkjan er á veg, sigur hon. Tær politisku viðmerking- arnar til uppskotið frá Viggo Mortensen eru sum vera man ymiskar: Onkur heldur, at hetta fer at geva fólki størri ávirkan, meðan onnur meta, at tað altíð verða fleiri hugsanir, enn hvat ein kann útinna í verki. - Eg trúgvi ikki, at teir vanligu limirnir í Fólka- kirkjuni eru áhugaðir í hesi ávirkanini. Ein er kanska sinnaður at sita í einum kirkjuráði, men eg fari at pástanda, at ein fær eina sera lága valluttøku við eitt slíkt biskupaval, sigur Finn Frandsen, sum er professari í samskifti við Handilshá- skúlan í Århus. Kirkjufólkið sjálvt skal velja biskupin Hetta komandi viku­ skiftið fær samkoman Keldan í Skálafirði vitjan av svianum Len nart Fjell, sum hevur eitt serstakt hjarta fyri Ísrael. SamKomur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í Skálafirði: Limirnir í samkomuni eru ikki óvon við fremmandar vitjanir. Nú um vikuskifti fáa tey enn eina – av Lennarti, sum hevur høvuðsábyrgdina av Ísraelsferðunum hjá sam- komuni Lívsins Orð. Hann er eisini sera virkin í felags- skapinum Operation Jabot- insky, ið arbeiðir til frama fyri jødar í farna Sovjetsam- veldinum. Ísraelsferðirnar hava síð- an 1987 ført fleiri enn 10.000 trúgvandi úr øllum heiminum til Ísrael, meðan Operation Jabotinsky síðan 1993 hevur hjálpt fleiri enn 14.000 jødum úr farna Sov- jetsamveldinum og heim til Ísrael. Hetta er nakað av tí, sum liggur Lennarti á hjarta og sum hann fer at bera fram á møtunum í Kelduni um vikuskiftið. - Sunnudagin verður møt- ið skipað sum eitt serligt Ísraelsmøti, verður sagt úr samkomuni. Hjartað við At andaliga virksemið hjá felagsskapunum, har Lenn- art er virkin í veruliga hevur borið úrslit, eru nógv prógv um. - Hesi árini, Lívsins Orð hevur virkað í farna Sovjet, er eitt ómetaliga stórt netverk av kristnum samkomum vaksið fram, og er hetta net- verk grundarlagið undir ar- beiðinum hjá Operatión Jab- otinsky í dag, verður sagt. Lagt verður aftrat, at í tíðarskeiðnum 1995-1998 átti Operation Jabotinsky eitt skip, m/s ”Restoration”, ið sigldi regluliga millum Russland og Ísrael. Síðan juli 1997 hevur felagsskapurin eisini at nýta flogfør í arbeiðinum at flyta jødar heim. Men síðan okto- ber 1997, hava einans flog- før verið nýtt. Flogið verður næstan hvørja viku árið runt frá umráðum, har Jabot- insky-støðir eru. Lennart ferðast regluliga til samkomur í Evropa og farna Sovjet, fyri at prædika um Ísrael og Guðs sjónar- mið viðvíkjandi ísraelska fólkinum. - Tað kennist sum ein stórur forrættur, at vera við til at ”gróðurseta” Ísrael í ta kristnu samkomuna, og at økja um kunnleikan og arbeiðið fyri Ísrael, sum hevur tørv á veruligum vinum, sigur Lennart Fjell. Uppgávan hjá Lívsins Orð og Operation Jabotin- sky er, umframt at hjálpa jødunum heim á ein lættan hátt, eisini at fáa trúgvandi um allan heim, at taka undir við jødiska fólkinum og ísraelsku tjóðini. Hetta brennir Lennart fyri, og hetta fer hann eisini at eggja til á møtunum um vikuskiftið. Virkin boðari vitjar í Kelduni - Ísrael hevur tørv á veruligum vinum, sigur Lennart Fjell úr Svøríki Gongst sum ein danskur teologiprofessari ætlar, sleppa vanligu kirkjufólkini at velja nýggjar biskupar í framtíðini Steen tosar um vreiði Klaksvík: Mikukvøldið heldur danski familju- og psykoterapeuturin, Steen Palmqvist ein fyrilestur í KFUM & K um evnið ”Vreiði” ella á donskum ” Bliv blot vrede“. Steen Palmqvist var seinast í KFUM & K í januar mánað har hann hevði ein fyrilestur um evnið “Kærlighed til sidste blik”. Steen er í Føroyum í samband við eitt hjúnabandsskeið og í tí sambandi nýtir hann eisini høvið at hava fyrilestrar kring landið. Fyrilesturin í KFUM & K í Klaksvík byrjar kl. 20. Hann er almennur. Sprongdu kristna bókasavnið í Gaza Ísrael: Um vikuskiftið lupu menn í gekkaskortum á bókasavnið hjá KFUM í Gaza og sprongdu tað sundur og saman. Eingin kom til skaða, men í túsundatali av bókum er farnar fyri skeyti, eins og stórur materiellur skaði var á bókasavnið. Menninir løgdu eina aðra bumbu á sama stað, men hon sprongdist ikki. Einki verður sagt um, hvør bólkur ið framdi atgerðina, men síðani Hamas fekk valdið í Gaza eru fleiri og fleiri kristin og kristnir felagsskapir vorðin atsóktir.