Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2008 31 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur 8.000 sitipláss, sum øll eru undir taki. Altjóða góðkent graslíki. Hiti undir og vatn yvir vøllinum. Ljósútgerð á altjóða støði. FSF vil byggja egið stadion fyri 130 milliónir krónur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjár sendi FSF-forsetin, Óli Holm, út tíðindabræv, har hann greiddi frá, hví hann hevur valt at taka við afturvali til komandi starvsnevndarval. Í skrivinum verður fyrst tosað í generellum vend- ingum um trygg og savnandi viðurskifti innan FSF. Og hvussu týðandi hesi eru, um settu málini skulu røkkast. 8.000 pláss undir taki Og talan er í øllum førum um serstakliga stór mál. - Vit í Fótbóltssamband- inum eru á einum máli um, at umstøðurnar at leika altjóða fótbóltsdystir í Føroyum í løtuni ikki eru nøktandi. Tí er neyðugt, at Fótbóltssambandið sjálvt tekur stig til eina meira langsiktaða framtíðarætlan, soleiðis at tørvurin innan hetta økið verður nøktandi og á einum altjóða kravdum støði - Fótbóltssambandið hev- ur lagt hugskotið til verk- ætlanina fram fyri størstu samstarvsfeløgum FSF’s, FIFA, UEFA, Sportfive, høvuðsstuðlum, fótbólts- feløgunum, Tórshavnar Býráð v.m., og hevur FSF fingið fulla undirtøku frá øllum til framhaldandi arbeiði við verkætlanini, sigur Óli Holm. Og talan verður um stadion, sum lýkur øll al- tjóða krøv, verður sagt. FSF hevur søkt Tórshavnar kommunu um lendi, sum helst skal vera um 50.000 fermetrar. Hartil verður dentur lagdur á, at stadion skal liggja væl fyri infrastrukturelt, og skjýtur FSF upp, at leigusáttmáli verður gjørdur fyri 50 ár. Nógv fólk í fótbólts- Onglandi hava meldað hart út ímóti ætlaninum hjá leiðsluni í Premier League, um at leika eitt umfar nr. 39 uttanfyri Ongland. Hetta eyka umfarið er serliga tilætlað Asia, har tær stóru fólkamongdirnar eru, og harvið teir nógvu pengarnir, lýsingarnar og áskoðarar. Kortini er ikki frítt, at summir bretar ynska at arga leiðsluna í Premier League. Í bløðum og heimasíðum kann ein síggja hvussu leikarnir í Premier League høvdu sæð út, um teir leika yviri í Asia. Tann eina fotomontasjan er við Wayne Rooney, har hann hevur eitt japanskt slagorðsbind um høvdið. Tað er gamal japanskur siður, at hava eitt hvítt bind við japanska eyðkenninum, sólini og ymiskum japonskum slagorðum. -heris 130 milliónir ljóða av rættiliga nógvum. Men FSF- forsetin sigur, at felagsskapurin longu hevur mest sum allan sín part av fíggingini kláran Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Av teimum 130 millión- unum, sum eitt nýtt stad- ion kostar, skal FSF sjálvt fíggja tey 35%. Tað gevur eina upphædd á 45,5 mió kr., og eftir roknskapinum hjá FSF eru hetta ikki pengar, sum felagsskap- urin bara kann finna uttan víðari. Men sambært forseta- num, so er tað metingin hjá FSF, at felagsskapurin er førur fyri at útvega peningin innan tey fýra árini, sum byggjaríið ætlandi skal taka. - Fyrst og fremst, so hava vit í løtuni tilsøgn um 12 milliónir úr hat- trick grunninum hjá UEFA. Upprunaliga var ætlanin, at hendan upp- hæddin skuldi nýtast til bygging av fótbóltshøll í Skálabotni, men tann ætlanin varð endaliga slept á nýggjárinum. - Sami UEFA-grunnur kemur eisini við nýggjari játtan í 2010. Har fer føroyski parturin at liggja um 17,5 mió kr., og so fer tað av álvara at líkjast hjá okkum. Hartil eigur FSF bygningin við Tórsvøll. Bókaða virðið á hesum er yvir 17 mió kr., og leggur tú alt hetta saman, so eru vit heilt nær teimum 50 milliónunum. Og halda hesi tøl, so megnar FSF altso at fíggja sín part uttan lántøku yvirhøvur, sigur Óli Holm. Umframt fíggingina úr grunni hjá UEFA, so hevur FSF-forsetin eisini vónir um, at tað ber til at styrkja um inntøkugrundarlagið hjá felagsskapinum. - Størsti parturin av okkara inntøku kemur úr útlandinum umvegis UEFA, FIFA og sjón- varpspening. Upphædd- irnar frá UEFA og FIFA eru rættiliga statiskar, men vit hava eina grund- aða vón um, at tað ber til at fáa munandi meira fyri sjónvarpsrættindini. So tað er avgjørt nakað, sum vit miðja eftir, sigur altso føroyski fótbóltsforsetin. FSF hevur fíggingina Við 30 UEFA-milliónum og sølu av FSF-bygninginum við Tórsvøll roknar FSF-forsetin við, at føroyskur fótbóltur sjálvur kann fíggja sín stóra triðing av ætlaðu 130 millióna-íløguni Stadion fyri 130 milliónir Talan er um tilvildarliga valda modelmynd. Men kanska verður eitt stadion av hesum slag at síggja í høvuðsstaðnum um ikki heilt so langa tíð Rooney er klárur spæla í Japan? Sum sæst á myndini, so hevði Rooney tikið seg væl út, sum japanskur leikari. Hvat ger ein ikki fyri pengar?