Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 35 - 19. februar 2008 ] Hondbóltsfinalurnar fluttar HSF hevur gjørt av, at FM-finalurnar skulu spælast fyrr, enn upprunaliga ásetingin segði. Ein orsøk til flytingina er, at kvinnulandsliðið møguliga skal til Cypros at spæla í Challenge Trophy-kappingini. Tann kappingin verður í døgunum 25. 30. mars, og skuldu finalurnar upprungaliga spælast um sama mundið. Nú er greitt, at fyrsta kvinnufinalan verður spæld 18. mars. Næsta finalan verður tann 20. mars og ein møgulig triðja finala skal spælast 22. mars. Hjá monnunum verður fyrsta finalan spæld 20. mars. Næsti dysturin er á skránni 22. mars og ein møgulig triðja finala verður spæld annan páskadag. T.e. 25. mars. Royndarvenur við FC Midtjylland Í hesum døgum royndarvenur 15 ára gamli Teitur M. Gestsson úr Klaksvík við danska felagnum FC Midtjylland. Sunnukvøldið fór ungi málverjin til Herning, har hann skal royndarvenja við FC Midtjylland, ið er tiltikið fyri sítt stóra ungdómsarbeiði. Fram til hósdagin skal hann venja við dreingjaliðnum og unglingaliðnum hjá felagnum. Teitur M. Gestsson, sum spælir við KÍ, hevur áður royndarvant við Brøndby IF. Hann hevur eisini royndir frá føroysku U15 og U17 landsliðunum. Tað er ikki á hvørjum degi, at 10 ára gamlir føroyingar blanda seg upp í elituna uttan fyri Føroyar, men Høgni E. Nielsen skrivaði talvsøgu, tá hann sum fyrsti føroyingur megnaði at vinna silvurmerki í yngsta bólkinum í NM fyri ung Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo NM í talvi fyri ung varð leikt um vikuskiftið í Dan- mark. Tíggju føroyingar lut- tóku í ymiskum aldursbólk- um. Hesir tíggju telvararnir hava kvalifiserað seg til NM við at vinna undankapp- ingar, ið leiktar vórðu í Før- oyum. Ein telvari, ið skaraði framúr, var Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági, sum fekk 5 stig av 6 møguligum. Hetta er ikki áður hent í yngsta aldursbólkinum. Enn meira sjálvsamt er, at 5 stig ikki røkka einum fyrsta plássi, men hesaferð fór sviin, Egor Norlin, avstað við fyrsta plássinum við 5½ stigum. Talentblóð úr Sandavági Høgni er sonur navnframa fótbóltsleikaran, Torkil Niel- sen, ið fyri nærum 18 árum síðani setti Føroyar á heims- kortið við at skorða móti Eysturríkið í Landskrona. Síðan Torkil legði gaggurnar á hillina, hevur hann verið virkin á ovastu rók í før- oyskari telving. Báðir synir hansara, Rógvi og Høgni, eru millum fremstu ungling- ar í Føroyum, og luttóku teir báðir í NM um viku- skiftið. Rógvi fekk 2½ stig, har hann bert tapti eitt talv í næst ovasta bólkinum, sum eisini er eitt frálíkt úrslit. Høgni næstan fult stigatal Høgni telvar sera álopsinnað og málrættað. Hann telvaði eisini sera sannførandi í NM, har hann bert tapti móti Egor, ið vann bólkin og harvið gjørdist Norður- landameistari. Talvið mill- um Høgna og Egor var ótrú- liga torgreitt, har Høgni hevði fleiri møguleikar at basa svianum. Í slíkum støð- um er tað sera trupult at finna røttu leikirnar, men hevði Høgni hildið høvdið kalt til røttu tíðina, hevði hann óivað fingið fult stiga- tal og eisini heitið sum Norðurlandameistari. Helgi silvur eins og Høgni Helgi D. Ziska hevur skarað framúr í føroyskari telving, og enn einaferð megnaði hann at fáa eitt framúr úr- slit. Við 4½ stigum endaði Helgi á einum deildum fyrsta plássi í besta bólki- num saman við Gudmundi Kjartansyni. Gudmundur hevði tó betri mótstøðustig, og tí mátti Helgi taka til takkar við einum silvur- merki. Høgni vs. Egor Av tí at talvið millum Høgna E. Nielsen og Egor Norlin varð so væl telvað, er talvið endurgivið her við viðmerkingum. Hvítur: Høgni E. Nielsen Svartur: Egor Norlin Kapping: NM fyri ung 1. e4 c5 2. Nf3 d6 3. c3 Nf6 4. Be2 g6 5. d3 Bg7 6. Be3 Nc6 7. O-O a6 8. h3 Qc7 Hetta er ein lítið telvaður variantur í Sikiloysku byrjanini 9. Qc1 h5 10. Nh2 e6 11. f4 ... Báðir vísa øgiligan álopsanda 11. ... Bd7 12. Nd2 Rc8 13. e5 dxe5 14. fxe5 Nd5 15. Bxc5 Nxe5 16. d4 Bh6 17. c4 Ne3 18. Ne4 ... Fantastiskt at síggja tveir so ungar telvarar loypa út í eina so torgreidda støðu. 18. ... N3g4 19. Qe1 ... Her hevði Høgni møguleikan at fáa Egor niður við nakkanum við 19. Qc3 Nxh2 20. Nd6+ Kd8 21. Kxh2 Nc6 og hvítur vinnur ein mann 22. d5 19... Be3+ 20. Kh1 Nd3 21. Nd6+ ... Her glapp annar møguleikin Høgna úr hendi, betur var 21. Nxg4 Nxe1 22. Nxe3 Nxg2 23. Nxg2 við einari knúsandi støðu hjá hvítum 21... Qxd6 Her tekur Egor yvirtakið 22. Bxd6 Nxe1 23. Bxg4 hxg4 24. Be5 Rh4 Betur var 24... Nc2 Nú vendur støðan aftur til fyrimun til Høgna 25. Raxe1 Bg5 26. Nxg4 Rxc4 27. Rf2 ... Sterkari var 27. Bf6 27... Bc6 28. b3 Rb4 29. Rd1 ... Høgni vildi við 29. Kh2 framvegis ligið omaná, men ger ein feil, sum fær alt at skrambla saman 29... Rxh3+ 30. Kg1 Rh4 31. Bd6 Rxg4 32. Bxb4 Be3 33. Kf1 Bxf2 34. Kxf2 Rxg2+ 35. Ke3 Rxa2 36. Rh1 Bxh1 0-1 Supertalent úr Sanda­ vági ger um seg í NM Høgni, sum í fjør varð valdur til “Ársins stjørnuskot”, skrivar søgu í føroyskari telving