týsdagur 19. februar 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2008
33
lýsingar
SISU Cup á Kambsdali
22. og 23. februar
VÍKINGUR skipar fyri SISU-innandura
kapping í fótbólti fyri yngru deildirnar
í Ítróttarhøllini á Kambsdali
aldursbólkar:
1. Pinkur .......................(’98-’99-´00)
2. Gentur 10-12 ...........(’96-’97)
3. Smágentur 12-14 ......(’94-’95)
4. Gentur 14-17 ...........(’91-’92-´93)
5. Pinkulingar ...............(’00-’01)
6. Smápiltar ...................(’98-’99)
7. Piltar .........................(’96-’97)
8. Smádreingir ...............(’94-’95)
9. Dreingir .....................(’92-’93)
Á hvørjum liði eru 5 leikarar. Í deildunum gentir
14-17, dreingir og unglingar eru tó bert loyvt
at hava 4 leikarar. 1 skiftisleikari kann verða á
hvørjum liði.
Liðini skulu hava fótbóltsnøvn.
Heiðursmerki verða latin til trý tey bestu liðini í
hvørjum aldursbólki.
Kostnaður kr. 250 fyri hvørt liðið.
Tilmelding á hesum tlf:
Anna 21 33 22 Jonna 22 45 65
Seinasta freist at melda til er:
Mikudagin 20. februar kl 19.00
Víkingur
FTS Timbur
Alt timburarbeiði verður gjørt.
Serkønir í DECRA tøkum.
FTS Timbur
Tel 28 12 82
ftstimbur@ftstimbur.dk
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir einum stuðulsfólki til 6 ára
gamalt barn við serligum tørvi í Vágs komm-
unu at byrja 15. mars 2008 ella so skjótt sum
gjørligt og fyribils fram til summarfrítíðina.
Stuðulin kemur í samstarvi við Frítíðarskúlan í
Vági Sosiala deild, NSR tænastuna í Suðuroy
og familjuna, at stuðla barninum í at fáa ein
innihaldsríkan og mennandi dag.
Vit ynskja, at tann, ið skal setast, hevur hósk-
andi útbúgving og royndir.
Arbeiðið er 15 tímar um vikuna og verður lønt
sambært sáttmála millum Kommunala Arb-
eiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi fak-
felag.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda
tær til Annu Djurhuus, sosialdeildarleiðara á
tlf. 37 36 04.
Umsóknin við prógvum og møguligum við-
mælum skal sendast til Sosiala deild hjá
Porkeris – og Vágs Kommunu í seinasta lagi
3. mars 2008 kl.12.00.
Sosiala Deild
Porkeris- og Vágs Kommuna
Við Á 8 · 950 Porkeri
Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04
T-post: sosialadeild@email.fo
Stuðul í
Fuglafjarðar skúla
Søkt verður eftir stuðli at arbeiða 27 t/viku.
Talan er um 22 t/viku at vera pedagogiskt
mennandi hjá einum næmingi í 2. fl., meðan
5 t/viku eru til ein bólk á 3 næmingar í
framhaldsdeildini.
Starvið er tíðaravmarkað frá 25. mars til 27.
juni 2008.
Søkt verður eftir stuðli, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi
við lærarar skúlans skal taka lut í dagliga
arbeiði skúlans
• dugir at samstarva og vera fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum
eru í skúlanum
• er stundisligur og nærlagdur
Førleikakrøv:
Tann, ið verður settur í starvið, skal helst
hava námsfrøðiliga útbúgving ella
samsvarandi førleika. Fyrimunur er eisini,
um umsøkjarin hevur royndir at arbeiða við
næmingum við serligum tørvi.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 3. mars kl. 10
Setanarsamrøður verða í døgunum 3. til 6.
mars
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja
til skúlastjóran ella varaskúlastjóran á tlf.
737761 ella 737762. Eisini ber til at senda
teldupost til skúlastjóran: suni@ffs.fo
Fuglafjarðar skúli
Postboks 9 · FO-530 Fuglafjørður · Tlf. 737760
Fuglafjarðar skúli hevur í løtuni umleið 320 næmingar
í 18 flokkum. Við skúlan starvast 33 lærarar, 5 stuðlar, 1
skrivari, 1 húsavørður og 4-5 reingerðingarfólk. Í hesum
skúlaárinum fer skúlin at arbeiða við at seta í verk fleiri
menningarætlanir. Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á
heimasíðuni: www.ffs.fo
Suðurstreymoyar
Eystara Prestagjald
Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar
Eystara Prestagjald vegna prest í barnsburðarfar-
loyvi og longdum farloyvi. Talan er um eitt fulltíðar-
starv, ið er tíðaravmarkað frá 1. apríl til 15. august
2008. Starvið er skipað sum hjálp hjá dómprósti-
num. Lønin er samsvarandi fyribils sáttmála við
Fíggjarmálaráðið. Tænastubústaður er ikki til starv-
ið. Einki íbúðar ískoyti verður givið. Umsøkjarar, ið
ikki eru prestvígdir, mega senda prógv og váttan frá
Prestaskúlanum saman við umsóknini. Umsóknin
verður send til Biskupin, J. Paturssonargøta 20,
Postsmoga 8, F0-110 Tórshavn. Umsóknin skal
verða biskupinum í hendi í seinasta lagi tann 7. mars
2008, kl. 15.00. Stift@folkakirkjan.fo.
Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postrúm 12
FO- 110 Tórshavn