Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2008 3 Áhugin at kjakast um nýggju slang- orðabókina hjá fimm ungfólkum var stórur á Bókasavninum í Klaksvík mána- kvøldið Slang Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo -Skeer? - Nm siti bara o chilli Áhoyrarnir hyggja undr- andi at løgnu orðunum á hvíta løriftinum, meðan 17 ára gamla Herborg Hansen greiðir frá, hvat tey merkja. Fyri hana og hini fýra ungu, sum í næstum geva út føroya fyrstu slang-orða- bók, tykist tað verða heilt eyðsýnt at orðini merkja: - Hvat hendir? - Ikki nógv siti bara og slappi av. Nú dyrnar til loyniliga málið hjá teimum ungu vóru gloppaðar, kom av álv- ara ferð á hugin hjá áhoyr- arnum á bókasavninum í Klaksvík mánakvøldið at spyrja meir. Rættlisin? - Er bókin rættlisin, vildi onkur vita. Ein lærari var tað vist. Stjórin á Hvista, Agnar F. Joensen, lat sær ikki merkja, at spurningurin fall eitt sindur við síðuna av. Poengið við slangmáli er jú, minti hann á, at tað ikki fylgir vanligum málsligum reglum. Annars var talan ikki um slang. Hartil eru nógv av skrivligu slang orðunum í veruleikanum ikki orð, men tekn so sum xP, xD og so framvegis, og hvussu rættlesur tú slíkt? Eisini eru nógv av hesum orðunum upprunaliga ensk, sum síðani hava fingið okk- urt slag av føroyskum sniði. So sjálvt um onkur av hes- um orðunum eru at finna í onkrari føroyskari orðabók, hava vit ongar skipaðar reglur fyri, hvussu tey skulu stavast, víst hann á. Liður í ungdómsmentan Ikki óvæntað, vildi onkur vita, um hetta krákumálið, sum onkur hevur kallað tað, fer at hava eina skaðiliga ávirkan á skrivaða málið hjá teimum ungu annars. Men sambært teimum í Hvista og ymsum kanning- um er onki, sum bendir á, at tað fer at henda. Onkur meinar enntá, at jú meir, slangmál trokar seg fram, jú størri verður tilvitanin hjá teimum ungu um, nær og hvar tey ymsu málbrúkini hóska seg. Annars legði Agnar F. Joensen dent á, at slang ikki bara snýr seg um mál, men eisini er ein týðandi liður í ungdómsmentanini. Ongin forðar tær í at fara inn í eitt chatt-rúm hjá teimum ungu við røttum ð’um og komma- seting. Men tá kemur tú neyvan at kenna teg sum ein av hinum og part av serliga samanhaldinum mill- um tey. Stórur áhugi Tiltakið á bókasavninum var úrslit av stóra áhugan- um, sum fólk og miðlarnir hava sýnt slangorðabókini, síðani tíðindini um hana frættust - Vit eru rættiliga ovfarin av stóra áhuganum fyri bókini, tí fyri okkum var hugskotið púra upplagt, sigur Agnar F. Joensen. Bókin og fyritøkan Hvista verða við í kappingini Ungt virki, har vinnarin verður funnin 15. mars. Tá skal dómsnevndin millum annað taka støðu til, hvussu væl fyritøkan hevur megnað at marknaðarført sína vøru. - Vit gjørdu sjálvandi eina marknaðarførings stra- tegi, tí tað er partur av upp- gávuni. Men hon gjørdist mest sum óneyðug, so skjótt, sum fyrstu tíðindini um bókina vóru komin út. Síðani tá, hava stórt sæð allir miðlarnir vilja frætt meira um hetta, sigur Her- borg Hansen, marknaðar- leiðari. Slang-orðabók vekir ans Herborg Hansen, marknaðarleiðari á Í/F Hvista greiðir frá dømum um slang og styttingar FIFA 08 KAPPING EL-IN skipar fyri Play station 3 kapping við stórum vinningi leygardagin 23. februar kl. 11.00 í KÍ-café’ini AVMARKAÐ LUTTØKA Møguligt verður at keypa spøl,  lmar o.a. meðan kappingin er. VINNINGAR 1. Samsung  atskermur LE32S67BD 2. FIFA 08 til Playstation 3 ella 2 + 1 kassa við sodavatni frá Føroya Bjór 3. FIFA 08 til Playstation 3 ella 2 + 1 kassa við sodavatni frá Føroya Bjór TREYTIR FYRI AT VERÐA VIÐ Tú skalt vera 13 ár ella eldri • Luttøkugjald á kr. 0,- • Byrjað verður kl. 11.00 • Tekna teg á tlf. 774 508 ella 774 505, innan hóskvøldið 21. februar. • PLAYSTAION 3 Við 40 GB harðdiski Fyrr: 4.899,- Nú bert 4.199,- FLOTTUR 32” SAMSUNG FLATSKERMUR Fyrr: 9.999,- Nú bert 7.999,- , TILBOÐ HENDAN DAGIN Góðk. el-innleggjaravirki · Klingrugarður 8 · FO-700 Klaksvík · Tlf 474 500 · Fax 474 501 Lesið -so eru tit við!