Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 36 - 20. februar 2008 Friðarbogin, sum umboðar samkynd í Føroyum, mótmælti í dag avtaluni hjá samgonguflokkunum um ikki at nerta spurningin um skrásett parlag komandi fýra árini MótMælisgonga Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tað var ikki við politiskum rakstrarópum og harðligum mótmælum, at felagsskapur teirra samkyndu í Føroyum, Friðarbogin, mótmælti av­ taluni millum samgongu­ flokkarnar, um ikki at taka spurningin um skrásett parlag upp í verandi valskeiði. Heldur ikki bar til hjá Sosialinum at fáa nakra við­ merking frá mótmælisfólku­ num, og tí byggir hendan greinin á eitt prát hjá Elin Winter Poulsen við for­ kvinnuna í Friðarboganum, Tinu K. Jacobsen, í eini tíðindasending á Rás2 fyrrapartin. Her sigur forkvinnan mill­ um annað: ­ Hetta er ein máti at vísa okkara ónøgd. Og vit hava so valt at gera tað á tann hátt, sum politikararnir gera tað, nevniliga við ikki at tosa um hetta málið. So hetta er tað, vit fara at gera, nevniliga at standa í ein tíma, men vit fáa einki burturúr. Vit koma ikki víðari við kjakinum, vit fáa ikki sannført nakran ígjøg­ num hendan tíman um, at skrásett parlag er í lagi, men tað skulu vit heldur ikki sannføra nakran um tey næstu fýra árini. Men tað gera tit nú, fyri at løgtingsfólkini skulu varnast tykkum, ella hvussu? ­ Ja, sjálvandi er tað tí, at samgonguskjálið er so nýtt, tí samgongan er júst byrjað og farin til verka. Eg haldi, at vit beinanvegin eiga at vísa á, at hetta her er ikki rætti mátin í einum demo­ kratii at fara við nøkrum heilt grundleggjandi persón­ ligum rættindum uppá. Rokna tit við eini stórari undirtøku? ­ Tað er torført at siga. Veðrið er ikki av tí ringasta, men tað regnar, og fólk í Føroyum hata regn av onkrari orsøk. Men tað eru fólk, ið ætla sær oman, sum vit hava fingið at vita við telefonuppringingum, telduposti og øðrum, so tað vóna vit, segði Tina K. Jacobsen, forkvinna í Friðarboganum í samrøðu við Rás2 klokkan 11 fyrra­ partin. Mótmælisgongan hjá hjá teimum samkyndu savnaði eini 12­15 fólk frammanfyri Løgtingshúsinum. UMBOÐSRÁÐSVAL 2008 Í ár 2008 skulu 11 limir veljast til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna ATKVØÐURÆTTUR Atkvøðurætt hava øll, sum hava verið tryggingartakarar í felagnum síðani 1. januar 2008. Tryggingartakarar, har árliga tryggingargjaldið er minni enn kr. 50.000,- hava 1 atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar kr. 50.000,- í árligum tryggingargjaldi harafturat, fær limurin 1 atkvøðu upp til í alt 10 atkvøður. Tað ber ikki til at atkvøða við fulltrú. ATKVØÐUSEÐIL OG TÍÐARFREIST Atkvøðuseðlar kunnu umbiðjast frá 11. februar 2008 til og við 24. februar 2008 á høvuðsskrivstovu felagsins. Atkvøðuseðil kann umbiðjast við at ringja til tel 345600, senda fax til 345601 ella teldupost til tf@trygging.fo. Neyðugt er, at viðskiftafólk, ið persónliga biðja um atkvøðuseðil á deildum felagsins, hava samleikaprógv við sær. Verður atkvøðuseðil umbiðin um tel, fax ella teldupost, er neyðugt at upplýsa um navn/navn á virki, bústað og føðingardag. Atkvøðuseðilin skal verða latin innaftur til Ognarfelag Tryggingartakaranna, postadressa Rasmussen & Weihe , í seinasta lagi fríggjadagin 29. februar 2008. VALÚRSLIT Tá valúrslitið fyriliggur, verður tað almannakunngjørt í fjølmiðlunum og á trygging.fo. Tórshavn, 8. februar 2008 Stjórnin INNKOMIN VALEVNI ERU HESI: Árni Jakobsen, Smærugøta 19, 100 Tórshavn Dánjal Jakobsen, Andrasargøta 14, 188 Hoyvík Emil Jacobsen, Skálavegur 193, 480 Skáli Hallur Thomsen, Støðlagøta 2A, 160 Argir Hans Andreas Joensen, Ovaragøta 56, 188 Hoyvík Herman Winther, 435 Streymnes Hervør Hergudóttir, 386 Bøur Ingeborg Godtfred, Garðsgøta 21, 160 Argir Jákup Bech Jensen, Blákollugøta 16, 100 Tórshavn Jákup Egholm Hansen, Bóndaheygur 9, 100 Tórshavn Jákup Oluf á Lakjuni, Helnabrekka 9, 700 Klaksvík Jóhannus Danielsen, Høganesvegur 58, 650 Toftir Jona Nielsen, Undir Fossum 44, 700 Klaksvík Marin í Dali, Tórsbyrgi 10, 100 Tórshavn Ólavur Samson, Kráargøta 76, 700 Klaksvík Ronald F. Poulsen, Turiðargøta 27, 100 Tórshavn Signar Skaalum, í Syðrutoftum 15, 826 Trongisvágur Suni Vinther, Hvarvið 1, 100 Tórshavn Kongabrúgvin · Postboks 329 · FO-110 Tórshavn Tel 345600 · Fax 345601 · tf@trygging.fo · www.trygging.fo VERIÐ VIÐ AT VELJA sansir.fo Mótmæla við bindi fyri munnin Undirtøkan var ikki av teimum størstu, tá Friðarbogin skipaði fyri mótmælisgongu frammanfyri Løgtingshúsið fyrrapartin