mikudagur 13. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 110 - 13. juni 2001
Nr. 110 - 13. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá okkara elskaði maður, pápi, abbi og langabbi
Tór Henriksen
andaðist.
Takk til øll tey, ið fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað. Ein serlig tøkk til prestin fyri troystarrík
orð og til tykkum, ið hjálptu til á ymiskan hátt.
Tóra
Áhugabólkurin Síl í
Ósánna fekk dyggan
stuðul á framsýning á
norðoyastevnu, og
borgarstjórin heldur,
at talan er um sera
áhugavert tiltak
UMHVØRVI
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Áhugabólkurin
Síl í Ósánna hevði á norð-
oyastevnu framsýning um
Ósánna, sum áhugabólkur-
in ætlar aftur skal gerast ein
rein á við lívi í.
Eftir
framsýningina
kennir áhugabólkurin seg
styrktan í sínum arbeiði, og
longu mánadagin var fund-
ur við borgarstjóran í
Klaksvík.
– Framsýningin var væl
vitjað, og fólk vóru á einum
máli um, at okkurt má ger-
ast við Ósánna. Størsti part-
urin av fólkunum vórðu eitt
sindur ovfarin, tá tey fingu
at vita, hvussu ótespilig
støðan í ánni er, sigur
Abraham Mikladal, sum er
ein av stigtakarunum til
áhugabólkin.
– Vit ætla okkum at stríð-
ast fyri okkara ætlan um fáa
áina reina aftur, og vit fara
at gera onkur átøk næstu
tíðina, sigur hann.
Fleiri møguleikar
Ósáin rennir miðskeiðis
gjøgnum Klaksvík. Áin
plagdi at verða ein rein á
við lívi í, men seinastu
nógvu árini hevur áin verið
illa dálkað. Kloakkvatn
rennur í ánna, og tað forðar
fyri, at nakað lív kann
verða í ánni.
– Tað eru fleiri møguleik-
ar at reinsa ánna, og tað er
eisini ymiskt, hvussu nógv
arbeiðið kann kosta. Tað er
tó umráðandi, at okkurt
verður gjørt, sigur Abra-
ham Mikladal.
Mánadagin hevði áhuga-
bólkurin Síl í Ósánna fund
við borgartstjóran í Klaks-
vík, og har varð tosað um
ætlanina at reinsa ánna.
– Skal tað ber til at reinsa
ánna, má kommunan spæla
við. Kommunan má gera
stóra arbeiðið, men arbeið-
ið at skapa hugna og fríðka
um økið eru nógvir borgar-
ar í býnum klárir at hjálpa
til við, sigur Abraham
Mikladal.
Borgarstjórin
áhugaður
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri í Klaksvík, er áhug-
aður í ætlanini hjá Síl í
Ósánni, men hann kann
ikki lova pengar upp á
standandi fót.
– Eg hevði gjarna viljað
latið pengar til ætlanina,
men vit hava nógv átrok-
andi mál at loysa í býnum,
og tí verður ætlanin við
Ósánni partur av viðgerðini
av komandi fíggjarætlan,
sigur Steinbjørn Jacobsen.
– Eg haldi, at tað hevði
verið framúr at fingið ánna
reina aftur, og eg haldi eis-
ini, at vit eiga at seta okk-
um eitt ítøkiligt mál um
hetta. Gera vit ikki tað, er
vandi fyri, at einki hendir,
sigur hann.
Abraham Mikladal fegn-
ast um orðini hjá borgar-
stjóranum.
– Men tað skulu pengar
til, um áin skal reinsast, og
vit kenna helst støðuna
betri, tá fíggjarætlanin hjá
kommununi fyri næsta ár er
gjørd, sigur hann.
– Tað er ikki nóg mikið at
seta 50.000 krónur av um
árið til hetta endamálið, so-
leiðis sum gjørt hevur verið
undanfarin ár. Upphæddin
má minst tíggjufaldast, tí
tað fer helst at kosta einar
fimm milliónir at reinsa
ánna.
Stríðið fyri Ósánni heldur fram
Meirilutin í Klaks-
víkar býráði hevur
leitað í friðarligar
umstøður á Viðareiði
at fundast um sína
fyrstu fíggjaræltan
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Meirilutin
í
Klaksvíkar býráði arbeiðir í
hesum døgum við síni
fyrstu fíggjarætlan.
Millum tær mongu sam-
røðurnar og nevndarvið-
gerðirnar av fíggjarætlanini
fyri næsta ár, hava tveir
fundir eisini verið á Viðar-
eiði. Seinni fundurin var
beint fyri norðoyastevnu.
– Hetta er nýtt, men vit
hava valt at leggja tveir
fundir á Viðareiði, so vit
hava kunna fundast í friði
og náðum. Vit hava givið
okkum góðar stundir at
viðgera tey mongu málini,
sigur Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík.
– Vit eru ein nýggjur
meiriluti í býráðnum, og tí
hava hesir fundir eisini ver-
ið brúktir til at samansjóða
okkum betri, sigur hann.
Avmarkaðar íløgur
Klaksvíkar kommuna kann
gera íløgur fyri umleið 18
milliónir krónur næsta ár,
og nógv er at brúka hesar
pengarnar til.
– Nevndirnar hava hvør í
sínum lagi mett um sín tørv
fyri komandi ár, og nú
verður tað upp til okkum at
prioritera íløgurnar, sigur
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri.
– Tíðirnar eru soleiðis, at
nógv halda okkum hava ov-
mikið at pengum, men so-
leiðis er ikki. Vit hava av-
markaðar møguleikar fyri
íløgum, og tí verða vit
noydd at velja og vraka.
Nógv stórmál á
skránni
Nógv mál verða viðgjørd,
nú
fíggjarætlanin
skal
leggjast fyri komandi árið.
– Vit verða noydd at
halda fram við at betra um
umstøðurnar í skúlunum,
og havnaviðurskiftini eru
eisini eitt átrokandi mál.
Vit hava latið seinasta
byggiloyvi á havnaøkinum,
og nú er einki eftir at
byggja á, sigur Steinbjørn
Jacobsen.
– Barnaansingin er eisini
eitt afturvendandi mál, og
umvælingin av svimjihøllin
fer eisini at kosta nógvar
pengar.
Enn er meirilutin í bý-
ráðnum í Klaksvík ikki
komin á mál í viðgerðini av
fíggjarætlanini,
og
tað
ganga ivaleyst fleiri vikur,
áðrenn uppskotið um fíggj-
arætlan er klárt.
Rýma úr býnum at
fundast
Steinbjørn Jacobsen stendur
á odda fyri nýggja
meirilutanum í Klaksvíkar
býráði, sum nú stríðist við
sína fyrstu fíggjarætlan.
Mynd: Jens Kristian Vang
Boðini væl hægri enn
metingin
Arbeiðið at gera
svimjihøllina í Klaks-
vík í forsvarligan
stand verður
munandi dýrari, enn
metingin legði upp til
UMVÆLING
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Mánadagin
vórðu boðini at gera fyrsta
partin
av
umvæling-
ararbeiðnum í svimjihøllini
í Klaksvík latin upp.
Hóast talan var um al-
menna útbjóðing, komu
bert tvey tilboð, og bæði
vóru frá feløgum í Klaks-
vík. Boðini vóru væl hægri
enn
metingin
av
arbeiðnum.
–
Hetta vísir, hvussu
trupul støðan er í løtuni, tí
øll hava ovmikið at gera, og
tað
ávirkar
kostnaðin.
Skilið var tað sama, tá
arbeiðið
at
gera
út-
stykkingina
á
Helna-
brekku varð boðið út her-
fyri,
sigur
Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri í
Klaksvík.
Átrokandi er við umvæl-
ingum av svimjihøllini í
Klaksvík, skal hon ikki
verða stongd.
Tvær milliónir á muni
Ein umvælingarætlan er
løgd fyri svimjihøllina, og
fyrsti parturin av hesi ætlan
skal tryggja, at høllin ikki
verður stongd.
Fyrsta umvælingarstigið
var mett at kosta um seks
milliónir
krónur,
men
lægsta boðið var um tvær
milliónir hægri.
Kanjon bjoðaði sær at
gera arbeiðið fyri 7,9
milliónir, meðan Klaksvík-
ar Byggivirkið gav tilboð
upp á 8,1 milliónir.
– Nú fer umsitingin at
kanna tilboðini, og síðani
verða samráðingar tiknar
upp við Kanjon, sigur
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri.
Fyrstu
umvælingarnar
eru átrokandi, og ætlanin er
at arbeiðið skal byrja í
summar.
Fyrsti parturin av umvælingararbeiðnum í svimjihøllini í
Klaksvik verður munandi dýrari, enn metingin av arbeiðnum
segði. Tilboðini, sum komu inn, vóru tvær milliónir omanfyri
metingina
C
M
Y
K
3
2