mikudagur 13. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 110 - 13. juni 2001
Nr. 110 - 13. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
TIT SPYRJA VIT SVARA
LÆKNIN
Er slankitablettin
vandamikil?
Eri ein ung kvinna, sum
vigi nøkur kilo ella rættari
fleiri kilo ov nógv. Tí eri eg
byrjað at taka slankitablett-
ina “Letigen”. Tað sum eg
vil spyrja um er: um eg
verði við barn meðan eg
taki tablettirnar, kanska 1
til 2 um dagin, kann barnið
so taka skaða av tablettini?
Eg hevði givist so skjótt eg
uppdagaði eg var við barn,
men tað kunnu jú ganga
tvær vikur áðrenn man
verður varug við tað.
Letigen inniheldur coffein
og ephedrin. Tað fyrra virk-
ar stimbrandi og mettandi.
Tað seinna økir stoffskiftið
og harvið feittforbrenning-
ina. Men hesin virknaður er
ikki so stórur einsamallur,
og tí er Letigen betri, um
hann verður brúktur sum
stuðlandi heilivágur, har
motivatiónin at klænka seg
frammanundan er í lagi.
Royndargrundarlagið
fyri Letigen og líknandi
heilivág er ov lítið til at
kunna siga nakað um
møguliga ávirkan á fostrið
-
sokallaða
teratogena
effektin.
Men
ephedrin
virkar á hjartað og æðrar,
so pulsur og blóðtrýst økj-
ast. Somuleiðis fær coffein
æðrarnar í heilanum at
trekkja seg saman. Hesi
árinini síggjast meiri og
minni eisini í fostrinum.
Men um tað er vandamikið,
veit mann ikki. Men hví
koma barninum í vanda
longu frá gitingarstundini?
Tí haldi eg, at Letigen er
fyri kvinnur, sum gjølla
hava tilrættalagt at klænka
og í ætlanini hava lagað
tað soleiðis, at tær ikki
verða við barn, so leingi
klænkingin varir.
LØGREGLAN
Treytir fyri
prutlkoyring
Hvørjar treytir eru fyri at
sleppa at koyra á prutli?
Kann ein t.d. 16 ára gamal
drongur bara sleppa at
keypa sær eitt prutl og so
koyra avstað, uttan at hava
staðið nakra førleikaroynd
fyrst. Fyrr var tað soleiðis,
at eitt koyrikort til prutl var
kravt, men er hetta til
longur?
Eisini kundi eg hugsað
mær at vita, um tað er í tráð
við lógina, at 16 ára gamlir
dreingir
kunnu
keypa
prutl/skutarar, sum kunnu
koyra 45 km/t. Er markið til
tey undir 18 ára aldur ikki
30 km/t?
Fyri at koyra á prutli, skal
ein vera minst 16 ára gamal
og hava tikið føraraprógv
frá Bileftirlitinum. Eisini
fólk, sum eru yvir 18 ára
gomul og hava tikið koyri-
kort, kunnu koyra prutl.
Prutl má einans koyra 30
km/t. Spurningurin viðvíkj-
andi prutl og 45 km/t, er
eftir ferðslulógini í Føroy-
um ein motorsúkkla. Í ES-
londunum hava tey nakað
sum eitur 45 km/t prutl,
men er hetta ikki galdandi í
Føroyum. Tað er tó møgu-
leiki at keypa (ES prutl) í
Føroyum, sum koyra 45
km/t, men skulu tey tá
skrásetast sum motorsúkkl-
ur og koma undir somu
reglur. Tó eru serligar regl-
ur galdandi fyri hetta slag
av motorsúkklum, har ein
skal hava koyrikort til antin
bil ella motorsúkklu, með-
an til vanligar motorsúkkl-
urnar krevst motorsúkklu-
koyrikort.
Vónandi er hetta svarið
nóg greitt.
Spyrjið serfrøðingarnar
Hava tit spurningar til
serfrøðingarnar,
kunnu tit senda teir til:
Sosialin
postsmogu 76
110 Tórshavn
ella á fax: 314720
og teldupostadressuna:
spyr@sosialurin.fo
- Tað er heilt
natúrligt, at eitt
vælferðarsamfelag
sum Føroyar, bjóðar
deyðsjúkum linnandi
røkt og umsorgan
seinastu tíðina, sigur
Jákup N. Olsen,
formaður í nevnd,
sum kannar tørvin á
hospice í Føroyum
HOSPICE
Turið Kjølbro
Um eina góða viku fær
landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum
handað eitt tilmæli frá eini
starvsnevnd, sum hevur
kannað tørvin á hospice í
Føroyum. Hospice veitir
linnandi røkt og umsorgan
til fólk, ið liggja fyri deyð-
anum.
- Uppgávan hjá okkum
hevur verið at kanna tørvin
á palliativari ella linnandi
umsorgan í Føroyum. Vit
hava hugt eftir, um tørvurin
kann nøktast innan heilsu-
verkið, samstundis sum vit
hava hugt nærri at, um
skilabetri er at seta á stovn
sjálvstøðugt
hospice,
heimahospice, eina pallia-
tiva eind ella eitt palliativt
lið. Vit hava útgreinað fyri-
munir og vansar í teimum
loysnum vit vísa á, sigur
Jákup N. Olsen, formaður í
nevndini.
Greið yvir støðuna
Treytin fyri at taka av til-
boði um at koma inn á
hospice er, at sjúklingurin
er greiður yvir, at eingin
lekjandi viðgerð er at fáa.
- Á einum hospice eru
góð røkt, umsorgan og eitt-
hvørt pínulinnandi í hásæti
soleiðis, at sjúklingurin
kann liva virkið tíðina
viðkomandi hevur eftir -
mótvegis virknari deyðs-
hjálp. Í dag verður hendan
røktin partvís veitt á sjúkra-
húsunum og heima, men
munurin er, at tú sum
sjúklingur í Føroyum ikki
kanst velja ímillum sjúkra-
hús ella at verða heima.
Skulu vit hava heima-
hospice má heimarøktin
útbyggjast, eitt nú við
døgnvakt og hana hava vit
ikki sum er.
- Tað ber eisini til at gera
palliativar eindir á øllum
sjúkrahúsunum ella eina
eind bara á Landssjúkra-
húsinum. Palliativar eindir
kunnu eisini vera á røktar-
heimunum, og heimarøktin
kann útbyggjast soleiðis at
vit
fáa
heimahospice.
Sjálvstøðugt hospice er
eisini ein møguleiki, men í
tí liggur, at ein bygningur
verður bygdur til enda-
málið. Hinvegin er munurin
millum eina palliativa eind
og eitt hospice ógvuliga
lítil. Mín persónliga meting
er, at tað mest realistiska í
Føroyum er at seta á stovn
eina
palliativa
eind
á
Landssjúkrahúsinum. Hin-
ar loysnirnar eru allar
dýrari.
Hospice, sum í grundini
merkir herberg ella heim
fyri deyðsjúk, byrjaði í
Onglandi á sinni. Á einum
hospice er møguligt hjá
sjúklinginum í heimligum
umhvørvi at hava síni
næstu um seg alt døgnið.
- Eg ivist ikki í, at
starvsfólk á sjúkrahúsunum
gera alt fyri, at tíðin sum
eftir er hjá tí ólekjandi
sjúka verður so góð sum til
ber. Umstøðurnar eru bara
ikki nøktandi fyri at veita
viðkomandi tað besta, eitt
nú at kunna bjóða teim
næstu at vera hjá alla tíðina,
sigur Jákup N. Olsen.
Gongd á
Frá 1. jan. 1996 til 31. des.
í 1999, tvs. í fýra ár doyðu
384 føroyingar av krabba-
meini. Út frá hesum ber til
at siga, at tørvur er á einum
hospice í Føroyum við 5-6
seingjarplássum.
- Doyggjandi fólk liggja í
miðal 20 dagar á sjúkrahúsi
í síðstuni.
Í niðurstøðuni í tilmæl-
inum til landsstýrismannin
fer
arbeiðsbólkurin
at
skjóta upp, hvussu gongd
kann koma á málið.
- Viðvíkjandi tíðarætlan
er spurningurin fígging.
Eru pengar til staðar, kann
farast í gongd beinanvegin.
Tað var eftir áheitan frá
sjúkrahúsráðnum, sum er
mannað av sjúklingafeløg-
um, at fyrrverandi lands-
stýriskvinnan í almanna- og
heilsumálum
setti
eina
nevnd at kanna tørvin á
hospice
í
Føroyum.
Í
nevndini sita umboð fyri
sjúkrahúsráðið,
sjúkra-
systrastjóran, læknafeløg,
heimarøktina og Sjúkra-
systrafelag Føroya. Nevnd-
in hevur arbeitt síðani sein-
asta heyst og í næstu viku
verður greitt, hvat er komið
burturúr.
Tørvur á heimi fyri deyðsjúk
- Eg ivist ikki í, at starvsfólk á sjúkrahúsunum gera alt fyri, at
tíðin sum eftir er hjá tí ólekjandi sjúka verður so góð sum til
ber. Umstøðurnar eru bara ikki nøktandi, sigur Jákup N.
Olsen, formaður í nevndini
Ikki færri enn 25 fólk
vilja taka tøk í Al-
manna- og heilsu-
málastýrinum
STØRV
Turið Kjølbro
Stórt mannfall hevur verið í
Almanna- og heilsumála-
stýrinum í longri tíð. Ikki
bert aðalstjórin er farin,
men eisini undan og eftir
honum heilt fitt av fólki.
Grundin til, hví fólk eru
rýmd av einum lutfalsliga
nýggjum arbeiðsplássi eru
ivaleyst nógvar og ymiskar.
- Stór ónøgd við arbeiðs-
plássið og at stýrið hevur
virkað so illa, hevur verið
viðvirkandi til, at væl
skikkað fólk leita aðra
staðni, sigur Sámal Petur í
Grund, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum.
Nakað herfyri søkti Al-
manna-
og
heilsumálastýrið
eftir
fulltrúum til ymisk øki.
Sóknast verður eftir fólki
við
akademiskari
út-
búgving ella líknandi. Høv-
uðsuppgávan hjá teimum,
sum sett verða, verður at
ráðgeva deildarstjóra, aðal-
stjóra og landsstýrismanni,
gera og ummæla uppskot til
lógir,
málsviðgerð
og
mangt annað. Ikki færri
enn 25 umsóknir komu inn.
Støða er ikki tikin til,
hvussu nógv fólk verða sett
ella hvørji verða sett.
- Umsóknirnar eru ikki
kannaðar enn, og tí ber ikki
til at siga, hvussu nógv fólk
verða sett, sigur Sámal Pet-
ur í Grund.
Ein innanhýsis bólkur í
stýrinum skal kanna tær 25
umsóknirnar. Áðrenn hesin
fer til verka, skulu onnur
fólk eitt nú løgmaður,
landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum,
løgmansskrivstovan
og
onnur taka støðu til, hvør
verður næsti aðalstjórin í
Almanna- og heilsumála-
stýrinum. Átta fólk eru um
boðið.
FELAG
Turið Kjølbro
Nevndin í felagnum Sinnis-
bata er óbroytt aftaná aðal-
fundin, sum júst hevur ver-
ið. Formaður er Svenning
av Lofti, Margreta Poulsen
er næstformaður, Arnfinn
Poulsen er kassameistari,
Thomas
Thomasen
er
skrivari og Ásla Svensson
er nevndarlimur. Eykalimir
eru Maria Andersen, Sól-
bjørg Petersen og Marjun
Holm.
Á aðalfundinum vóru
nakrar
lógarbroytingar
gjørdar, eitt nú varð sam-
tykt, at í framtíðini skulu
tríggir eykanevndarlimir
vera ístaðin fyri tveir.
Sinnisbati arbeiðir til
frama fyri at bøta um korini
hjá sinnisbrekaðum, at út-
vega teimum vardar íbúðir
og at finna teimum hósk-
andi arbeiðir og frítíðar-
ítriv.
25 vilja verða fulltrúi
Sinnisbati óbroytt
Millum 30 og 40 fólk í
Føroyum hava óleki-
ligu sjúkuna sclerosu.
Formaðurin í felagn-
um, Hendrik Jacobs-
en, metir, at tað týdn-
ingarmiklasta hjá
sclerosusjúklingum er
at hava atgongd til
serfrøðing. Henda
møguleikan hava
sjúklingarnir júst
fingið aftur
SCLEROSA
Stefan í Skorini
Nógv bendir á, at orsøkin
til sclerosu er, at nervaskip-
anin verður álopin av onkr-
um virusi. Granskarar hava
enn ikki funnið ta veruligu
orsøkina til sclerosu, men
teir nærkast í hvørjum.
Sclerosa rakar oftast ung
fólk, sum mugu liva við
sjúkuni alt lívið. Støðan hjá
einum sclerosu sjúklingi
versnar so spakuliga, sum
árini ganga, og sjúklingurin
missir førleikan. Fleiri ger-
ast rørslutarnað og mugu tí
sita í koyristóli, og fleiri
missa eisini sjónina.
Tað slepst ikki av við
sjúkuna, um tú hevur fingið
hana, men jú fyrr sclerosu-
sjúklingurin fer í viðgerð,
jú meira verður sjúkan
seinkað. Tí ræður um at fáa
serkøna hjálp sum skjótast,
tá
sjúklingurin
varnast
hana.
Tey norðurlendsku scler-
osu feløgini hava júst havt
fund í Føroyum, og her
verður dentur lagdur á at
betra um lívsgóðskuna hjá
sjúklingum. Tað er m.a. av
alstórum týdningi, at sjúkl-
ingarnir fáa sálarsosiala
viðgerð. Hetta betrar um
lívsgóðskuna, tí sjúklingur-
in lærir at liva við sclerosu.
Tá sclerosa verður stað-
fest, er tað umráðandi, at
sjúklingurin fær samband
við onnur í somu støðu.
Mangan heldur sjúklingur-
in, at hann er einsamallur í
hesi støðu, og tí er týdning-
armikið fyri lívsgóðskuna
at hava samband við aðrar
sjúklingar.
Granskarar
hava
fyri
stuttum funnið fram til eitt
evni, ið kann tálma sjúkuni,
men tó ikki lekja hana.
Eingin føroyingur hevði
sjúkuna fyri kríggið, men
síðan tá hava alt fleiri fing-
ið staðfest sclerosu.
Illgruni er um, at sjúkan
stavar frá herpes virusi,
sum ávirkar nervaskipan-
ina.
Munur á Føroyum og
grannalondum
Hendrik Jacobsen sigur, at
sjúkan sjálvsagt er tann
sama her sum aðrastaðni,
men umstøðurnar eru ikki
eins góðar.
Vit hava ongan serlækna
á hesum økinum, og tí
skulu sjúklingarnir niður til
Danmarkar at fáa viðgerð
frá serkønum.
Síðan 1989 hava eingir
føroyskir sjúklingar verið
niðri á sjúkrahúsum hjá
sclerosufelagnum í Dan-
mark, men hesin møguleik-
in stendur teimum aftur í
boði nú. Tveir sjúklingar
fara í øllum førum avstað í
ár, men fleiri umsóknir eru
væntandi.
Vegna avmarkaðar fíggj-
arligar møguleikar hava
føroyskir sjúklingar ikki
havt møguleika at leita sær
heilsubót í Danmark í fleiri
ár. Í føroyska heilsuverkin-
um hava sclerosurakt ikki
eins góðar møguleikar at
betra um lívsgóðskuna sum
í Danmark, tí hevur tað
verið tungt seinastu tíggju
árini.
Tá talið av sjúklingum er
so lítið í Føroyum, ber ikki
til at hava serlæknar og ser-
sjúkrahús. Tí er neyðugt at
dúva uppá grannalondini.
Tað er av alstórum týdn-
ingi, at sjúklingar hava
tryggjað sær atgongd til
serfrøðing
við
jøvnum
millumbilum.
– Av tí at fleiri sclerosu-
sjúklingar eru rørslutarnað-
ir, eru vit verri fyri í Føroy-
um, tí umstøðurnar hjá
rørslutarnaðum ikki eru av
teimum bestu. Hinvegin eru
stórir batar gjørdir á tí økin-
um, tí fleiri onnur rørslu-
tarnað eru eisini í Føroyum,
sigur Hendrik Jacobsen.
Hendrik Jacobsen er for-
maður í føroyska sclerosu-
felagnum. Hinir limirnir
eru Marianna Simonsen,
Jákup Jóhannus Matras,
Diana Jacobsen, Mogens
Eriksen og Annika Festir-
stein.
Í týsdagsblaðnum stóð
skrivað, at innbrot hevði
verið í Skálabúðini í
Havn. Av misgávum er
hetta
navnið
komið
skeivt fyri. Tað skuldi
vera í Skótabúðini.
Innbrotið var sostatt
framt í Skótabúðini á
Hoydalsvegi 6 og ikki í
Skálabúðini.
Tiknar
vórðu 5.000 krónur í
reiðum peningi og kre-
ditnotur, sum høvdu eitt
virði uppá 13.000 krón-
ur.
Vit biðja um umber-
ing fyri mistakið.
Innbrot í Skótabúðini
ikki Skálabúðini
Korini batna:
Sclerosusjúklingar sleppa aftur til Danmarkar
Sclerosu sjúklingar gerast ofta
rørslutarnaðir, og aðrir missa
sjónina. Tað er umráðandi
hjá teimum at samskifta hvør
við annan
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4
Móttøka
Í hesum døgum eru 30 ár liðin
síðani
Matstovan Muntra
í Fuglafirði læt upp.
Í hesum sambandi verður
móttøka
hósdagin 14.06. kl. 14–17.00
á Muntra.
Øll eru vælkomin!