mikudagur 20. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 36 - 20. februar 2008
Serligur tørvur
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Solbjerg, Århus: Barnalát
ur hoyrist úr einum kamari.
Tveir dreingir spæla Play
Station. Teir eita Esmund
og Sigfríður, og teir eru 11
og 8 ára gamlir.
Mamma teirra, Marita
Øre, setur vørur upp á pláss
í køkinum, meðan kettan,
Kisan, melur runt í stovuni.
Pápi teirra, Páll Sigvald, er
sjómaður, so hann er ikki
heima.
Ein púra vanlig familja –
føroysk familja – sum hevur
valt at búseta seg nakað
sunnan fyri Århus, tí før
oyska samfelagið ikki hevði
nakað nøktandi tilboð til
fimta limin í hesi familjuni.
Marta Øre.
Hon er ikki komin heim
úr skúlanum enn.
Marta gongur á serskúla
fyri børn við ADHD.
Meðan Marita greiðir frá,
hvussu dagurin hongur sam
an, gongur hurðin. Marta er
komin til hús. Kisan fer
rennandi ímóti henni. Sam
stundis sum Marta setur
skúlataskuna niður á gólv,
tekur hon kettuna upp og
klemmar hana.
Hetta er heimsins fitt
asta ketta, sigur Marta og
brosar.
Gentan er øðrvísi
Marta er fyrsta barnið hjá
Maritu og Páll Sigvald Øre.
Tá hon var um tvey ára
aldur, varnaðust tey, at tað
ruggaði ikki heilt rætt við
dótrini.
Og tá byrjaði stríðið við
at finna útav, hvat bagdi
henni. Sjey ár seinni varð
tað endiliga staðfest, hví
Marta Øre var øðrvísi. Hon
hevði ADHD.
Sjey ár, har foreldrini
royndu saman við myndug
leikunum í Føroyum at
finna útav, hvat bagdi
Martu. Uttan úrslit.
Hetta var ein strævin
tíð. Vit vistu ikki, hvat
henni bagdi, hvat henni
tørvaði og vit máttu bara
taka ein dag í senn, sigur
Marita Øre og yppir øksl.
Marta dugdi ikki at spæla
við onnur børn. Ofta bleiv
hondfast millum hana og
onnur børn, og av tí at hon
ikki var før fyri at seta seg í
støðuna hjá øðrum, var hon
rættiliga ógvuslig. Til end
ans var tað ovboðið á dag
stovninum, sum Marta gekk
á. Um hetta mundið var
Marta fimm ára gomul.
Hon slapp ikki at ganga
har meira. Tey maktaðu
hana ikki, sigur Marita og
fjalir ikki út yvir, hvussu lít
ið hon heldur um, at gentan
varð blakað út úr barna
garðinum, sum hon málber
seg sjálv.
Tað var ein “falliter
klæring,” haldi eg.
Frægari í skúlanum
Tá Marta fór í skúla, merktu
foreldur hennara ein bata
hjá henni, men tað var bert
í eina stutta tíð, tí Marta
fekk framvegis ikki ta hjálp,
Marta hevur ADHD:
Fekk on
Í sjey ár bíðaðu Marita og Páll Sigvald
Øre úr Fuglafirði eftir eina diagnosu til
dótrina, sum hevði atferðartrupulleikar.
Danskir serfrøðingar staðfestu ADHD
í 2004. Tá familjan varnaðist, at ongin
hjálp var at fáa í Føroyum, gjørdu tey av
at flyta alla familjuna til Danmarkar.
– Tá hevði Marta verið offur nóg longi.
Dóttur okkara hevði meira at siga enn
føroyska samfelagið, sigur Marita Øre
13 ára gamla Marta Øre hevur fingið
góða hjálp í Danmark. Her er hon
avmyndað við kettuni hjá sær, sum
eitur Kisan.
- Hon er ein glað og vælnøgd genta í
dag, sigur mamma hennara
Skeivt at friða ísbjørnina
Ætlanin hjá amerikonsku myndugleikunum at lýsa ísbjørnina
sum eitt av teimum hóttu djórasløgunum møtir stórari mótstøðu
millum inuittarnar í Kanada. Sambært The Times halda
inuittarnir, at tað er ikki teirra veiða, sum hóttir ísbjørnina, men
heldur avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Sambært
blaðnum er amerikanska stjórnin undir stórum trýsti frá
felagsskapum sum Greenpeace, sum vilja hava ísbjørnina friðaða
allastaðni.
Ørnirnar doyðu
Í fjør vórðu tvær havørnir fluttar úr Noregi
til Írlands í einari roynd at menna stovnin av
nýggjum, men vanlukkutíð doyðu báðar. Nú
eru løgreglan og fuglafrøðingar farin undir
at kanna orsøkina, skrivar Reuters. Havørnin
helt til í Kerryøkinum har suðuri í Írlandi
fyrr, men hon doyði út fyri umleið hundrað
árum síðani. Í Írlandi hava fleiri illgruna um,
at bøndurnir í Kerry hava beint fyri teimum
báðum ørnunum, sjálvt um ørnin er friðað.