Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2008 ga hjálp í Føroyum sum henni tørvaði. - Skúlin vísti ein góðan vilja til at hjálpa henni, og tað hevði stóran týdning fyri okkum, greiðir Marita frá. Framvegis royndi familj- an at fáa staðfest, hvat bagdi, men tað gekk strilt- ið. Men so ein dagin hóm- aðist ein glotti fyri framman. Mest sum av tilvild komu tey í samband við danskar serfrøðingar frá psykiatrisk afdeling í Risskov í Århus. Serfrøðingarnir kannaðu Martu og staðfestu eftir lítl- ari løtu, at gentan hevði ADHD. Tað var ein lætti fyri Maritu og familjuna, tí lok- sins var ein diagnosa sett á Martu, og so væntaðu tey, at tað fór at bera til at hjálpa henni. - Vit fingu allatíðina at vita, at vit noyddust at bíða til tey høvdu funnið út av, hvat Martu bagdi, áðrenn hon kundi fáa nakra hjálp ella viðgerð, greiðir Marita Øre frá. Hon heldur fram, at tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn tey varnaðust, at hjálpin framvegis var langt burturi. Tað, at Marta hevði fingið eina diagnosu, merkti ikki, at hon fekk meira hjálp. - Vit tosaðu við donsku serfrøðingarnar og spurdu okkum fyri, hvørja hjálp vit kundu fáa, um vit búðu í Danmark, sigur Marita. Hetta vóru upplýsingar, sum gjørdust avgerandi fyri, at familjan flutti úr heimlandinum á sumri í 2004. Tey fingu at vita, at í Dan- mark hevði Marta komið í serskúla, hon hevði verðið kannað við jøvnum millum- bilum og skipanin bjóðaði eisini vegleiðing og ráð- geving til foreldrini. - Tað ljóðaði sum ein dreymur, sigur Marita. Stór framstig Ta fyrstu tíðina, eftir at tey vóru flutt, var tað sera roka- ligt og ørkymlandi. - Vit skuldu jú finna skúla til børnini, finna onkrastaðni at búgva og alt tað, sum hoyrir til, tá man flytur, greiðir Marita frá. So við og við fullu børn- ini til – eins og Marita og Páll Sigvald eisini vandu seg við nýggju umstøður- nar. Samstundis sum Marta fekk hjálp, byrjaði hon at gera framstig. - Marta verður ongantíð frísk, men hon hevur tað munandi betri í dag. Hon er glaðari og fær undirvísing, sum svarar til hennara tørv. Harafturat vita vit eisini bet- ur í dag, hvussu vit skulu handfara Martu, tá illa stendur til, sigur Marita Øre og leggur dent á týdningin av at fáa eina kenslu av, at tað verður tikið hond um trupulleikarnar. - Vit fáa ongantíð at vita, at nú gerst ikki meira. Hava vit trupulleikar ella spurn- ingar, kunnu vit altíð venda okkum til onkran og fáa ráð- geving. Tey hava altíð upp- skot um, hvussu ein støða kann verða loyst, og tað hevur nógv at siga. Aftan á næstan fýra ár í Danmark er Marita fram- vegis sannførd um, at tað var rætt at flyta. Hon angrar onki og sigur bart út, at tey flyta ikki aftur til Føroya at búgva, so longi sum onki til- boð er til Martu. - Hóast tað kann vera long bíðitíð til tey ymsu til- boðini til vaksin við ADHD í Danmark, so hevur tað nógv at siga, at man veit, at møguleikarnir eru her. Her hevur Marta eina framtíð. Samrøða við Maritu Øre var at hoyra í morgun­sen­din­gin­i á Rás 2 í morgun­ og verður en­dursen­d í kvøld kl. 22.00 Marta avmyndað saman við mammu síni, Maritu, og beiggjanum, Esmundi. Marta gongur á serskúla fyri børn við ADHD, fær viðgerð og er javnan til kanningar. Herfyri staðfestu danskir serfrøðingar, at hon eisini hevur infantila autismu Tað var rokaligt ta fyrstu tíðina, eftir at tey vóru flutt til Danmarkar, men nú trívast øll trý børnini, Marta, Esmund og Sigfríður, væl á flatlondum ” Vit fingu allatíðina at vita, at vit noyddust at bíða til tey høvdu funnið út av, hvat Martu bagdi, áðrenn hon kundi fáa hjálp ” Vit fáa ongantíð at vita, at nú gerst ikki meira. Tey hava altíð uppskot um, hvussu ein støða kann verða loyst, og tað hevur nógv at siga Mentanarhúsið fingið skeinkiloyvi aftur Tað vakti ans, tá Mentanarhúsið í Fuglafirði misti skeinkiloyvi, tí leiðslan í húsinum av misgávum ikki hevið sent umsókn inn til tíðina. Hetta gjørdi, at lítið og onkið virksemi hevur verið í húsinum, eftir at húsið misti skeinkiloyvið. »Í dag ynskja gestir, sum ganga til slík tiltøk og annað, at tað skal kunna bera til at keypa sær okkurt leskiligt afturvið einum góðum tiltaki, sum Mentanarhúsið í mong ár hevur staðið. Nú er so skeinkiloyvi komið aftur í Mentanarhúsið. Nógv sera góð tiltøk hava verið í Mentanar- húsinum gjøgnum tíðina,og halda hesi tiltøk sjálvandi fram í Mentanar- húsinum eins og undanfarin ár«, skrivar húsið í tíðindaskrivi. Eik hækkar rentuna Sum ein beinleiðis avleiðing av hækkandi rentum á altjóða lánimarknaðinum hækkar Eik Banki nú eisini sínar útlánsrentur. Øll útlán - bæði privat og vinnulig - hækka við millum 0,1 og 0,5 prosentum p.a. Rentan á 1. veðrættarlánum, sum higartil hevur verið 6 prosent p.a., hækkar við 0,1 prosenti p.a. Rentuhækkingin fær virknað frá 21. februar 2008. Eik er einasti føroyski banki, ið veitir realkredittlán til sethúsaeigarar, og tey verða ikki ávirkað av dagsins rentuhækkingum, skrivar Eik í tíðindaskrivi. Rentan á teimum lánunum er í dag uml. 5,3 prosent. ➥