mikudagur 20. februar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 36 - 20. februar 2008
Sosialurin í morgin:
Skelkaður av føroysku líkasæluni
Viðgerðin av skúlatilboðunum til børn við menningarórógvi heldur fram í morgin
við samrøðu við Ingvald á Kamarinum, sum rekur ein danskan serskúla fyri júst
slík børn. Hann søkti fyri tveimum árum síðani Mentamálaráðið um at seta ein
líknandi skúla í stovn í Føroyum. Hann undrast í greinini um tøgnina í
Mentamálaráðnum, men kritiserar eisini lærarafelagið og pedagogfelagið fyri at
finna seg í støðuni.
Havísurin bráðnar
Seinastu tíðina hevur rættiliga fitt av havísi verið á leiðunum
millum Ísland og Grønland, men nú tykist tað, sum at hann er
farin at bráðna. Íslendska sjóverjan sendir regluliga eitt flogfar
at kanna ísviðurskiftini, og í gjár boðaði flogfarið frá, at ísurin
er minkandi, og at hann var tunnur nógvastaðni. Tá var
ísrondin 30 fjórðingar úr Horni á Vestfirðum, 62 fjórðingar í
útnyrðing úr Straumnesi og 50 fjórðingar vestur úr Kolbeinsey.
Tað er lýggjari í Íslandi nú, og havísurin í Grønlandsfjørðinum
minkar (Mynd: Landhelgisgæslan)
Nei til námsvinnu
Grønlendska landsstýrið kann gott sleppa øllum sínum
ætlanum um at lata veiðimenn arbeiða í námsvinnuni í
framtíðini. Tað var tann greiði boðskapurin, sum Finn
Karlsen, landsstýrismaður, fekk á einari
veiðimannaráðstevnu í Nuuk í gjár. Landsstýrismaðurin
hevði nevnt, at 700 veiðimenn kundu flyta til
námsvinnuna, men tað vildu veiðimenninir ikki hoyra
talan um. Teir vilja heldur hava myndugleikarnar at
tryggja korini há veiðimonnunum.
Søgan um Martu
Øre er ikki eitt
einsamalt dømi.
Sosialurin hevur
havt samrøður við
fleiri foreldur, sum
aftur og aftur vísa á
syndarligu støðuna
hjá børnum við
menningarórógvi í
Føroyum
Børn og ung
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Marita og Páll Sigvald Øre
valdu at flyta til Danmarkar,
fyri at 13 ára gamla dóttirin
kundi fáa ta hjálp henni
tørvaði. Eftir fleiri ára stríð
og niðurløg uppgóvu tey
vónina um ein føroyska
framtíð og fluttu av landi
num. Hóast dóttirin fekk
staðfest ADHD, vóru eingin
tilboð tøk í Føroyum, men
danska
skipanin
kundu
bjóði bæði serskúla og veg
leiðing og ráðgeving til for
eldrini.
Tíverri er hetta bara ein
av mongum søgum, sum
vísa, at føroyska skipanin
er fullkomiliga afturútsilgd,
tá tað snýr seg um skúla
tilboð til børn við menning
arórógvi. Foreldrini kenna
seg einsamøll við trupul
leikunum, og hjá almennu
skipanini renna tey seg all
tíðina í stongdar hurðar.
Sosialurin hevur kunn
leika til fleiri familjur, sum
hava gjørt eins og Fugla
fjarða familjan. Familjur
sum flýggja undan føroyska
veruleikanum, har børn við
ósjónligum
trupulleikum
sum ADHD, Torette, Asperg
ers og øðrum menningar
og kensluórógvi ikki fáa
nóg góða hjálp.
Foreldur standa
hjálparleys
Blaðið hevur eisini havt
samrøður við fleiri foreldur,
sum ikki eru rýmd, men
stríðast við at veita børnum
sínum hjálp. Í oktober 2007
høvdu vit samrøðu við Dáv
ur Eyðunsson Sørensen og
Sigrun Næs Joensen. Tey
hava eina 9 ára gamla dóttir
við autismu, sum gongur í
einum vanligum føroyskum
fólkaskúla. Hóast dóttirin
hevur stuðul í skúlanum, so
stúra foreldrini fyri fram
tíðini, tí tann hjálp sum
børn fáa fyrstu árini er ikki
nokk, tá dóttirin verður
eldri og munurin millum
hana og onnur størri. Eisini
lýstu Dávur og Sigrun,
hvussu tungt tað var at stríð
ast við almennu skipanina,
har tey vóru víst frá einum
myndugleika til annan uttan
veruliga at fáa nakra veg
leiðing og hjálp.
Maud
Wang
Hansen
greiddi tann 7. februar í
samrøðu við Sosialin frá
um 26 ára gamla son sín,
sum í dag gongur á donskum
serskúla eftir ára langa oyði
markagongd í Føroyum.
Sonurin vaks upp í Danmark
og fekk stuðul í donsku
skúlaskipanini, men eftir at
tey fluttu heim, tá ið hann
var 16, fór hann spakuliga í
hundarnar.
Maud Wang
Hansen greiddi frá, at hon
sum mamma ikki var før
fyri at veita soni sínum
neyðugu
hjálpina,
og
almenna føroyska skipanin
hevði heldur einki at bjóða.
Einasta loysn var at senda
hann til Danmarkar.
Tung og ógreið
skipan
Evy Danielsen og Selma
Johannesen høvdu ørðvísi
søgur, men upplivingin var
tann sama. Føroyski fólka
skúlin er ikki egnaður til øll
børn, og almenna skipanin
er so tung at fáast við, at
tað eru bara tey sterkastu
foreldrini, sum orka at
halda á at berjast.
Sosialurin hevði tann 6.
februar samrøðu við hesar
báðar mammur úr Vágu
num. Evy hevur eina 12 ára
gamla dóttir við ADHD við
Asperger og depressivari
helling. Danskir serfrøð
ingar mæltu henni til at
senda dóttrina á danskan
skúla, men Evy vildi ikki
góðtaka, at einki føroysk
tilboð var til skúlabørn við
slíkum trupulleikum. Hon
hevur stríðst fyri at geva
dóttrini eitt virðiligt lív og
nøktandi stuðul í Føroyum,
og eitt úrslit av hesum er, at
Familjuhúsið í Sandágerði,
sum var ætlað børnum
undir skúlaaldri, setti nøkur
fyribils pláss til skúlabørn.
Evy Johannesen hevur 15
ára gamlan son við ADHD,
sum 1. marts byrjar á góð
um donskum serskúla. Son
urin fær ikki nóg góða hjálp
í Føroyum, og Selma og
maðurin vilja ikki bara
hyggja tigandi at, meðan
sonurin uppgevur lívið. Tí
hava tey í eitt hálvt ár stríðst
fyri
at
fáa
stuðul
úr
Almannstovuni til at senda
hann niður. Eins og hinar
mammurnar hevur Selma
uppliva hetta sum eitt einsa
malt stríð ímóti einari tung
ari skipan. Starvsfólk í skúl
anum og í almannastovuni
hava víst góðan vilja, men
alt druknar í tungum lógum
og
mannagongdum
og
ógreiðum ábyrgdarbýti.
Myndugleikar
lova batað
Bæði Kristina Háfoss, lands
stýriskvinna í Mentamálum,
og Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í Almanna og
heilsumálum, lova batað á
økinum. Í samrøðu við
Sosialin, tann 8. februar,
siga tey, at tey bæði ynskja
at seta fokus á hetta øki og
gera hjálpina smidligari.
Hjálpin til børn við menn
ingarórógv er í ov stóran
mun bundin at paragraffum,
sum
forða
heldur
enn
stuðla, viðgongur landstýris
maðurin í Almanna og
heilsumálum. Hann hevur
sett arbeiðsbólk, sum skal
hava eitt uppskot klárt í juni
um verulig føroysk heildar
tilboð
Viðgerðin eftir forsorgar
lógini eru ofta trupul og
langdrigin, og vit vera
noydd at gera nakað við
hetta, so tað er tørvurin og
ikki paragraffirnar verða
avgerandi, sigur landsstýris
maðurin.
Nýggja landsstýriskvinn
an í mentamálum, Kristina
Háfoss, sigur, at umstøður
nar hjá børnum við serlig
um tørvi, eru eitt mál, sum
liggur hennara hjarta nær.
Familjur, ið hava børn
við serligum tørvi, hava
frammanundan so nógvar
byrðar í dagligdegnum, at
tey hava ikki eisini tørv á,
at skula stríðast við almennu
skipanina fyri at fáa eitt
nøktandi
tilboð,
sigur
Kristina Háfoss. Hon heldur
tí, at ein greið ætlan og eitt
greitt menningartilboð eig
ur at verða bjóðað hvørjum
barni, ið hevur serligan
tørv.
Landsstýrisfólkini
vísa
ikki á nakrar ítøkiligar ætl
anir uttan teir arbeiðsbólkar,
sum eru settir á stovn.
Hvørji úrslit fara at koma
burturúr
ætlanunum
og
arbeiðsbólkunum fer tíðin
at vísa, og Sosialurin ætlar
sær at fylgja við.
Foreldur rópa varskó
Marta Øre er ikki einasta barn, sum føroyska
skúlaskipanin ikki er før fyri at hjálpa. Sosialurin
hevur havt fleiri greinar um foreldur, sum rópa
neyðarróp, tí børn við meira ósjónligum brekum, sum
ADHD og Aspergers syndromi als ikki fáa nøktandi
hjálp í Føroyum.
Dávur og Sigrun greiddu í oktober frá teirra stríði at
geva dóttrini nóg góða hjálp í føroyska fólkaskúlanum.
Og hendan mánaðan hevur Sosialurin havt greinar
við Maud, Evy og Selmu, sum allar hava børn við
serligum tørvi. Boðskapurin er tann sami frá øllum
hesum foreldrum: Alemenna føroyska skipanin er ov
tung og ógreið og veitir ikki neyðugu hjálpina