Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2008 Ætlanirnar um eitt flótihotell á vestaru vág eru fyribils lagdar á ís. Hetta kemst fyrst og fremst av, at býráðið ynskir eina heildarloysn fyri Skálatrøð, og fyrr enn hendan er klár, verður umsóknin um flótihotellið ikki viðgjørd FLÓTIHOTELL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er danska blaðið Ingeni­ øren, sum ber tíðindini um, at Aquadomi og arkitekt­ fyritøkan C. F. Møller sam­ an skulu byggja flótihotellir, og eitt tað fyrsta skal latast føroyskum íleggjarum og skal liggja »i bunden af havnen i den færøske hoved­ stad«. Men hetta er kortini ikki so. Sosialurin hevur kannað málið, og bæði Petur Há­ berg Jacobsen og Martin Restorff, sum eru partur av upprunaligu ætlanini, og Jógvan Arge, virkandi borg­ arstjóri, avsanna, at málið er komið hartil. ­ Tað tykist, sum hava teir blandað tingini saman. Vit hava arbeitt við ætlanum um eitt slíkt hotell í Berlin, so sum greinin í Ingeniøren greiðir frá, men ætlanirnar í Tórshavn eru ikki aktuellar í løtuni, sigur Petur Háberg Jacobsen. Greinin í danska blaðnum er bygd á eina samrøðu við stjóran í Aquadomi, Henn­ ing Majgaard Nielsen. ­ Okkum vanta ikki kund­ ar. Bara í januar fingu vit fyrispurningar upp á seks stórar verkætlanir, sum svara til tvey ára framleiðslu, sigur stjórin í Aquadomi við Ingeniøren. Heildarætlan Hotellið, sum verður umrøtt í greinini, er eitt 310 tons tungt hotell á 11.000 fer­ metrar. Talan er um tríggjar suitur og 27 dupultkømur við plássi fyri millum 60 og 80 gestum. Umframt er talan um eina takterassu við plássi fyri 50 fólkum eins og fundarhøli verður í hotellinum. Og hetta er áleið tað, sum ætlanir hava verið um at lagt í Berlin, sambært Peturi Háberg Jacobsen. ­ Hendan greinin í Inge­ niøren byggir á eina grein, sum stóð í Børsen í 2006 um ta tíðina, tá vit lótu um­ sóknina um byggiloyvi inn, sigur Martin Restorff. Petur Háberg Jacobsen váttar annars, at gongd framvegis er í ætlanunum um eitt hotell í Berlin, men hann er ikki bjartskygdur um, at ætlanin verður førd út í lívið. ­ Satt at siga vænti eg, at ætlanin dettur niðurfyri, sigur hann. So dapurtskygdur er ein annar av stigtakarunum, Martin Restorff, ikki. Sam­ bært honum bíða teir eftir nøkrum loyvum, og hesi koma til viðgerðar heilt skjótt. Viðvíkjandi ætlanunum um eitt flótihotell á vestaru vág, so liggja tær stillar í løtuni. ­ Tað liggur ein umsókn inni hjá býráðnum viðvíkj­ andi einum flótihotelli, men býráðið hevur ynskt eina heildarætlan fyri Sálatrøð, og hevur útskrivað ein kapp­ ing um at útbyggja økið, og fyrr en tann kappingin er liðug og ein heildarætlan fyri Skálatrøð gjørd, verður støða ikki tikin til um­ sóknina, sigur Jógvan Arge. Hann dugir ikki at seta nakra tíðarætlan á, nær hendan heildarætlanin er fullførd. Einki flótihotell í bræði Avlopið áðrenn skatt er 29 milliónir krónur, og 23,8 milliónir eftir skatt. Felagið rindar út seks milliónir í vinningsbýti til partaeigararnar. Eginognin er vaksin upp í 214 milliónir krónur, sum er 10% hægri enn marknaðarvirði ROKNSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 2007 var eitt fíggjarliga gott ár hjá Atlantic Airways. Avlop eftir skatt var 23,8 milliónir krónur, og áðrenn skatt 29 milliónir og skatt. Hetta er besta úrslitið nakrantíð í 20­ára gomlu søgu felagsins. Talan er um eina seksfaldan av úrsliti­ num frá 2006, sum kortini var eitt óvanliga lakt ár, har avlopið eftir skatt var fýra milliónir krónur. Helming­ urin av umsetninginum hjá felagnum verður vunnin á útlendskum marknaðum. Góða úrslitið kemur hóast Atlantic Airways hevði nakrar óvanligar út­ reiðslur í 2007, so sum út­ reiðslur í sambandi við privatisering av triðingi av felagnum umframt børs­ skráseting. Veðrið spældi eisini inn, serliga seinnu hálvu av ári­ num, og útreiðslurnar í sam­ bandi við seinkingar øktist til 14 milliónir krónur. Hetta er tvífalt so nógv, sum fyri tveimum árum síð­ ani. Umsetningurin vaks úr 519 milliónum upp í 539 milliónir krónur. Nevndin mælir til at gjalda seks milli­ ónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar, og eftir hetta veksur eginognin úr 196 upp í 214 milliónir krónur. Felagið væntar í komandi ári at røkka einum úrsliti, sum liggur um 20 til 25 milliónir krónur, um sam­ felagsliga búskaparstøðan heldur sær á sama støði sum í dag. Virksemið innan rutuflúgving verður á leið á sama støði sum í 2007. Hin­ vegin væntar felagið muna­ góðan vøkstur í tímatalinum innan leiguflúgving, men skiftisavlopið fyri hvønn tíma verður lægri. Útlitini fyri tyrluraksturin eru hampulig. Nærum allar útreiðslur eru vaksandi og felagið sleppur tí ikki undan at hækka prísirnar á summum tænastum, eins og útreiðslu­ økingin skal tálmast, so til ber at tryggja ein sunnan rakstur. Felagið miðar eftir at fáa eitt betri úrslit áðrenn fíggjarligar postar í 2008 enn árið fyri. Hinvegin rokn­ ar felagið ikki við fíggjar­ ligum inntøkum av stórvegis týdningi komandi ár. Nevnd og stjórn eru væl nøgd við úrslitið. Atlantic Airways besta úrslitið nakrantíð Christian Andreasen, nevndarformaður, og Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, eru væl nøgdir við úrslitið fyri í fjør Mynd: Jens Kristian Vang Bíðað verður eftir einari heildarætlan fyri Skálatrøð, og áðrenn hon fyriliggur, verður umsóknin um eitt flótihotell á vestaru vág ikki viðgjørt, sigur Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri Yvirflóð av sjálvmorðum Bridgend í Suðurwales hevur upplivað eina rættiliga yvirflóð av sjálvmorðum seinastu 13 mánaðirnar. Ikki færri enn 17 ungfólk undir 27 ár hava tikið lívið av sær við at heingja seg út trøum í umráðnum við Bridgend. Hetta seinasta sjálvmorðið hendi bert fáar dagar eftir, at tvey av hennara systkinabørnum vórðu funnin deyð í húsum í sama grannalag. Løgreglan undirstrikar tó, at eingi prógv eru funnin, ið benda á einari pakt millum tey ungu at fremja sjálvmorð. Á myndini systkinabørnini, Nathaniel Pritchard, 15 ár, og Kelly Stephenson, 20 ár, sum fyri stuttari tíð síðani gjørdu sjálvmorð sama dag, skrivar Daily Mail. Fimm ára gomul deyð í hungri Týsk foreldur eru ákærd fyri morð vegna vanrøkt av dóttir teirra. Málið hevur higartil kostað einum sosialstjóra í týska býnum Schwerin starvið, og foreldrini sum nevnt ákærd fyri dráp. Fimmára gamla gentan doyði í november í fjør. Foreldrini høvdu boðað læknanum frá, men sjálvt um gentan kom á sjúkrahús, bar ikki til at bjarga henni. Lea­Sophie, sum eftir røttum átti at viga 20 kilo, men hon vigaði bara 7,4 kilo. Sosialir myndugleikar gjørdu longu í fjør vart við støðuna og ávaraðu um vangtandi arbeiðsorku á sosiala økinum. Men einki hendi, at tað kostaði Lea­Sophie lívið, skrivar JyllandsPosten.