mikudagur 20. februar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 36 - 20. februar 2008
Tá ið ætlanin var at
tøma flakavirkið í
Skopun fyri maskinur
og annan útbúnað
undir kreppuni í
nítiárunum, søgdu
skopuningar kortanei.
– Fólk vardu virkið,
sum tey høvdu bygt
og vóru góð við – og
vunnu slagið, segði
Gerghard Lognberg á
móttøkuni mánadagin
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Millum tey mongu, sum
høvdu orðið við móttøkuna
í Skopun mánadagin, tá ið
virkið hátíðarhelt 40 ára
stovningardagin, var Ger
hard Lognberg, borgarstjóri
í Skopun og løgtingsmaður.
Hann greiddi í stuttum
frá gongdini í fiskiskipa
flotanum um tað mundið, tá
ið virkið í Skopun læt upp.
Fyrst í sekstiárunum
komu línubátarnir, og tá
kom eisini broyting í á
landi. Nú fóru menn at vera
burtur alt árið. Teir høvdu
ikki møguleika at ferðast til
hús millum túrar og tóku tí
familjuna á størri pláss at
búgva. Avleiðingin var, at
færri fólk sótu eftir á
smáplássunum.
Borgarstjórin vísti á, at
hesi árini sigldu skipini á
bretska
marknaðin
við
feska fiskinum, men fingu
lítið burtur úr.
Tað var saltfiskurin,
sum gav peningin til breyð
á borðið, legði hann aftrat.
Gerhard segði, at í eini
bygd sum Skopun var einki
lønandi
arbeiði
fyri
kvinnurnar. Kortini høvdu
hesar mammur og konur
nóg mikið at gera við at
passa hús og børn.
Tá vóru hvørki barna
garðar ella pedagogar upp
funnir, sum hann tók til.
Vend kom í
Gerhard vísti á, at so hvørt,
sum sekstiárini gingu, hildu
menn og kvinnur, at her
mátti vend koma í.
Vit høvdu útróðrarfelag í
bygdini, og tvey feløg vóru,
sum keyptu útróðrarfisk.
Partarnir fóru nú undir at
fyrireika bygging av einum
flakavirki, sum hevur verið
eitt stórt tak tá í tíðini.
Hann segði, at byggingin
av virkinum byrjaði í 1966,
og tað var Hannis Jensen,
sum stóð fyri hesum arbeiði.
Í februar 1968 stóð so
flakavirkið í Skopun liðugt.
Eg trúgvi, at hetta var
størsta broytingartíð fyri
Sandoynna – og ikki minst
Skopun. Menn keyptu sær
størri útrórðarbátar; í byrj
anini vóru teir Sjóam og
Fiskaklettur, og síðan kom
ein røð av stórum bátum til
bygdar.
Gerhard segði, at egning
arskúrarnir,
sum
eisini
komu um hetta mundið,
vóru róptir ”universitetini”
á bygd.
Latið okkum ongantíð
gloyma tær kvinnur og teir
menn, sum løgdu lunnar
undir hesa oyggj – og hesa
bygd, segði hann.
Tíðir broytast
Borgarstjórin og løgtings
maðurin ásannaði, at tíðir
nar eru broyttar hesi 40
árini, síðan lunnar vórðu
lagdir undir hetta vinnuliga
virksemi í bygdini.
Hann greiddi í stuttum
frá, hvussu gingist hevði
virkinum upp í gjøgnum
árini.
- Vit eru líka góð við flaka
Millum mongu gestirnar mánadagin vóru báðir
løgtingsmenninir í oynni, Gerhard Lognberg og Páll á
Reynatúgvu
Mynd: Álvur Haraldsen
Birna sum borgarstjóri
Herfyri varð býráðssamgongan í Reykjavík umskipað, og
ein av avleiðingunum er, at býurin skal skifta borgarstjóra
næsta ár. Tá eigur Sjálfstæðisflokkurin borgarstjóran, og fáa
veljararnir sín vilja, verður tað ein kvinna. Ein meininga
kanning vísir, at 43 prosent av teimum spurdu vilja, at Birna
Hanna Kristjánsdóttir verður borgarstjóri næsta ár. Av
teimum, sum valdu Sjálfstæðisflokkin seinast, vilja meiri
enn 50 prosent hava Birnu til borgarstjóra.
Gevast at fiska lodnu
Íslendsku lodnuskipini skuldu ætlandi fáa boð í dag um at
gevast við at fiska lodnu fyribils. Orsøkin er, at skipini hava
bara fingið smá 30.000 tons, og tað er langt niðan fyri
markið upp á 400.000, sum Havrannsóknarstovnurin metir
sum minstamark fyri, at gýtingin kann metast at vera trygg.
Sambært íslendskum fjølmiðlum er lodnuveiðan í vetur tann
minsta síðani 1983, og tað kemur fleiri reiðaríum sera illa
við, skrivar Morgunblaðið.
- Í dag eru vit væl
mannaði við reinskeri-
borðini, tí skúlin
hevur frí í dag og í
morgin. Vit hava einar
8-10 skúlanæmingar
aftrat teimum,
sum vanliga eru til
arbeiðis á virkinum,
sigur Martin Olsen,
virkisleiðari
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin, tá ið Sosialurin
var til móttøku á flaka
virkinum í Skopun, vóru
fólk til arbeiðis í fram
leiðsluhallunum
allan
dagin. Virkið hevði keypt
umleið 120.000 pund av
upsa frá Kolumbusi, og tað
var hesin fiskurin, sum fór
gjøgnum maskinurnar og
kom inn á reinskeriborðini
hendan dagin.
Vit vóru ein túr niðri á
gólvinum
hjá
Martini
Olsen,
virkisleiðara
og
hansara dugnaligu fólkum,
sum so trúføst stóðu á
sínum plássum, meðan fólk
lýddu á røður uppi í
matarhøllini.
Í dag eru vit væl
mannaði
við
reinskeri
borðini, tí skúlin hevur frí í
dag og í morgin. Vit hava
einar 810 skúlanæmingar
aftrat teimum, sum vanliga
eru til arbeiðis á virkinum.
Á Sandoy Seafood í
Skopun hevur serliga verið
tørvur á reinskerarum, tá ið
mest er at gera á virkinum.
Vit hava pláss fyri
tilsamans 36 reinskerarum
og minsta talið av fólki,
sum vit mugu hava við
reinskeriborðini,
er
20.
Kortini liggur talið nógvar
dagar millum 16 og 20, og
tað er ógvuliga tepurt.
Á virkinum í Skopun eru
fýra flakalinjur, tvær bader
189 og tvær bader 184.
Vanliga koyra vit við
tveimum linjur í senn, men
í dag, nú vit eru væl
mannaði, koyra vit við
trimum linjum.
Martin sigur, at koyrdu
allar
maskinurnar,
og
fiskurin var hampiligur til
støddar,
hevði
rættiliga
staðið á frystingini.
Men teir dagar, tá ið
stendur
á
frystingini,
gongur framleiðslan eisini
væl, leggur hann aftrat.
Nýggja reinskerilinjan á
virkinum
í
Skopun
er
rættiliga nútímans, og hon
er ein hin mest framkomna
í Føroyum. At reinskerar
kunnu sita og skera, er ikki
nýtt, men við hvørt pláss er
ein skermur, har reinskerar
kunnu
síggja,
hvussu
gongur.
Tey síggja, hvussu nógv
tey skera sjálvi, og tey
síggja eisini, hvussu stórt
miðaltalið
fyri
hvønn
reinskerara er. Vit kunnu
Skúlanæmingar hjálpa til á virkinum í Skopun