Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2008 13 Í farnu viku kom spurning­ur­ in um almenna kontra privata íverksetara ráðg­eving­ við einum braki á dag­sskránna. Orsøkin til hetta var drúg­va g­reinarøðin hjá stjóranum á SamVit í Sosialinum týsdag­in í síðstu viku Tað er í altjóða samfelagnum breið semja um, at íverksetar spæla ein týðandi leiklut í skapanini av vøkstri og vælferð í samfelagnum. Semja er eisini um, at tað hevur tilsvarandi týdning at innrætta samfelagið soleiðis, at íverksetarí verður framt. Stórur almennur sektorur køvir Tað eru mong viðurskifti, sum hava týdning fyri, um okkara samfelag er væl ella illa inn­ rættað til fremjan av íverksetan. T.d. vísa hagtøl at ein stórur almennur sektorur hevur eina negativa ávirkan á íverksetara­ virksemi, meðan ein lítil almennur sektorur hevur posi­ tiva ávirkan (sí m.a. Økonomisk Frihed og Iværksætteraktivitet – www.cepos.dk). Eisini vísir tað seg, at eitt høgt skattatrýst ávirkar negativt við at frátaka íverksetum týdningarmesta amboðið – nevnliga kapitalin. Tá ein vøkstur í almenna sektorinum ikki kann gjøgnumførast uttan eitt økt skattatrýst, hanga hesi viðurskifti saman. Tí er tað ein spurningur um strategiin hjá stjóranum í SamVit um ein týðandi, almennan og beinleiðis leiklut í íverksetan, er besta leiðin at ganga. Hartil er tað eisini ein spurningur, um vit fáa teir bestu førleikarnar í spæl, um ein almennur stovnur skal brúka nógva orku á einum øki, sum hevur privata íverksetan sum endamál. Støðan í dag­ Í Føroyum hava vit í dag eitt regulert íverksetarahús, og tað hevur verið virkið síðani januar 2007. Húsið er skipað sum ein sjálvseigandi grunnur við øllum Føroyum sum virkisøki. Virk­ semi er fíggjað av Klaksvíkar kommuna, Eik banka, Vinnu­ málaráðinum og við brúkaragjøldum. Arbeiðið í íverksetarahúsi­ num er skipað sum ein opin platformur við so fáum fast­ settum starvsfólkum sum møguligt. Hetta er gjørt fyri at geva pláss fyri einum víðum netverki av leiðarum, royndum íverksetum og konsulentum úr vinnulívinum, sum aktivt verða brúkt í menningini av íverksetum. Fyrsta árið taldi vinnuliga netverkið fleiri enn 35 fólk, sum undirvístu og ráðgóvu 180 íverksetum í alt. Sambært stjóranum á SamVit í Sosialinum síðsta týsdag, fer SamVit nú at taka orðingarnar um íverksetan í Vinnupolitikkinum www.vmr.fo í álvara, og tað merkir, at almenni stovnurin í næstum skal spæla ein týðandi og yvirskipaðan leiklut á íverksetaraøkinum. Lyklaorðini eru: at lætta atgongdina hjá íverksetum til vitan, kapital og samstarvs­ partnarar; at gera tað lætt hjá íverksetum at byrja virksemi; at samskipa íverksetararáðgev­ ingina í Føroyum og stovna ein íverksetaraportal. Hví g­era tað sama? Tá nú SamVit ætlar sær á banan, hví so leggja út við eini ætlan, sum í tí stóra og heila snýr seg um júst tað sama, sum Íverksetarahúsið í meir enn eitt ár hevur arbeitt við? Vit hava við skeiðum, ráð­ geving, netverkan og sparring lætt um atgongdina hjá íverk­ setum til vitan, kapital og samstarvspartnarar. Vit hava við somu amboðum lætt um hjá íverksetum at byrja virksemi. Í 2007 ráðgóvu vit í 54 verkætlanum, har 10 ætlanir eru avgreiddar, meðan fleiri eru ávegis. Vit hava eisini við okkara skipan sum opin platformur framt eitt umfatandi samskip­ andi arbeiði millum íverksetar og vinnulív. Síðani juni mánað 2007 hevur íverksetaraportalurin www.is.fo verið virkin og javnt og samt dagførdur. Kunnu vit í Føroyum loyva okkum at brúka okkara avmark­ aðu ressursir uppá tvær ætlanir, sum yvirhøvur eru tær somu? Førleikarnir Í nútímans samfelagnum er vøkstur og vælferð treytað av bæði førleikunum hjá privata vinnunlívinum og almennu skipanini, júst tí teir ikki liggja á somu økjum, og tí loysa eina presisa røð av uppgávum, sum tilsamans hava avgerandi týdn­ ing fyri samlaða kappingarføri. Tá tað ræður um, hvør hevur førleikarnar og rætta perspekt­ ivið at loysa uppgávuna at ráðgeva og undirvísa privatum íverksetum, so er vinnuliga netverkið hjá Íverksetara­ húsinum eitt rættuliga gott boð. Tað tænir ongum endamáli, at SamVit, sum er ein almennur stovnur, skal brúka virðismikla orku á einum øki, har Íverk­ setarahúsið í meir enn eitt ár veruliga hevur sett ferð á at menna íverksetan í Føroyum. Harafturat tykist tað eitt sindur ósamskipað, at útspælið hjá stjóranum á SamVit fyri okkum var púra ókent. Eg dugi ikki at síggja, at vit hava brúk fyri tí samskipan, sum stjórin á SamVit leggur stóran dent á. Í einum so lítlum samfelag sum okkara er ikki neyðugt at brúka so nógva orku uppá at ganga á odda í samskip­ an og øðrum. Tað hevur nógv størri týdning at brúka orkuna uppá at arbeiða beinleiðis við íverksetanini. Tað, sum Íverksetarahúsið hevur brúk fyri, er einum dyggum moralskum og fíggjarligum samstarvi við Vinnumálaráðið. Arbeiðið er byrjað Góða undirtøkan fyri Íverk­ setarahúsinum í 2007 vísir, at tað við nýggja íverksetara konseptinum er eydnast at menna ein leist, sum hevur positiva effekt á íverksetan í Føroyum. Tí hevur tað týdning, at vit satsa uppá at halda fram við tí arbeiði, sum er í gongd. Í upplegginum til Íverksetara­ húsið, sum varð gjørt á sumri í 2006, skal konseptið eftirmetast við ársenda í 2009. Ein høvuðsorsøk til, at Íverk­ setarahúsið hevur kunnað gjørt sær fleiri royndir og ment presisar førleikar, er lutfallsliga stóra talið av íverksetum, sum hava brúkt húsið. Hetta sigur nakað um, at tað í einum so lítlum landi sum Føroyum ikki loysir seg, at fleiri ætla at gera tað sama! Latið Íverksetarahúsið nú standa sína roynd. Tað gagnar ongum at koma við almennari kapping á hesum øki, hóast tær bestu intentiónirnar eru samstarv. Vit mugu duga á hvør sínum øki. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Óneyðug samskipan frá SamVit Tíðargreinin í morgin: Malan Marnersdóttir, Við Føroyamálsdeildini inn í framtíðina tíðargreinin Rani Nolsøe Íverksetarahúsið Tíðargreinin Tekning: Óli P.