mikudagur 20. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 36 - 20. februar 2008
Sjónarmið
Kjartan Kristiansen
Nú valið er av á hesum sinni,
kann vera vert at hugleiða eitt
sindur um tilfeingisrøkt
Orðið tilfeingi sigur teimum
flestu lítið. Tað kann næstan vera
alt, tí tað skal fevna um fisk,
alifirðir, olju, jørð o.s.fr. Tilfeingi
er nakað abstrakt, sum er lætt at
brúka hjá eitt nú politikarum,
men flest øll vita, at fiskur og
olja er ikki tað sama.
Hinvegin týðir føroyska
orðabókin tilfeingi sum “nøgd av
tilfari ella ríkidømi, sum er til
taks (serstakliga í náttúruni)” og
vísir til danska orðið “ressource”.
Týðingin bendir á, at tilfeingi er
rættiliga ítøkiligt, t.e. olja, kol og
málmur, og tí tala vit ofta um
livandi tilfeingi mótvegis øðrum,
eitt nú olju. Hetta tilfeingi, tilfar
ella ríkidømi, skal vera til taks. V.
ø.o. tað skal vera til at taka upp
og brúka, meðan livandi tilfeingi
skal heystast.
Olja er ikki fiskur – og tó
Í mongum er kanska ikki so
stórur munur á, hvørji atlit mugu
verða tikin, tá olja verður tikin
upp, og tá fiskur verður veiddur.
Oljan er, tá samanum kemur, í
avmarkaðum nøgdum, sjálvt um
tað tykist bera til við mentari
tøkni at fáa væl meira upp úr
oljufundi enn upprunaliga mett
var til, og eitt sindur seyrar til. Tí
má hann, ið tekur olju upp, ansa
eftir, at onki rennur burt, ið tað
við seinni tøkni ber til at fáa til
høldar.
Av umhvørvisávum verða tí
eisini strong krøv sett til hetta,
men fíggjarliga er tað heldur ikki
skilagott at fara óstortliga fram
og við ósketni. Óneyðugt at siga,
skulu í oljutøku somu strongu
atlit takast til trygd hjá fólki og
útgerð sum í fiskivinnuni.
Munurin millum oljutøku og
fiskiveiðu er, at snýr tað seg ikki
um okkurt hissini rend av
høgguslokki, er stovnurin, fiskað
verður av, livandi náttúra, og
farast má tí um hann við tí ansni
og virðing, sum alt livandi
krevur, skal tað vaksa og nørast.
Eru liviumstøðurnar til vildar, t.
e. hiti/kuldi, streymur, æti og
gýtingarmøguleikar vm. heldur
stovnurin sær á tí stødd, sum best
hóskar til hesar umstøður, um
annars fiskiskapurin eftir
stovninum heldur sær innan tað
mark, stovnurin tolir.
At finna hetta markið er
ongum beskorið. Frægast at
koma næst tí eru teir, sum mugu,
tí tað hevur alt at siga fyri teirra
lív og morgundag. Ongantíð teir,
sum skulu røkja øll onnur
áhugamál um somu tíð.
Tilfeingisrøkt er ikki lotto-spæl
Martin á Bakka segði einaferð
søgu um sveisiskar fiskakeyp
arar, ið ikki høvdu hug at keypa
fisk frá nýstovnaða United
Seafood, ið hevði yvirtikið
Bacalao, haðan teir høvdu keypt
Nú vóru tað ikki longur fiski
menn í orðsins víðastu og bestu
merking, sum teir skuldu gera
keypsavtalu við, men peninga
menn, gamaní ein almennur
grunnur, men teir hugsaðu sum
peningamenn. Teirra royndir
vóru, at slíkir vóru ikki at líta á.
Fingu teir eitt gott boð fyri síni
partabrøv, seldu teir uttan at
blunka og uttan at hugsa um síni
samstarvsfeløg. Ongin kundi
byggja eina forrætning upp á slík
sambond.
Bóndi og fiskimaður má elska
sítt starv og kenna tað sum sítt
lívsstarv fyri at fáa nakað burtur
úr. Vit vita, at hann verður sjáld
an leingi ríkur í øðrum enn í tí
nøgdsemi, sum dagliga arbeiðið,
vónin og gleðin um gott ár og
fong gevur. Hann ræður ikki yvir
umstøðunum, veðrinum, gróðri
num og heldur ikki yvir markn
aðinum og teimum prísum, hesin
gevur.
Skal hann liva við øllum
hesum óvissum, má hann hava
onkran tryggleika. Hann má eiga
sína jørð ella sín part av tí havi,
sum hann skal royna á, og hann
má eiga sína útgerð. Hann kann
ikki velja sær hetta sum lívsstarv
sum leigulendingur. Tað ger
ongin, og tað kann undra, at
politiskir flokkar við ein munn
tala um íverksetarar, men byrgja
vinnurekandi í okkara elstu
høvuðsvinnum inni í
leigulendingaskipanum.
Vit hava eisini sæð, hvat ver
andi skipanir føra til. Lottospæl
líkum svartaperi. Fiskiveiða er
vorðin eitt pengaspæl, har møgu
leikar og útgerð verða handlað
fyri stórar upphæddir, uttan at
vinnan verður betri fyri,
tíansheldur tilfeingið.
Politikararnir, sum í gáloysni í
1994 valdu hesa skipan, hava
verið kvikir at venda peikifing
urin eftir teimum, sum hava
troytt skipanina, heldur enn móti
sær sjálvum. Nú skal vinningurin
tí skattast, men skipanin, leigu
lendingaskipanin, verður í sínari
grund tann sama. At onki fer at
koma inn við hesari skatting,
hugsi eg, at flest øll síggja, og
mann tað bøta um tilfeingið?
Sama skipan sæst nú koma í
landbúnaðin.
Feli ella einbýttar hagar
Í fiskivinnuni við Føroyar hava
vit tvey væl eydnað dømi um
tilfeingisrøkt. Annað er í humm
araveiðu og hitt er í jákupsskelja
veiðuni. Fleiri eru um at reka
hummarafiskiskapin á avmark
aðum øki, meðan bert ein hevur
loyvi at veiða jákupsskel á somu
leiðis avmarkaðum øki. Í hvørg
um føri frættist um, at tilfeingið
er hótt, heldur tvørtur í móti vísa
kanningar, at væl verður farið
um.
Báðir fiskiskapirnir hava tað
felags, at teir eru at kalla frælsir,
og fiskimenn kenna seg hava
ognarrætt og tí eisini ábyrgd av
vinnuni.
Størsti skaðin, ið hendi í 1994,
var, at livandi tilfeingi í havinum
gjørdist landsogn. Sagt er, at tað
er ogn Føroya fólks, men veru
leikin er, at hetta tilfeingi gjørdist
ogn politikaranna, og umsitingin
av tí gjørdist enn meira politisk,
enn hon nakrantíð hevði verið.
Varð tilfeingið ístaðin skipað
sum óðalsjørð á landi, og eins og
her at røkt og skurður vórðu
avrádd á hagastýrisfundi, máttu
ognarmenn semjast á egnum
aðalfundi, heldur enn sum nú,
har teir við bestu løgfrøðing
unum og bestu politisku
sambondunum kunnu spæla hund
við eitt veikt politikarastýri og
vinna sær fyrimunir til ógagns og
skaða fyri aðrar ognarmenn.
Á landi síggja vit, hvat hendir í
haganum. Graslendi minkar ár
um ár. Skriður og reyn síggjast
sjónskari í dag, og tó eg ikki havi
beinleiðis prógv, tori eg at halda
upp á, at grasminkingin er størst
í leigulendingahøgum og í
høgum við kenning.
Bert í bestu árum kann festi
bóndi liva av sínum festi, um
hann leggur seg eftir mjólkar
framleiðslu, men hon tekur so
aloftast alla hansara orku og tíð.
Nógvir hagar verða tí røktir av
øðrum, sum umframt røkting
arløn sleppa at hava egnan seyð í
haganum. Óneyðugt at siga
verður hagin tá yvirskipaður,
serliga um sumrarnar við
nógvum tvílembum. Sama skili
er við nógvum kenningsseyði.
Ovbit og moldloysi verður
hareftir og veksur ár um ár.
At leigulendingurin nú kann
leiga øðrum ta jørð, hann ikki
sjálvur røkir, eggjar til enn
størri vanrøkt og moldspell.
Leigulendingur á
politikaraogn
Politikarar eru ikki valdir at
spæla ognarmenn, og tað er
eisini tað, teir duga minst til.
Hvussu ólagaligir og illa lýddir
privatir ognarmenn kunnu vera,
so duga teir alra flestu at ansa
eftir sínum ognum. Ognir, sum
eru væl umsitnar, hava ikki bara
virði fyri sínar ognarmenn, men
eru til gagns fyri alt samfelagið.
At ansa eftir og skipa fyri
lógum, so privatir ognarmenn
ikki misnýta sínar ognir og tað
vald, tær geva teimum, til skaða
fyri aðrar ognarmenn og
umhvørvið, er fremsta uppgávan
hjá politikarum; tað teir eru
valdir til og skulu duga.
Einasta rætta loysnin – at lata
landsjørðina og havið við sínum
livandi tilfeingi til ognarmenn at
røkja í skipanum líkum fela – er
ongin lítil avbjóðing og, so langt
út sum tað er komið, heldur ikki
kostnaðarleyst. Men verður tað
ikki gjørt, verður havið oytt og
hagarnir grasleysir.
Stór orð um umhvørvi, og at
vit vilja fylgja altjóða sáttmálum,
bata lítið, um vit framhaldandi
bert vilja pjøssa um vánaligar
lógir fyri at fáa skeivar skipanir
at virka eftir tí, sum tær eru
sagdar at gera, men ongantíð
kunna.
Tilfeingisrøkt
Til fyri einum ári síðani var Kjartan Kristiansen stjóri á Menningarstovuni, ið saman við Ferðaráð Føroya gjørdist til samanlagda stovnin, SamVit
Savnsmynd