Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 5. partur Morel var eitt framúr menniskja Fyrst skal greiðast eitt sindur meira frá um Edmund Morel. Í triðja parti varð greitt frá, tá ið hann arbeiddi hjá skipafelagnum, sum sigldi millum Congo og Belgia. Her kom hann fram á, at ikki alt ruggaði rætt. Skipini komu heim við dýrari last, fyrst og fremst fílabein og gummi, meðan vøran, sum fór avstað aftur, var mest vápn og marglætisvørur til tey hvítu. Morel nýtti allar sínar kreftir fygjandi árini at stríðast ímóti hesum viðurskiftum. Hetta var gjørt við bóka- og blaðútgávu umframt stórum fundarvirksemi bæði í Bretlandi og Amerika. Tað var ótrúligt hvat maðurin avrikaði. Útgávan av The West Africa Mail fylti einsamøll upp til 1.000 síður árliga. Umframt skriv- aði hann fleiri bøkur um Congo. Ein bók uppá 450 síður “King Leopolds Rule in Africa” kom út í 1904. Í 1906 kom bókin Red Rubber um gummiterrorin í Congo. Hon er týdd til norskt, og er júst komin út í 2. útgávu. Á norskum eitur hon Kongelig Slavelejr. Morel var ein av teimum, sum var ímóti luttøkuni hjá Bretlandi í 1. heimsbardaga. Fyri hetta varð hann forfylgdur á tann mest smáliga mátan. Bretsk lóg bannaði bretum at senda antikrígstilfar uttanlands. Myndugleikarnir komu eftir, at Morel hevði sent ein av sínum bóklingum móti krígnum til vinir í Sveits. Fyri hetta sat hann undir ringum umstøðum í fongsli í 6 mánaðar. Hetta var eitt bakkast fyri heilsuna hjá honum, og hann var kolgráur, tá ið hann kom út aftur. Hann fekk eisini tá trupulleikar við hjartanum. Men aftaná kríggið vendi fólkaeydnan. Hann fekk viðhald í sínum atfinningum at krígnum. Hann var eisini ímóti friðartreyt- unum, sum Týskland mátti geva seg undir, og sum meira ella minni førdi til 2. heimsbardaga. Hansara friðarætlan líktist nógv meira henni hjá amerikanska forsetanum Wilson. Men europ- eisku londini vildu hava hevnd! Hetta kom teimum dýrt at standa. Í 1922 verður Morel valdur í Parlamentið fyri Labour, og hann vann á sjálvum Winston Chrurchill. Hetta dámdi honum væl, tí Morel roknaði Churchill fyri at vera krígsgalnan. Í 1924 fær Labour fyrstu ferð stjórnarvaldið í Bretlandi. Gamli vinurin hjá Morel, Ramsey Mc Donalds, verður forsætismála- ráðharri. Øll væntaðu, at hann fór at gera Morel til uttanríkis- ráðharra, men hann tordi ikki! Morel var ov rættskaffin og støðufastur. Í staðin kom Morel í uppskoti at fáa friðarløn Nobels, men hon var ikki býtt út hetta ár. Hetta helt honum ikki frá at finnast at uttanríkispolitikkinum hjá síni egnu stjórn. Seinni sama ár doyði Morel av hjartaslag 51 ára gamal. Sigast kann um teir tríggjar høvuðspersónarnar í hesu søgu, Danielsen, Morel og Casment, at teir hava líkst nógv. Teir stóðu fast uppá tað, teir hildu vera rætt, uttan mun til, hvat tað kostaði teimum. Teir doyðu allir ungir sum úrslit av tí, teir trúu var rætt. Casement fór sum áður greitt frá uppí írska frælsisstríðið og varð hongdur í 1916, sama ár sum Dollin doyði. Meira um fotomyndirnar Tann 26. november 1903 skrivar Morel aftur til Dollan: Góði Mr. Danielson Sum tygum vita hevur Guinnes lovað mær at fáa alt tygara tilfar, so tað samstundis kann verða almannakunngjørt í West African Mail og Regions Beyond (blaðið hjá Balolo missiónini), tá hann heldur, at tað skal kunngerast, so eg vóni, at tað ikki er nakar ivi um, at hetta verður gjørt. Hann segði eisini, at eg kundi nýta tygara fotomyndir. Um tygum koma framvið Liverpool onkran dagin, vóni eg, at tygum koma inn á gólvið. Sjálvandi rokni eg við at tygum skilja meg. Eg meti, at tygara tilfar skal koma fram beinanveg- in, serliga tí eg skilji, at Case- ment hevur sagt tygum, at hann einki hevur ímóti hesum. Frásagnirnar hjá West African Mail váttaðar Hendan grein stendur í bretskum blaði 1.12.1903, sama dag sum Casement kemur til Bretlands. Her verður sagt: Ræðuligt misbrúk og lamløsting av fólki váttað Tíðindamaðurin hjá Reuter skilir, at bretski konsulurin í Congo, R. Casement er liðugur við sína kanningarferð, sum stig vóru tikin til av bretsku stjórnini við tí endamáli at staðfesta viðurskiftini hjá fólki í ovara partinum av Congo. Ferðin hjá konsulinum hevur vart í seks mánaðir, men serliga teir tveir seinastu mánaðirnar hava í ólukkumát víst umstøðurnar so væl, at tað ikki hevur verið neyðugt við fleiri kanningum. Casement byrjaði sína ferð niðan eftir Congoánni seinast í juli. Hann hevur ferðast 1.600 kilometur eftir høvuðsánni við avstingarum inn eftir hjááunum, har hann hevur vitjað gummiøkini hjá (fyritøkunum) Abir og Lulanga. Hann fór síðan oman eftir ánni aftur og kom til strondina seinast í september. Hann er beint komin aftur til Onglands, og er við at gera eina frágreiðing til uttanríkisráðið. Henda frágreiðing er enn loynilig. Men tað kann staðfest- ast at ferðin gav nógv av sær, og tað er komið nógv av kunning burtur úr viðvíkjandi misbrúki av fólkinum í Congo. Tað fer at koma til sjóndar, tá ið frágreiðingin kemur fram um tey ræðuligu viðurskifti, sum her eru. Her er grovasta trælahald, sum í heila Dollin í fremstu røð í stríðnum móti Leopold kongi Í hesum partinum verður greitt meira frá teirri fylking, sum reisti seg móti Leopold kongi í Belgia aftanfyri ferðina hjá Casement, har Dollin var ein lyklapersónur. Grundarlagið er tað brævaskifti, sum vit hava fingið innlit í millum Morel og Dollan. Vit hava tó bert fingið hendur á tveimum brøvum, sum Dollin hevur skrivað, meðan vit hava fleiri frá Morel til Dollan, sum eisini vísa til brøv frá honum. Aðrar keldur eru greinir, sum hava staðið í bretskum bløðum, eftir at Dollin er komin heim úr Congo, har hann meira ella minni er partur av greinini. Alt í alt gevur hetta eina so fullfíggjaða mynd av hesum partinum av virkseminum hjá Dollanum, sum tað kann fáast Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Tað er hugtakandi at lesa um eitt stórmenni sum Edmund Morel. Hann gekk á odda í bardaganum móti yvirgangin á innfødda fólkið í Congo. Føroyingurin Daniel J. Danielsen og Morel høvdu neyvt samstarv á hesum øki at berjast móti teimum kúgaðu Hetta er ein keipumynd úr einum týskum blaði. Leopold kongur umgyrdur av høvdum á innføddum, og er hetta eisini ímyndin sum í dag er av Leopold Fyri samanhangin í endurgivnum skjølunum verður víst til fyrru greinina á næstu síðu sum er skjal nr. 1