mikudagur 20. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 36 • 20. februar 2008
Vit taka tilfarið til hesa grein
í tí datorøð, sum tað kann
staðfestast og fara so at
gera viðmerkingar so hvørt.
Tað sum stendur í parentes
er eisini viðmerkingar.
Tað fyrsta er bræv, sum
Morel skrivar til Dollan. Hetta
er svar til Dollan, og vit mugu
bert gita okkum til hansara
bræv
Morel skrivar 17.
november 1903:
Mín góði harri,
Eg havi fingið tygara bræv frá 14 í
h. við peningaflutningi 3 shillingar
og 6 pensar. Eg havi í serligum
brævbjálva sent eintakið av “West
African Mail”, har brøvini hjá
Mr. Week (trúboðari í Congo) eru
prentað. Eg sendi eisini seinasta
blaðið. Eg vil senda tygum fimm
fylgjandi bløð, soleiðis sum tygum
hava biðið um. Eg sendi eisini
sum umbiðið 12 eintøk av (bókini)
“Congo Trælastatinum” til tygara
bústað í Glasgow.
Viðvíkjandi tygara kunning:
Eg havi sjálvandi tosað og skrivað
við Dr. Grattan Guiness (leiðari
í Balolo Missiónini) um tygara
kunningartilfar. Mítt sjónarmið
er, at uttan mun til stjórn ella ikki
stjórn, eiga vit ikki at spilla meira
tíð, áðrenn vit almannakunngera
hetta tilfar. Eg haldi, at øll seinkan
ger okkara sak verri. Eg havi sagt
Dr Grattan Guiness frá hesum, men
hvør maður má døma sjálvur.
Tað seinasta hugskotið er at
úseta almannakunngerðina av
tygara tilfari til januar, og at tað
so samstundis verður prentað í
blaðnum Regions Beyond (blaðið
hjá Balolo missiónini) og The
West African Mail (blaðið hjá
Morel). Men eg havi heitt á Dr.
Grattan Guinness um at lata meg
fáa nakrar av tygara fotomyndum
til taks áðrenn hesa tíð. Kanska
kundu tygum skriva til hansara um
hetta sama. Undir øllum umstøðum
kunnu tygum senda honum eitt
avrit av hesum brævi, um tygum
vilja tað. Eg vóni, at allar myndir
hava sína søgu. Annars vil tað
geva okkara fíggindum møguleika
fyri at sáa iva um tær.
Tygum nevndu, at tygum 7. og
8. í hesum mánaðinum (november
1903) talaðu fyri 4 ella 5.000
fólkum í Edinburgh. Eg vóni, at
tað vildi verið møguligt (eg tosi
við allari virðing) at geva tykkara
trúboðarum kunning um, hvussu
boðskapurin kann kom út til fólk.
Hvør veit hvat tygum talaðu um til
hesi 4-5000 fólkini? Ikki ein sál,
uttan tey sum vóru til staðar.
Men um tygum høvdu umboð
fyri fjølmiðlarnar til staðar, høvdu
tygara orð verið endurgivin í øllum
landinum. Tað, sum umræður, er at
fáa slíkt í bløðini, so tað kann vekja
ans millum fólk. Kemur slíkt ikki í
bløðini, so koma fólk heldur ikki at
varnast hesi viðurskifti. Tað ræður
um, at tað verður gjørt eitt miðvíst
arbeiði fyri at gera fólk var um
hesi viðurskifti fyri at skapa eina
fólksliga meining, sum kann stuðla
okkara virksemi.
Um tygum kunnu geva mær ein
samandrátt av tí, tygum søgdu
fyri hesum 4-5000 fólkunum um
vanstýrið í Congo, so skal eg
prenta tað í mínum blaði. Og
næstu ferð tygum tala, eiga tygum
at hava umboð fyri fjølmiðlarnar til
staðar. Tað, sum eg skrivi, her havi
eg munnliga sagt við Dr. Grattan
Guiness.
Hesin bardagin má vera kemp-
aður við miðvísum og áhaldandi
álopum. Tað ber ikki til at leypa
á og so at fara at hugsa um, hvat
næsta stigið skal vera. Áhaldandi
at smekka til er einasti vegur at
fasthalda áhugan hjá fólkinum.
Tað er óneyðugt at siga, at eg
vil vera fegin og takksamur fyri
alla kunning, ið tygum kunnu geva
mær eina og hvørja tíð um hetta
evnið, um tygum skriva frá Afrika
ella Europa. Tygum vilja skilja, at
sjálvsagt vil eg ikki ganga aftanfyri
ryggin á Dr. Grattan Guinnes á
nakran hátt. Tygum mugu ganga
undir boðum hjá tygara formanni
og vilja náttúrliga gera so. Men eg
eri sannførdur um, at vit taka ta tíð
sum skal til, men øll kunning skal
kunngerast beinanvegin.
Tygara
E D Morel
Viðmerking
Bóklingurin, Morel vísir til, kallast
“The Congo Slave State”, og hann
kom út í 1903. Hann telur 112 síður
og her verður fyri hvønn landspart í
Congo sær greitt frá støðuni. Eisini
er eitt yvirlit yvir inn- og útflutning
hjá Congo, og her eru tøl sum vísa,
at bert 20% av tí, sum varð útflutt
til Congo, kundi koma fólkinum til
góðar.
Eisini er í hesi bók ein frágreið-
ing frá orðaskiftinum í bretska
parlamentinum tann 20. mai 1903
um Congo.
Tað er greitt, at Dollin hevur havt
myndir heim við sær, sum hann
sjálvur hevur tikið. Hann hevur jú
eisini víst tær í Føroyum. Vit hava
roynt at finna hesar myndir, men
tað hevur ikki eydnast enn.
Skuldi havt boðið
pressuni við
Tað tykist sum at Dollin hevur tikið hetta við
pressuni í álvara, og nú kemur ein frásøgn frá
fundi hjá Dollanum. Hetta man helst vera frá
umrødda fundinum í Edinburgh.
Greinin er í The Western Africa Mail tann 27.
november, og er soljóðandi:
Fer Europa at vakna áðrenn tað er ov
seint?
D. J. Danielson og Congo ræðuleikarnir.
“Hvør maður, kona og barn í gummi
økjunum er trælur.”
“Fara tey at drepa okkum øll, áðrenn tey
fara avstað”
Serlig grein til West African Mail
Frá okkara korrespondenti
Harra D. J, Danielson, sum er knýttur at trúboðara-
felagsskapinium Regions Beyond (tað sama sum Balolo)
hevur seinastu tíðina havt eina røð av fyrilestrum í
Edinburgh um evnið “vanstýrið í Congo”. Á einum
fundi vóru 3.000 fólk sum lurtaðu eftir honum í Synod
Hall í Edinburgh. Harra Danielson fordømdi harðliga
ta kúging, sum verður framd móti teimum innføddu.
Gummiídnaðurin, um tað kann kallast ídnaður,
staðfesti Danielson, var skjótt við at beina fyri teimum
innføddu, og kundi enda við fyribeining av teim ymsu
fólkasløgunum í økinum. Hetta er ein frístatur av navni,
men veruliga er hetta ein trælastatur.
Harra Danielson segði, at hann var júst komin heim
úr Congo. Hann hevur í tvey ár búð inni í landinum í
einum av gummiøkjunum, har ein belgisk fyritøka rekur
sítt virksemi við mishandling av fólkinum við hjálp
av almennum myndugleikum, og hesir arbeiða hond
í hond. Danielson helt á at greiða frá, hvussu hann
persónliga hevði sæð, hvussu fólkið var viðfarið. Hann
hevur eisini nógvar ferðir lagt seg upp í millum og
forða belgiarum og teirra handlangarum at gera seg
inn á menn og kvinnur. Hann hevur myndir frá slíkum
umstøðum, sum prógva hesa lamløsting, og sum er eitt
úrslit av gummiídnaðinum.
Tað hevur verið sagt, at avkvettingin av hondunum
á teimum innføddu var framd av hermonnum hjá
congostatinum fyri, at teir kunnu fáa eins nógvar
patrónir útflýggjaðar sum talið, teir lata inn av
avhøgdum hondum. Men Danielson helt heldur, at
endamálið eins væl var at ræða fólk, so tey kundu
síggja, hvat ið væntaði teimum, um tey ikki komu við
so mikið av gummi ella øðrum veitingum, sum hvíti
maðurin ásetti.
Tikin gíðslar
Tað var eisini daglig sjón at síggja kvinnur tiknar sum
gíðslar, bundnar í fleiri vikur, so tær ikki skulu hava
møgulreika at sleppa til hús.
Mr Danielson vísti víðari á, at hvør maður, kvinna og
barn í gummiøkjinum var hildin sum trælur á hægsta
stigi. Fólkið hevði tað nógv betri, áðrenn Leopold
nakrantíð fekk ræðið í landinum.
Rópini hjá teimum innføddu eru samb. Danielson:
“Nær hava teir hvítu gummiinnsavnararnir fingið nóg
mikið av gummi? Nær eru teir nøgdir? Nær fara teir av
landinum og lata okkum í frið? Fara tey at drepa okkum
øll, áðrenn tey fara?”
Hetta vóru spurningar, segði Danielsen, sum ofta eru
spurdir, men hvussu kunnu teir verða svaraðir.
Nógv innfødd, boðaði Danielson frá, bóðu meg,
áðrenn eg fór haðani, at greiða góðum hvítum fólki í
fjarum londum frá, hvussu ring støðan var hjá teimum.
Og at biðja hesu um hjálp, so tey við Guds hjálp kunnu
sleppa undan hesum harradømi.
Eg vil greiða øllum, eg kann, frá hesum ræðuliga
trælahaldi, sum fer fram í Congostatinum. Um hetta
ræðustýri heldur á leingi aftrat, vilja nógv øki vera
púra manntóm.Tá fer Europa kanska at vakna. Men tá
verður tað ov seint.
Moralsk og materielt forfall
Danielson endurtók, at forbannilsið aftan fyri alt hetta
var gummiskatturin. Tey innføddu fortaldu honum ofta,
at í gomlum døgum plagdu tey at hava eydnusamar
dagar, hóast tað vóru dømi um kannibalismu, men
síðan gummisavningin hevði tikið dyk á seg, høvdu
tey ikki havt ein lukkuligan dag. Tey livdu í ússaligheit,
trælahaldi og fátækradømi, sum aftur førdi til
umfarssjúkur (her verður vist fyrst og fremst hugsað um
deyðuligu sovisjúkuna). Eitt fátækt ússaligt fólk, sum
eina ferð var so væl fyri.
Skyldurnar hjá Bretlandi
Vit prædika fyri fólki um Guds kærleika. Tey spyrja
okkum: Hví loyvir Gud hesum monnum at fara so
illa við okkum. Hví fríar Hann okkum ikki frá hesum
illmennum. Hvussu kunnu vit svara slíkum sera
viðkomandi spurningum? Má hetta land, sum Gud
hevur gjørt so stórt, hjálpa hesum innføddu, sum eru
so illa fyri. Fólkasløgini í Congo eru frálík fólk, men tey
verða skerd og oyðiløgd.
Frásøgn frá fundi hjá Dollanum
Hetta er
seinna
brævið,
sum vit
eiga frá
Daniel J.
Danielsen
til Edmund
Morel