mikudagur 20. februar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2008
17
tíðindi
Forsætisráðharrin
og fleiri av fólka
tingslimunum góvu
Sjúrða Skaale myntir,
tá hann hevði havt
orðið í fólkatinginum
í gjár. Tað er gomul
siðvenja, tá søgdu orð
ini fella í góða jørð.
Nýggi føroyski fólka
tingslimurin fegnast
um heiðurin, men
ætlar ikki at hvíla á
lavrberjabløðunum
FÓLKATINGIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Christiansborg: Tá Sjúrður
Skaale sum tann seinasti
hevði havt orðið, tá sosial
politiska støða Grønlands
varð viðgjørd í fólkating
inum í gjár, reistust fleiri,
gingu yvir til borð hansara í
salinum og løgdu ein mynt.
Tað er gomul siðvenja, tá
fyrstu søgdu orðini hjá
nýggjum
fólkatingslimi
fella í góða jørð í salinum.
Tað greiðir Sjúrður Skaa
le frá, tá vit hitta hann á
skrivstovu hansara klokkan
tíggju í morgun og spyrja,
hví ein rúgva av 25 oyrum,
50 oyrum og 1 krónum ligg
ja á borðinum.
– Men eg fekk ongan
mynt frá Danska Fólka
flokkinum, flennir Sjúrður
Skaale, sum er farin til ver
ka á Christiansborg.
Fólkatingið eitt
fulltíðarstarv
Men hansara tíð á danatingi
er avmarkað. Stívliga eitt
hálvt ár hevur hann – frá
19. februar til 9. september,
tá Anita á Fríðriksmørk
kemur aftur úr farloyvi. Tí
ætlar hann at fáa mest møgu
ligt burtur úr hálva árinum
á Christiansborg.
– Og eg haldi, at man fær
mest møguligt burtur úr við
at røkja starvið fult og heilt.
Tað meti eg ikki at man
kann, tá man hevur eitt full
tíðarstarv við síðuna av,
staðfestir Sjúrður Skaale.
Hann hevur sagt løgtingsess
in frá sær meðan hann er á
fólkatingi, tí hann metir, at
bæði hann og flokkurin fær
meiri burtur úr á henda
hátt.
– Sjálvsagt fáa tveir mans
avrika meiri enn ein hálvur,
sigur hann og sipar til, at
Tjóðveldi nú hevur ein
mann í løgtinginum og ein í
fólkatinginum, heldur enn
at hava ein og sama mann
at røkja báðar tingsessirnar.
Men hvat er tað so, sum
nýggi
fólkatingslimurin
ætlar sær at fáa burtur úr tíð
ini á Christiansborg? Sjúrð
ur er ivaleysur. Hann ynskir
at finna út av, hví so nógvir
føroyingar ikki flyta heim
aftur, tá tey fara av landi
num. Hann ynskir at luttaka
aktivt í parlamentariska
arbeiðinum, fremja lobby
virksemi og fáa studenta
dagin á Christiansborg aftur
á dagsskránna.
Hví flyta fólk ikki
heimaftur?
– Størsti trupulleikin í Før
oyum er uttan samanbering,
at fólk ikki flyta heimaftur
til Føroya. Tað forðar fyri
vøkstri og menning, tí eitt
samfelag er fólk.
– Ofta er hetta eisini væl
útbúgvið fólk, sum ikki ven
da aftur, og eg havi ein var
huga av, at tað eru vantandi
útbúgvingartilboð, sum er
orsøkin til henda trupullei
ka, heldur Sjúrður Skaale.
Hann nevnir síðani teir fáu
útbúgvingarmøguleikarnar,
sum eru í Føroyum í dag,
og heldur so fyri, at: »gud
nái okkum um vit ikki høv
du teir«.
– Tað hevði broytt nógv,
um man bara kundi tikið
partar av útbúgvingini í Før
oyum. Tí tað er í 20unum
at tú nemur tær útbúgving,
men hetta er eisini tíðar
skeiði tú finnur tær ein
maka, fær familju og fer út
á arbeiðsmarknaðin. Um tú
hesa tíðina býrt fimm til
átta ár uttanlands, so er tað
ikki so undarligt um tú fest
ir røtur har, metir nýggi før
oyski fólkatingslimurin.
Henda trupulleika ynskir
Sjúrður Skaale at loysa, og
tað var eisini høvuðsorsøkin
til at hann fór upp í politikk,
vil hann vera við.
Lobbyarbeiði og
studentadagur
Kanningin er týdningarmik
il, men tað er eisini annað,
ið kemur at merkja gerandis
dagin hjá Sjúrða Skaale
næsta hálva árið.
– Eg fari at vera virkin í
parlamentariska arbeiðinum
her, fari at halda talur og lut
taka í teimum orðaskiftum,
sum viðkoma okkum. Ann
ars ynski eg at skapa forstái
lsi fyri føroyskum viður
skiftum, greiðir Sjúrður
Skaale frá og nevnir hansara
møguleika at fremja lobby
virksemi fyri nýggju sam
gonguna.
– Samgongan hevur sett
sær fyri at vera meiri virkin
á
uttanríksøkinum.
Har
kann eg vera við til at skapa
ein dialog. Hetta er týdning
armikið, og eg fari at leggja
dent á ikki at søkja konfron
tatiónir.
Ein liður í hesum arbeiði,
er sambært Sjúður Skaale,
ein sonevndur studentadag
ur á Christiansborg.
– Hesin dagur var í roynd
og veru komin upp á pláss.
Ein dagur har føroysk og
grønlendsk lesandi vitja á
Christiansborg. Vit høvdu
eisini avtalur við donsku
politikararnar, men so kom
valið og oyðilegði tað. Hen
da studentadagin ynski eg
at fáa á aftur breddan, sigur
Sjúrður Skaale, sum fegnast
um, at hann kendi til manna
gongdirnar á Christiansborg,
áðrenn hann tók við sum
fólkatingslimur. Í síni tíð
sum skrivari hjá Norðurat
lantsbólkinum lærdi hann
nógv, sum hann annars
hevði verið noyddur at sett
seg inn í nú. Sostatt fær
hann eisini meiri tíð til
politiska arbeiðið, hann hev
ur sett sær fyri næsta hálva
árið.
Gaman
og álvari
á fyrsta
starvs-
degnum
Sjúrður Skaale
legði fyri við eini
speiskari viðmerk
ing til formannin í
Fólkatinginum og
legði síðani eftir
Dansk Folkeparti, tá
hann hevði sín fyrsta
starvsdag á Christ
iansborg í gjár
FÓLKATINGIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Christiansborg: Sjúrður
Skaale tók orðið á fyrsta
starvsdegi sínum á Christ
iansborg í gjár. Fyrstu
tímarnar lýddi hann á með
an kjakast var um støðuna
í Grønlandi. Tað vóru lim
ir í Dansk Folkeparti, sum
høvdu sett forsætisráðharra
Anders Fogh Rasmussen
fyrispurning
um,
hvat
hann kundi upplýsa um
politisku – og ikki minst
sosialpolitisku – støðuna í
Grønlandi.
Dansk Folkeparti ynskti
at fara aktivt inn og bøta
um syndarligu støðuna í
Grønlandi. Hetta ætlaðu
tey millum annað skuldi
gerast við at oyramerkja
ein part av ríkisveitingini
til sosiala øki. Hetta skuldi
gerast, uttan at grønlend
ingar verða eftirspurdir.
Hetta var lítið dámt í sali
num á Christiansborg, og
millum teirra, ið talaðu
ímóti hesum uppskoti var
Sjúður Skaale.
– Eg eri ikki samdur við
Dansk Folkeparti. Eg mei
ni teir hava eina dulda
dagsskrá, segði Sjúrður
Skaale, sum helt at Dansk
Folkeparti ynskir at fáa
ræði á grønlendsku oljuni.
Hann legði aftrat, at hann
helt tó ikki at Dansk Folke
parti dugdi serliga væl at
dylja sína duldu dagsskrá.
Ein harðlig, men ikki
ótilvitað byrjan frá føroy
inginum á Christiansborg.
– Eg haldi hatta var ein
góður máti at gera tað upp
á. Tað var fullur salur so
nú áttu tey at vita, at eg eri
har, sigur Sjúrður við ein
um skeivum smíli. Og tey
vóru eisini fleiri, sum bitu
merki í orðini frá Sjúrður.
Lesast kann aðrastaðni á
síðuni um, hvussu fólka
tingslimirnir róstu Sjúrður
fyri orðini. Harnæst nevn
di tíðindastovan Ritzau
eisini
ákærurnar
hjá
Sjúrða Skaale mótvegis
Dansk Folkeparti.
Men hóast harðliga byrj
an, so fekk Sjúrður eisini
fólkatingssalin at flenna.
Hetta tá hann greiddi frá
sínum málsligu førleikum
á donskum.
– Onkur hevur sagt við
meg, at tað kann ongantíð
enda væl hjá tær á fólka
tingi, tá tú dugir so illa
danskt, men eftir at hava
hoyrt fólkatingsformannin
úttala mítt navn, havi eg
góðar
vónir,
skemtaði
Sjúrður Skaale á Christ
iansborg í gjár.
Róstur á fyrsta starvsdegnum
Myntirnar Sjúrður
fekk eftir at hann
sagt sína hugsan
Mynd: Símun
Jóannesarson
- Eg byrjaði harðliga, men eg haldi tað var
ein góður máti at byrja uppá. Tað var fullur
salur, so nú áttu tey at vita, at eg eri har,
sigur Sjúrður Skale úr Tjóveldi, eftir at hann
hevði orðið á fólkatingi í gjár
Mynd: Símun Jóannesarson