mikudagur 20. februar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 36 - 20. februar 2008
tíðindi
Arbeitt verður nú
við at skipa háskúla í
Føroyum, sum serliga
er ætlaður íslending
um, grønlendingum
og føroyingum, men
aðrir norðurlending
ar eru eisini vælkom
nir
Eftirskúli
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at taka spurn
ingin upp um at styovna ein
norðurlendskan háskúla í
Føroyum.
Tað kom fram í Løgting
inum í morgun.
Magni Laksáfoss, løg
tingsmaður fyri Sambands
flokkin, vísti á, at Útnorður
ráðið hevur samtykt at virka
fyri at stovna útnorður
háskúlar í Føroyum, Íslandi
og í Grønlandi.
Útnorðurráðið mælti í
sama viðfangi á myndug
leikarnar í Føroyum, Íslandi
og í Grønlandi um at seta
arbeiðsbólkar at fyrireika
slíkar háskúlar, sum serliga
skulu vera ætlaðir myndug
um, lesandi fólki úr Grøn
landi, Íslandi og í Føroyum,
men aðrir norðurlendingar
vóru eisini vælkomnir.
Tað er eisini ætlanin at
granskarar kunnu hava støð
á hesum háskúlum í sam
bandi við granskingarverk
ætlanir, sum hava við tey
trý londini í útnorðri at
gera.
Magni Laksáfoss vísti á,
at Útnorðurráðið er av teirri
áskoðan, at eitt slíkt tiltak
hevði styrkt bondini ímill
um
tey
trý
londini
í
útnorðri.
Tí vildi hann hava at vita
frá Høgna Hoydal, lands
stýrismanni í uttanríkismál
um, hvørja støðu, nýggja
CHE samgongan hevur til
málið.
Bæði Kári P. Højgaard og
Alfred Olsen tóku fult undir
við málinum og mæltu til at
fáa gongd á málið.
Páll á Reynatúgvu vildi
eisini hava at vita, um tað
kundi hugsast, at ein slíkur
háskúli onkusvegna kundi
verðið tengdur á ætlaða
listaskúlanum á Sandi.
Høgni Hoydal segði, at
hann kendi málið væl, tí
hann hevði verið við til at
seta tað á skinnarar.
Hann staðfesti, at málið
er ikki komið á landsstýris
borð enn, men at hann er
sinnaður at taka tað upp
beinanvegin fyri at fáa
gongd á.
Hann staðfesti eisini, at
hann tekur fult undir við
málinum. Hetta er ikki
viðgjørt í sambandi við
Listaskúlan á Sandi, men
kanska ber til at knýta báðar
verkætlanirnar saman.
Magni Laksáfoss vísti á,
at tekur landsstýrið ikki
málið upp av sínum einting
um, er hann sinnaður at
gera tað sjálvur.
Tá ið fólkaatkvøða
verður um eina
føroyska stjórnarskip
an í 2010, verður talan
í veruleikanum talan
um eina fólkaatkvøðu
um loysing, staðfestir
formaðurin í Sam
bandsflokkinum
stjórnarskipan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fer nýggja stjórnarskipanin,
sum samgongan ætlar at
gera, at hava sama rættarliga
gildi, sum danska grundlóg
in hevur, ella verður hon
undir donsku grundlógini?
Tað var ein spurningur,
sum Kaj Leo Johannesen,
tingmaður fyri Sambands
flokkin, vildi hava løgmann
at svara upp á í tinginum í
morgun.
Hann vildi eisini hava at
vita um tað ber til at seta
stjórnarskipanina í gildi,
hóast hon ikki er í samsvari
við donsku grundlógina.
Løgmaður staðfesti, at
ein føroysk stjórnarskipan
loysir ikki Føroyar frá Dan
mark.
Men hon er ein áseting
um, hvussu føroyingar ski
pa seg innanlands og hon
skal eisini staðfesta, hvussu
farast skal fram, vilja vit
hava loysing.
Nú skal so ein serlig
nevnd setast at gera stjórn
arskipanina liðuga.
Men um stjórnarskipanin
samsvarar
við
donsku
grundlógina, er ein spurn
ingur fyri serfrøðingum í
stjórnarrætti, sum hann ikki
vildi leggja seg út í.
Men hann ivaðist ikki í,
at nevndin, sum verður sett
at gera stjórnarskipanina
lidna, eisini setir seg í sam
bandi við danskar myndug
leikar fyri at finna loysnir á
møguligum ósemjum.
Atkvøðugreiðsla
um loysing
Kaj Leo Johannesen helt
ikki, at hann hevði fingið
eitt greitt svar.
Men hann vísti á, at eftir
tí, sum liggur í kortunum,
verður tann nýggja stjórnar
skipanin uppfata sum okk
ara evsta lóg, sum er yvir
øllum øðrum lógum.
Har stendur í uppskoti
num, at stjórnarskipanin er
framum lógir. Ongin lóg
ella siðvenja má tí vera hild
in at galda, bara tí at hon er
eldri enn hendan skipan,
ella hevur verið told í langa
tíð.
Sostatt verður fólkaat
kvøðan í 2010 rætt og slætt
ein fólkaatkvøða um loys
ing, tað sigur hetta heilt
greitt.
Hann helt, at onki er mei
ri rímiligt enn tað, at føroy
ingurin fær greitt at vita,
hvat hann fer til fólkaat
kvøðu til.
Og hann framvegis, at
løgmaður smeyg sær undan
at svara, antin hann helt, at
Stjórnarskipanin er undir
ella yvir donsku grundlóg
ini.
Hann helt eisini, at tað
var heilt burturvið at hugsa
sær, at Tjóðveldi fer at legg
ja nakað út til fólkaatkvøðu,
sum ikki ber loysingina við
sær, men sum hinvegin er
undir donsku grundlógini.
Jóannes Eidesgaard stað
festi
enn
einaferð,
atspuringurin
um
eina
føroyska stjórnarskipan, er
ein føroysk verkætlan og
tað er hetta fólki, sum her
býr, ið skal atkvøða.
Hann helt eisini, at Kaj
Leo Johannesen sá trøll á
alljósum degi.
Í grundlógini eru nøkur
rættindi, sum langt síðani
eru yvirhálað av nýggjum,
mannarættindasáttmálum.
Tí skulu vit sláa kalt
vatn í blóðið og eg havi tað
álit, at endaliga uppskotið
til eina stjórnarskipan, sum
fólkið skal taka støðu til í
2010, verður borðbært.
Hann vísti á, at føroyingar
og danir hava hvør sína upp
fatan av stjórnarskipanar
lógina.
Men so leingi partarnir
duga at finna veg burtur úr
ósemjuni, ber hetta á mál,
akkurát sum tað gjørdi, tá
ið yvirtøkulógin var fyri, tí
tá høvdu partarnir eisini
hvør sína uppfatan.
Háskúli í Føroyum fyri norðurlendingar
Fólkaatkvøða um loysing í 2010
- Ein fólkaatkvøða um eina nýggja stjórnarskipan, er samstundis ein fólkaatkvøða um loysing, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. Nei, sigur løgmaður