mikudagur 20. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2008
19
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Urnan við Eyðun Danielsen úr Tórshavn verður
jarðsett mikudagin klokkan 15. Farið verður úr
kirkjugarðskapellinum.
Andlát og jarðarferðir
Tá ið eg nú seti meg niður at skriva
hesi orð um ommu mína, hugsi eg
einamest um orðafellið, ”Orð eru
fátøk”.
Eg finni ikki tey røttu orðini at
lýsa ommu mína. Finni ikki nóg
mikið av góðum orðum, sum røkka
nóg langt at lýsa tann persón, ið
hon var. Finni ikki akkurát tað, sum
rakar beint, og sigur hvussu eina
standandi góð, ið omma mín var.
Tá ið omma lá sjúk ta síðstu tíð
ina, segði hon nakað við meg, sum
setti seg fast í minnið, og sum eg
havi hugsað nógv um síðani. Hon
bað okkum ikki syrgja seg, men
minnast bert tær góðu løturnar, ið
vit høvdu saman við henni. Sjálvt
um tað er ringt at hugsa aftur á allar
tær góðu løturnar, ið eg og omma
hava havt saman, uttan at gráta, so
er tað tað, sum eg royni at gera.
Fyrst og fremst var hon omma
mín. Tann heitasta, fittasta, bleyt
asta og besta omman, ið eg veit um
í hesi víðu verð. Tann omman, sum
hevði døgurða til okkum, tá ið vit
komu úr skúla, nýbakaðir bollar
við putursukri, nógv klemm og
tvey oyru sum altíð lurtaðu.
Tað var altíð gott at koma norð á
Reynatúgvu. Heitt og fjálgt og
trygt. Har var rúm fyri nógvum
sløgum. Um tú var tann, sum hevði
brúk fyri at seta seg á bonkin í friði
og náðum við einum Anders And
blaði, ja so slapp tú tað. Um tú var
tann, sum helt tað vera sera spenn
andi at sleppa upp á ovasta loft at
hyggja at gomlum tingum og
kanska finna okkurt forvitnisligt,
ja so slapp tú tað. Um tú hevði
nógvar spurningar um farnu tíð,
um tá ið omma var ung og gekk til
neytar, ja so fekk tú svar uppá teir.
Um tað var okkurt, sum tú kundi
hugsað tær at fingið seymað ella
bundið, so var omma altíð til dystin
fús.
Í veruleikanum er ongin endi av
góðum minnum, sum eg havi av at
vera saman við ommu míni á Reyna
túgvu.
Omma var lærari hjá mær, tá ið
eg var yngri, og eg minnist enn
hvussu stolt og glað eg var at hava
ommu mína sum lærara. Hon var tá
ikki bara omman hjá mær, men eis
ini omman hjá øllum mínum vinum.
Tey sum kendu ommu vita øll, at
barnalyndið var henni kært. Har
fylktust altíð børn rundan um hana
og hon hevði, undrunarvert, altíð
pláss fyri fleiri bæði í húsinum og í
hjartanum.
Omma var eitt ótrúliga takksamt
menniskja. Tað var so lætt at gera
hana glaða, og tað var so lætt at
vera góð við hana. Hennara milda
stilla lyndi, sum segði so nógv kort
ini, hevði stóra ávirkan á okkum
øll, sum kendu hana. Allastaðni har
omma ferðaðist og var, blivu fólk
góð við hana. Omma hevði altíð
gott at bera øðrum, og sjáldan
hoyrdi eg hana siga øvugt orð um
nakað ella nakran. Omma plagdi at
taka til, at ringasta sjúka í heiminum
er øvundsjúka.
Omma mín var góðleiki, hjálp
semi, takksemi og kærleiki alt í
einum.
Tey virði, ið hon hevur givið
víðari, eru ikki farin til fánýtis, tað
eri eg vís í. Tey sita sum smá fræ
eftir allastaðni, har hon hevur
verið......kanska bíða tey eftir ljósi
num og hitanum, sum geva øllum
lívi lív, til tess at veksa seg vøkur
og stór.
Eg sakni ommu mína ótrúliga
nógv, og samstundis siti eftir og eri
sera takksom fyri at hava havt eina
so góða ommu so góða fyrimynd
og so góðan lærumeistara í mínum
lívi.
Tann kærleiki og tryggleiki, ið eg
fekk frá henni, fer altíð at vera inni
í mær og lýsa sum ein gimsteinur
hvørja ferð eg hugsi um hana.
Ommudóttirin Ada
Dagurin
21. februar. Sámuel. Dagurin hildin til minnis um
dómaran Sámuel, sum valdi og salvaði kongarnar Saul
og Dávid. Hebráiska navnið merkir hoyrdur av Gudi.
Omma mín Ada á Reynatúgvu
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri ugga og hjálpsemi,
tá okkara kæra
Hjørdis Massdóttir
so brádliga varð tikin burtur úr hesum heimi.
Somuleiðis takka vit tykkum mongu, ið vístu
samkenslu og tykkum, ið fylgdu henni til gravar.
Familjunnar vegna
Heri Jensen