mikudagur 20. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 36 - 20. februar 2008
tíðindi
Bygdarlív
Orð&myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Haraldssund: - Her var so
mikið nógvur vindur, at
tornini á spæliplássinum
fóru í knús. Og nú eru vit
farnir at rudda alt uppaftur,
siga teir báðir.
Við trillibøruni millum
sín – annar frammanfyri og
hin við handtøkini – vóru
teir í ferð við at koyra
óruddið frá spæliplássinum
burtur.
Teir hava í nøkur ár
arbeitt fyri kommununa
eftir loknan skúladag, og
hava teir luttikið í mongum
ymiskum arbeiðum enn júst
hesum.
- Ja, vit hava gjørt so
nógv ymiskt hesa tíðina –
reinsa áirnar, hildið veitir-
nar opnar og annar gjørt
ymisk viðlíkahaldsarbeiði,
greiðir Jón frá.
Vinmenninir báðir vóru
henda dagin í ferð við eitt
heilt annað arbeiði, nevni-
liga at rudda spæliplássið
eftir ódnarveðrið herfyri.
Annars ganga Jón og
Magnus í 10. flokki í skúla-
num á Ziskatrøð í Klaksvík.
Í frítíðini arbeiða teir, men
spæla annars bólt, við teldur
og annað slíkt.
Ikki brúkast aftur
Herviliga
ódnarveðrið
gjørdi eisini um seg í
Haraldssundi. Millum tey
støðini sum fingu skaða var
spæliplássið hjá børnunum
í bygdini.
Tornini,
sum
børnini
annars plagdu at stuttleika
sær í, koppaðu og fóru so
mikið illa, at tey ikki kunnu
brúkast aftur.
Henda dagin í farnu viku,
tá Sosialurin hitti teir báðar
skúlanæmingarnir
og
arbeiðsmenninar, Jón og
Magnus vóru teir í ferð við
at beina alt tað burtur
hagani, og sum ikki kundi
brúkast aftur.
Sum myndin her á síðuni
vísir, høvdu teir laðað
nakrar plátur upp á eina
trillubøru, og vóru í vát-
veðrinum á veg norður til
grótbrotið í bygdini.
- Ja, hetta er farið so mikið
illa, at tað kann ikki brúkast
aftur, greiðir Jón frá.
Tað sum hóast alt kann
brúkast aftur, hava teir lagt
til viks, og kann – um
neyðugt – brúkast umaftur
til eitthvørt endamál.
Nøkur oyru
Arbeiðsmenninir og vinirnir
báðir ganga sum nevnt í
skúla í Klaksvík, men for-
vinna sær so pening við at
arbeiða fyri kommununa
eftir loknan skúladag.
- Vit hava gjørt tað í
nøkur ár, og tað er í fínasta
lagi at fáa nøkur oyru á
henda hátt, siga teir báðir
við ein munn.
Teir byrjaðu fyri eini 3-4
árum
síðani
í
hesum
arbeiðinum, tá kommunan
fór undir at gera ymiskt í
bygdini,
millum
annað
nýggjar brandpostar.
- Eg veit ikki. Vit spurdu
teir, um vit ikki eisini kundu
sleppa til arbeiðis. Og tað
sluppu vit so.
- Síðani hava vit luttikið í
ymiskum arbeiðum, eitt nú
við at halda bygdina viðlíka,
sigur Jón.
Fittur teinur
Veðrið er ikki av tí besta
henda dagin, vit hittu teir
báðar ungu menninar í
Haraldsundi.
Tað var bæði vindur og
ælaveður, men hetta forðaði
teimum kortini ikki í at gera
tað arbeiðið, sum teir vórðu
settir til henda dagin.
Teir vóru farnir í skúlan
sum vanligt, men so týtt og
knapt sum teir fingu frí
klokkan
hálvgum
tvey,
skundaðu teir sær til Har-
aldssunds. Her fingu teir
sær ein skjótan døgurðabita
og
síðani
beinleiðis
í
arbeiðsklæðini.
- Vit vóru klárir her klokk-
an tvey, og eg vænti bara at
vit verða her til klokkan
fimm í dag, sigur Jón.
Tað er eitt ávíst arbeiði at
fáa
hesar
pláturnar
á
trillibøruna, men tað størra
arbeiðið er at flyta alt hetta
í
grótbrotið,
niðri
við
havnarlagið í bygdini.
- Tað er ein fittur teinur
norður hagar, men tað bilar
einki, siga teir báðir við ein
munn.
Arbeiða í øllum veðri
”
Skal man fáa
studning, so má
ein altso búgva á
útoyggj
Tað er eitt fitt petti at ganga frá spæliplássinum og »hoylt« norður til grótbrotið við plátunum
- Vit hava altíð okkurt arbeiði at gera, siga teir báðir, Jón Magnusson og
Magnus Damberg í Haraldssundi. Teir hava sítt arbeiði at gera og passa
fyri Kunoyar Kommunu – og so er líkamikið hvussu veðrið er