Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2008 21 tíðindi Hjá tveimum ungum og virkisfúsum monnum sum Jóni og Magnus er gott at fáa nøkur oyru til vega til dagliga forbrúkið. Tá teir í síni tíð byrjaðu, vóru teir einir fýra ungir dreingir til arbeiðis fyri kommununa. Tveir teirra, sum vóru eitt sindur eldri enn Jón og Magnus, eru nú farnir úr skúlanum og í annað arbeiði. Hetta verður tí helst seinasta árið at teir báðir vinmenninir í 10. flokki í skúlanum á Ziskatrøð koma at arbeiða soleiðis saman og forvinna sær nøkur oyru. - Jú, hetta kemur væl við, serliga tá ein ikki fær eitt einasta oyra í studningi, slær Jón fast. Og hann leggur aftrat: - Skal man fáa studning, so má ein altso búgva á útoyggj! Gott við nøkrum krónum Magnus og Jón ganga í 10. flokki í Klaksvík, eru vinmenn og arbeiða saman eftir skúlatíð, tá tørvur er á tí ” Vit hava gjørt so nógv ymiskt hesa tíðina – reinsa áirnar, hildið veitirnar opnar og annar gjørt ymisk viðlíkahaldsarbeiði Laborantur/tøkningur til Kemilux KEMILUX Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í eini fyritøku í rúkandi menning, her heima so væl sum í útlond- um. Arbeiðsuppgávurnar hjá tær fara m.a. at fevna um: - luttøku í menningini av nýggjum og verandi vørum - at taka sýni úr framleiðsluni - innkeyp av rávøru - gerð av vaskiætlanum/vaskiskeið til virkir og stovnar - samskifti við veitarar og viðskiftafólk Vit vænta, at tú ert ídnaðarlaborantur/tøkningur, ella hevur aðra samsvarandi útbúgving. Tú ert eisini før/ur fyri at hugsa og arbeiða sjálvstøðugt og ert uppsøkjandi av lyndi. Tú dugir at gera framløgur og at arbeiða við Excel. Vit vænta eisini, at tú dugir at samskifta á enskum og skandinaviskum. Tú fert at virka í tøttum samstarvi við leiðslu og góðskuleiðara. Arbeiðstíðin er í løtuni 30 tímar um vikuna. Løn og setanar- viðurskifti annars verða eftir avtalu. Umsóknin, sum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 25/2, skal sendast til: P/F Kemilux Postboks 1231 Mykinesgøta 1 FO-110 Tórshavn - ella til: johannaz@kemilux.com Vilt tú vita meira um starvið, so ring á 350830 og spyr eftir Jóhonnu. Føroyska fyritøkan KEMILUX bjóðar eina fullfíggjaða skrá av reingerðarevnum til fiski- og matvøruídnaðin umframt van- liga húsarhaldið. Eisini hava vit stórt úrval av amboðum og tólum í sambandi við øll øki innan reingerð í vinnuni so væl sum í húsarhaldinum. Umleið triðingurin av framleiðslu okkara verður seld uttan fyri Føroyar. KEMILUX framleiðir eftir altjóða ISO:9001 góðskuskipanini. KEMILUX er skrásett hjá Achilles sum góðkendur veitari til m.a. olju- vinnuna. Allar vørur okkara, til heimamarkn- aðin so væl sum til útflutning, verða fram- leiddar samsvarandi lógum og reglugerð- um hjá EF og teimum londum, sum útflutt verður til. KEMILUX hevur sum aðalmál at vera fremsti veitarin av dygdarbestu reinsi- og vaskievnum, tilhoyri og amboðum til vinnu og íðnað so væl sum til húsarhald og stovnar. MJ MEDIA tlf 219776 - Tað er gott at forvinna sær nøkur oyru á henda hátt, sigur Jón