mikudagur 20. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
30
nr. 36 • 20. februar 2008
Ætlan um
bókaútgávu
Morel skrivar tann 16.
desember 1903 til Dollan:
“Góði harra Danielson
Eg havi skrivað fylgjandi bræv til
Guinnes:
“Eg havi næstan gjørt
fotomyndirnar liðnar til mína
Congobók, sum eg vóni verður
givin út um ikki so langa tíð
eftir at almnena rapportin (hjá
Casement) kemur út. Eg eri
spentur at senda handritið við
myndum áðrenn jól.
Hevði tað verið møguligt hjá
tygum at strekt tygum til longu
nú at latið meg fingið eintak av
teimum myndum, sum tygum
ætla at almannakunngera í
Regions Beyond, og sum tygum
ætla at lána mær til West African
Mail. Eg lovi sjálvandi, at hesar
myndir, sum eg fái, skullu ikki
koma fram nakrastaðni, áðrenn
tær eru útkomnar í omanfyri
nevndu bløðum. Eg vildi verið
ótrúliga takksamur, um tygum
vildu gjørt mær hendan beinan.”
Tygum skilja, at eg ætli ikki
at kunngera myndirnar sjálvur.
Eg ynski bert at senda tær við
mínum manuskripti til hann, sum
hjálpir mær við bókini. Hann
ynskir at fáa alt áðrenn jól.”
Viðmerking.
Umrødda bók er helst “King
Leopolds Rule in Africa”, sum
kom út í 1904. Her eru myndir í,
sum kunnu vera frá Dollanum.
Seinna brævið til
Morel
Seinna brævið, sum vit hava
frá Dollanum, er skrivað 22.
Desember 1903. Tað er eisini
sent úr Edinburg. Hann skrivar:
“Góði Mr. Morel
Sóu tygum í The Daily News
tann 21. í h., at (belgisku)
myndugleikarnir í Congo fara at
senda eina kanningarnevnd til
Congo?
Leiðari fyri hesi sera týðandi
ferðini er Mayor Malfeyt, sum er
settur sum ovasti embætismaður
í Congo. Ein Mayor Malfar kom
heim frá Congo, tá eg kom í
byrjanini av oktober. Um hetta
er tann sami persónur, so er
hann einki verdur. Hann er ein
gummisavnari og træladrívari
eins og restin av almennu starvs-
og handilsmonnum Spurningurin
er, um hetta er sami maður?
Hetta er sum at senda ein
kriminellan at kanna sína egnu
søk, og tí skal koma til at fordøma
seg sjálvan.
Hesin Malfeyt hevur verið inni
í Congo eina tíð. Um hetta er tann
sami persónur, skuldu heimurin
fingið at vita um tað.
Tygara
D. J. Danielsen
Viðmerking
Eftir at Casement var komin
heim gjørdu belgiarar sínar egnu
kanningar. Endamálið var at fáa
gjørt kanningarnar hjá Casement
til einkis.
Espen Wæhle greiðir frá:
Justin Malfeyt (1862-1924) var
en belgisk offiser, som arbeidet
fra Fristaten fra 1891, særlig
med logistiske oppgaver heter
det (hvilket gjerne kunne ha
vært organisering av transport
av landets rikdommer). Han
ble i 1903 utnevnt til kongelig
høykommisær for å ta fatt på
de saker som var kommet frem
i kritikken mot Congostaten
(Casement, Morel etc) - det var
han som var ansvarlig for de
innfødtes klager overfor staten.
Han ble i 1909 vise-guvernør for
Belgisk Kongo (så Danielsen har
nok rett, han var en systemets
mann).
Men seinni í 1904 senda belg-
iarar eina sendinevnd til Congo,
sum fylgir í fótasporunum hjá
Casement. Men henda nevnd-
in, sum skuldi gera Casement
til einkis, kemur til júst somu
niðurstøðu. Hetta mátti tó ikki
koma fram í Belgia. Í fyrsta umfari
kom fram bert ein sensurerað
niðurstøða við ongum broddi.
Sjálvar frágreiðingarnar vóru
hildnar duldar heilt fram til okkara
tíð, tá ið ein íðin belgiari, Jules
Marchal, fekk tær fram í ljósið.
Hansara áhugaverdu søgu fara vit
at koma aftur til.
Leysir endar
Tað skal sigast, at tað eru nakrir
leysir endar í hesum tilfari. Tað
hevði verið nógv betri, um øll
brøvini hjá Dollanum høvdu verið
tøk, men tað eru tey so ikki.
Sambært teirri vitan, sum var
um Dollan frammanundan hevði
hann úr Congo skrivað til bretsku
myndugleikarnar um støðuna í
landinum. Hesi brøv fæst neyvan
fatur í.
Tað kann væl vera, at tað liggur
meira tilfar í skjalasavninum hjá
Balolo missiónini í Edinburgh.
Men har hava tey verið so illa
mannað, at tað hevur ikki enn
verið møguligt at leita í dýpdini.
Men áðrenn henda søgan verður
endað, fáa vit kanska høvi til
sjálvir at kanna hetta skjalasavn,
har okkurt meira helst er at finna.
Men hinvegin er so mikið
komið fram, at frásøgnin sum
heild gevur eina hampiliga
fullfíggjaða lýsing av Dollanum.
Komandi partur
Tað verða tríggir partar afturat
í hesi røð. Her verður fyrst og
fremst greitt frá virkinum hjá
Daniel J. Danielsen eftir, at
hann er komin til Føroyar, og
til hann doyr í 1916.
Føroyar eru við hesi
greinarøð blivnar ein partur
av søguni hjá Norðanlondum
í Congo. Henni fara vit eisini
at hava tilfar umframt annað
áhugavert tilfar.
Her í samkomuni Carrubbers Close í Edinburgh talaði Dollin um Congo í
november og desember 1903. Her hitti hann eisini konuna Linu, sum hann
giftist við í mai 1904
Hendan gentan ætlaði at rýma undan harðræðinum, men nú sleppur hon
ongan veg
So seint sum í 1909 var skipað fyri mótmælisfundum til frama fyri fólkið í
Congo. Her er talan um tað “kristna Ongland”, sum stendur aftanfyri. Nógvir
talarar og undirskrivarar eru prestar