mikudagur 20. februar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 • 20. februar 2008
MIÐvIkaN
29
tikið er til í dag.
Beint nú eru varrarnar á
teimum, sum hava sæð hesi
viðurskifti læstar, men ein eing
ilskmaður (hetta kann bert vera D.
J. Danielsen), sum hevur verið við
Casement á øllum túrinum dregur
soleiðis saman um:
“Tað er tað mest ræðuliga
trælahald, sum gongur fyri seg
á hesum leiðum. Fólk verða mis
handlað av myndugleikunum, og
um einki verður gjørt skjótt, so
verður tað ov seint.”
Frágreiðingin hjá Casment
verður skjótt handað stjórnini,
og tað verður ikki leingi, til
innihaldið í henni verður tøkt.
Viðmerking
Henda grein er skrivað beint áðrenn
Casement kemur til Bretlands.
Keldan kann tí bert vera Dollin.
Dollin skrivar til
Morel
Hesa tíðina býr Dollin í
Burnbank Gardens í Glasgow.
Hann skrivar 4. Desember 1903
soljóðandi bræv til Morel:
Góði Sir,
Eg havi beint fingið eitt bræv frá
Mr. Casement. Hann heldur at tað
er best, at mín bústaður ikki enn
verður nevndur í samband við hesa
ferðina í juli, august og september.
Hetta má bíða inntil stjórnin hevur
tikið stig í hesum máli.
So um tygum almannakunngera
nakað av hesum tilfari, tak so
burtur úr brotini, sum snúgva
seg um sjálvan túrin. Consulin
(Casement) sigur mær, at hann er
fegin um at síggja Congogreinina
í tygara blaði í seinastu viku. (Tað
er helst greinin frá 1.12 1903.)
Eg haldi, at vit hava fingið tikið
Congotarvin við hornini hesa ferð.
Eg skal tosa í Edinburgh í
Carubbers Close Mission tann
19. og í Synod Hall 20. hendan
mánaðin. Eg fari eisini at vísa
myndir av dreingjum við hond
unum høgdum av.
Eg væntaði at frætta tíðindi úr
Congo í seinasta posti, men einki
var. Tað tykist, sum at menn eru
ræddir fyri avleiðingunum, um
teir siga sannleikan.
Eg hugsi, at vit trúboðarar
kunnu gera lítið í sjálvum Congo,
fyrr enn hetta trælahald er
avtikið.
Vinarliga
D. J. Danielsen
Viðmerking
Tað áhugaverda við hesum brævi
er, at tað sæst, at Casement
hevur sett seg í samband við
Dollan beinanvegin, hann er
komin heim úr Congo. Casement
er komin tann 1. desember, og
longu tann 4. skrivar Dollin til
Morel, at hann hevur fingið
bræv frá Casement. Samstundis
merkist, at hann følir seg ikki
heilt tryggan, tí skal bústaðurin
ikki nevnast.
Her skal eisini greiðast eitt
sindur frá Carubbers Close, har
Daniel sigur í brævinum, at hann
eisini skal tala.
Hetta er ein kristilig samkoma.
Sum greitt varð frá í 1. parti, var
tað uttan iva her, at hann hitti
Linu, sum hann giftist við eitt
hálvt ár seinni.
Carubbers Close var stovnað í
1858. Navnið man vísa til gøtuna,
har samkoman upprunaliga
helt til. Í 1883 kemur kendi
evangelisturin D. L. Moody til
Edinburgh. Hann sær tørvin á
einum nýggjum samkomuhúsi
og fær reist neyðugan pening til
at byggja ein nýggjan sal. Hann
legði eisini grundarsteinin til
salin, sum enn er í High Street,
ikki langt frá Princes Street.
Í 1990 er salurin fullkomiliga
umbygdur. Her eru pláss fyri 300
fólkum, og tey eru 2300, sum
framvegis koma higar. Tann sum
hevur hug at vita meira kann fara
inn á heimasíðuna:
www.carrubbers.org
Her kann skoytast uppí, at
Synod Hall, har Dollin helt sínar
stóru fundir er ikki til longur.
Lagdur undir morð
Morel skrivar 4. des. 1903.
Góði Mr. Danielson
Eg takki fyri tygara bræv við
útklippum, sum eg skal gera ein
samandrátt burtur úr. Eg ynski,
at tygum geva mær adressur
hjá nøkrum fólkum har norðuri (í
Bretlandi), sum tygum siga eru
áhugað fyri Congomálinum. Eg
vil tá senda teimum eintak av
blaðnum, so tey kunnu gerast
haldarar.
Eg havi ikki hoyrt nakað um
eitt morðmál, sum tygum siga
at staturin roynir at hanga uppí
tygum.
Viðmerking
Hetta morðmálið hava vit ikki
sæð nevnt aðra staðni. Men
hetta hevur so verið ein partur
av tí, sum Dollin hevur verið
útsettur fyri. Hetta kann hava
samband við málið, sum varð
umrøtt í seimasta parti, har Dollin
verður lagdur undir at fara illa við
teimum innføddu.
Gummiræðið
Tann 11. desember 1903 er aftur
grein í West African Mail:
Harra D. J. Danielsen, hvørs røðu
í Edinburgh vit fyri kortum hava
endurgivið, hevði í seinastu viku
eina samrøðu við umboð fyri
blaðið Daily Record and Mail í
Glasgow, og her segði hann:
Tað er einki løgið í, segði harra
Danielson, at trýstið á fólkið setur
tað upp í móti statinum. Tað er
gummimálið, sum er orsøkin til
allar hesar trupulleikar. Eg eigi
myndir av fólki, sum er lamløstað,
og hvørs hendur eru kvettar av
sum ávaring til onnur, sum ikki
gera eitt nøktandi arbeiði fyri
gummiagentarnar. Foreldrini hjá
einum lamløstaðum innføddum
mótmæltu hjá eini gummifyritøku,
og tey fingu at vita, at um tey
innføddu ikki arbeiddu betri, so
vildi hetta verða gjørt aftur.
At taka kvinnur sum gíðslar
er dagligur kostur, og tær verða
bert settar leysar aftur, tá ið
teirra menn ella vinir koma
við teirri nøgd av gummi, sum
kravd er av umboðsmonnum hjá
fyritøkuni. Henda framferðin
verður søgd at vera enn verri, enn
hon, sum var nýtt av arabisku
trælahandilsmonnunum, sum
nú er hildin uppat. Og Leopold
kongur boðaði enntá frá fyri
18 árum síðani, tá ið hann fekk
ræði á Congo, sínum europeisku
sameindu frá, at einasta mál
hansara var at endurreisa moral
og liviumstøður hjá fólkinum.
Spurningurin er, segði
trúboðarin, hvussu hann hevur
hildið síni lyfti.
Sum svar uppá fyrispurningum
frá okkara blaðmanni, legði
harra Danielson stóran dent
á, at um hetta trælahald ikki
verður steðgað, vil tíðin koma, tá
fólkið í Frístatinum Congo verður
fullkomiliga útruddað.
Á summum plássum, helt
hann áfram, er hurðin afturlatin
fyri trúboðarum. Men ein av
treytunum, Leopold fekk fyri at
fáa ræðið á Congo, var, at allir
trúboðarar hjá øllum trúarbólkum
skuldu hava frítt at prædika og
ferðast í landinum. Nógva staðni
í landinum hava eisini verið stig
tikin til at forða innføddum at
selja matvørur til trúboðarar,
uttan at fyrst at hava fingið loyvi
frá gummimonopolistum.
Hetta er ein lýsing fyri blaðið “The West African Mail”, har greinirnar hjá
Daniel J. Danielsen vóru prentaðar. Hetta blað viðgjørdi eisini viðurskiftini
í øðrum vestuafrikanskum londum. Blaðið kom út eina ferð um vikuna, og
síðutalið fyri árið lá um 1.000. Hetta var umframt alt annað, sum Morel fekk
av skafti
Red Rubber (reytt gummi) var tann kendasta bókin, sum Morel skrivaði um
viðurskifitni í Congo. Hon er prentað í fleiri uppløgum og finst eisini á norskum.
Hetta er forsíðan á fyrstu útgávuni, har Leopold kongur verður vigaður á
dómadegi og verður funnin ov lættur. Avhøgda hondin á vektini fellur dómin hjá
eftirtíðini yvir hetta stýri. Fleiri av myndunum í hesi greinarøð er úr hesi bók