Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 36 - 20. februar 2008 ] Høgni í Stórustovu sigur, at honum hevði dámt betur, um útmeldingin um hansara uppstilling var úti í góðari tíð. Hetta tí hann heldur, at føroyskur fótbóltur meira enn nakað hevur brúk fyri einum grundleggjandi kjaki Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nýggi kandidaturin til ovasta FSF-sessin hevur í eina tíð umhugsað, um hann skuldi stillað upp til valið. - Tá fleiri feløg heittu á meg um at stilla upp, so var hetta sjálvandi nakað, sum eg umhugsaði. Sjálvur vildi eg fegin, at hendan útmeld- ingin var komin alt fyri eitt. Tí tað hevði kunnað skapt eitt kjak um føroyskan fót- bólt. Og um hvat tað var, sum partarnir hava at føra fram. - Feløgini handan uppstill- ingina vildu tó hava meg at bíða við almannakunngerð- ini, til vit vóru beint undan evstamarki. Og í gjár boðaði eg so starvsnevndarfeløgum mínum frá avgerðini. Og segði samstundis við tey feløgini, sum skutu meg upp, at eg taki av møguleika- num. Mugu hjálpa feløgunum Um orsøkina til, at Høgni í Stórustovu heldur seg fram- at heita stólinum, sigur hann, at hann sum so ikki hevur so nógv størri ætlanir, enn hann so leingi hevur havt. - Eg havi sagt tað áður. Føroyskur fótbóltur hevur seinnu árini staðið á einum stórum vegamóti. Flestu feløgini eru serstakliga hart spent bæði fíggjar- og um- sitingarliga, og vit síggja, hvussu títt útskiftingin av nevndarlimunum er. - Og har er FSF nærmasti parturin at varpa ljós á trupulleikarnar og hjálpa feløgunum. Vit eiga at steðga á fyri líka sum at vita, hvønn veg føroyskur fótbóltur skal fara. Sjálvandi skulu vit hava ambitiónir, men hesar mugu eisini hava hald í veruleikanum. Tí mugu vit at kalla taka pulsin hjá einstøku feløgunum, og síðani royna at leggja okk- ara egna støði eftir hesum. Ikki bara pengar Fyri tveimum árum síðani var ein øktur fíggjarligur stuðul til feløgini millum málini, sum Birgir Eng- hamar nevndi í sínum val- dysti. Men fíggjarligur stuð- ul í sjálvum sær er ikki tað, sum Høgni í Stórustovu sær sum loysnina upp á trupul- leikan hjá feløgunum. - Fyrst og fremst haldi eg, at førleikarnir úti í feløgun- um eiga at styrkjast. Við at traðka inn í altjóða fótbólts- heimin hava feløgini sam- stundis fingið hópin av krøvum, sum tey skulu lúka. Og tí er heilt víst tørv- ur á at styrkja umsitingarliga partin so ella so. Vit hava havt nøkur keðilig mál, og tað er væl hugsandi, at hesi als ikki høvdu verið, um feløgini vóru betur fyri á leiðslusíðuni. - Og so ræður sjálvandi um, at feløgini ikki spenna seg meira, enn gott er. Stutt sagt, so er føroyskur fótbólt- ur noyddur til at røkta seg sjálvan. Fíggjarliga og um- sitingarliga mugu vit fáa skil á, um ikki stórur partur av framda arbeiðinum skal detta niðurfyri, sigur Høgni í Stórustovu. Tey seks feløgini kring høvuðsstaðin skutu í gjárkvøldið Høgna í Stórustovu upp sum nýggjan FSF-forseta. Soleiðis verður talan aftur um kampval, tá FSF hevur aðalfund Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verður sagt um nú frá- farandi cubanska forsetan, Fidel Castro, at hann hevur yvirlivað hundraðtals snið- álop. Óli Holm hevur kanska ikki heilt upplivað slíkan ágang, men triðja aðalfundin á rað má før- oyski fótbóltsovastin brynja seg út til kampval. Hetta tí tey seks høvuðsstaðarfe- løgini - AB, B36, HB, Fram, NÍF og Undri – hava skotið Høgna í Stórustovu upp til sessin. Triðja royndin Tað var annars ikki gamalt við fleiri kandidatum til sessin. Torleif Sigurðsson, sáli, sum sat á formansposti- num í 21 ár, hevði ongan tíð nakað mótvalevni móti sær, og tá Dánjal Andreasen tók við eftir Torleif, hendi hetta eisini uttan atkvøðu- greiðslu. Men síðani hevur talan altso verið um kampval. Í 2004 var næstan ikki til at fáa greiðu á, hvør stillaði SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Fyrst og fremst haldi eg, at førleikarnir úti í feløgunum eiga at styrkjast Høgni í Stórustovu Høgni vil k Tvær ferðir hevur valdystur verið í nýggja FSF-húsinum við Tórsvøll. Annan leygardag verður aftur ein av slagnum. Hesa ferð millum Óla Holm og Høgna í Stórustovu Tørvur er á einum grundleggjandi kjaki um føroyskan fótbólt, heldur Høgni í Stórustovu. Hann heldur tað tí vera spell, at hansara uppstilling ikki varð kunngjørd fyrr enn nú. Men hann vil eisini út at taka pulsin á einstøku feløgunum, um hann verður valdur til formann Feløgini mugu styrkjast