mikudagur 20. februar 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 36 - 20. februar 2008 ]
Sitandi forsetin fer
ikki at nokta nøkrum
valevni uppstilling,
men hann viðgongur,
at hann gjørdist
skakkur, tá hann kom
eftir, at ein sitandi
nevndarlimur stillar
upp móti sær
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sitandi FSF-forsetin, Óli
Holm, hevur sum so ikki
tær heilt stóru viðmerking-
arnar til, at hann aftur í ár
skal til valdyst.
- FSF er ein demokratiskur
felagsskapur hjá føroyskum
fótbólti. Og tí hvørki vil
ella kann eg forða nøkrum í
at stilla upp til forsetavalið,
sigur Óli Holm.
Men hann viðgongur, at
tað kom óvart á seg, tá hann
frætti, hvør mótkandidatur
hansara er.
- Vit í starvsnevndini
hava sjálvir valt at stuðla
Høgna í afturvali til nevnd-
ina. Og tí gjørdist eg rætti-
liga bilsin, tá hann nú stillar
upp til forsetasessin. Men
hinvegin hevur hann eins
góðan rætt sum øll onnur at
stilla upp, sigur Óli Holm.
Og hann leggur afturat, at
hann í løtuni ikki hevur
ætlanir um at leggja frá sær
uttan dyst.
Menningin er ígongd
Sitandi forsetin vísir annars
til frágreiðingina, sum hann
í fyrradagin læt til feløgini.
Og har verður eisini nógv
gjørt burtur úr teimum við-
urskiftum, sum Høgni í
Stórustovu førir fram, tá
um ræður at styrkja feløgini
umsitingarliga.
- Krøvini til leiðslu av
feløgunum og umsiting ann-
ars krevur alsamt meiri
hegni, vitan og orku. Í
grannalondunum er vanligt,
at skeið verða boðin út fyri
at menna feløgini. Ætlaninin
er bjóða feløgunum til
ymisk skeið/temakvøld inn-
an ymisk evni, verður nevnt
í frágreiðingini. Og har
verða ítøkiliga nevnd fjøl-
miðlaábyrgdarskeið, skeið
fyri trygdarstjórar, skeið
fyri starvsfólk í feløgunum,
sum verða lønt úr MAFF-
grunninum (serstakur FSF-
grunnur til umsitingarliga
partin
hjá
feløgunum,
blðm.) og leiðsluskeið.
Hartil arbeiðir sitandi
nevnd við at styrkja um
MAFF-grunnin, soleiðis at
feløg eisini kunna søkja um
fíggjarligan stuðul til íløgur
úr grunninum.
Nýggjan nevndarlim
Eftir øllum at døma verður neyðugt at finna nýggjan nevndarlim,
nú Høgni í Stórustovu hevur gjørt av at stilla upp til forsetavalið í
FSF. Einki forðar hvørki honum ella Óla Holm til eisini ast stilla
upp til starvsnevndarvalið, men tað er ein møguleiki, sum tykist
heldur fjarður fyri tann kandidatin, sum tapir dystin um ovasta
sessin. Tí er lítið at ivast í, at hetta fram til í annaðkvøld – tá freistin
fyri uppstilling er úti – fara feløg at arbeiða við at finna onkran
nýggjan kandidat til nevndarvalið.
upp, tá talan fleiri ferðir
gjørdist um eykaaðalfundir
av ymsum slag. Men alt
endaði so við, at Christian
Andreasen tók dystin upp
við Óla Holm. Tá mundu
fleiri – ikki minst Christian
Andreasen sjálvur – halda,
at tryggu atkvøðurnar vóru
nóg nógvar í tali.
Tað sama mundi Birgir
Enghamar halda fyri tveim-
um árum síðani, tá hann
stillaði upp til valdyst. Nú-
verandi
HB-formaðurin
tóktist
undan
fundinum
hava ein greiðan meirilutan,
men tá atkvøðuseðlarnir
vórðu taldir upp, stóð á
jøvnum millum hann og
Óla Holm. Og tá sitandi
formaðurin bara ikki skuldi
hava ein meiriluta ímóti
sær, vann Óli á málstrik-
uni.
Hesa ferð verður talan so
um triðju royndina at koppa
Óla Holm. Og tað er merk-
isvert, at talan hvørja ferð
hevur verið um uppskot úr
Havnini. Hóast treytaleysi
stuðulin
til
Christian
Andreasen
seinni
varð
broyttur, so var tað upp-
runaliga HB, sum tók stig
til at skjóta Christian upp ta
ferðina. Fyri tveimum árum
síðani var tað Fram, sum
formliga setti Birgir Eng-
hamar í uppskot, og hesa
ferð eru tað altso tey seks
feløgini í og kring høvuðs-
staðin, sum eiga uppskotið.
oppa Óla
Øll kunnu
stilla upp
Menning av umsitingini
hjá feløgunum og
fíggjarligur stuðul til
íløgur er longu sett á
dagsskrá í FSF, vísir Óli
Holm á
Nummar 10 í Fair-play
Tað er óneyðugt at endurtaka hvussu tað hevur gingið við úrslitum í
altjóða dystum. Tó er at gleðast um, at Føroyar liggja heilt væl fyri á
Fair Play-listanum hjá UEFA. Av teimum 52 limalondunum liggja
Føroyar nr. 10. Hetta merkir, at í skrivandi stund er Formuladeildin
nr. 10 tá tað kemur til at fáa reyð og gul kort. Annars er vanligt at
meta Fair Play eftir 6 ymiskum kriterium. 1) Reyð og gul kort, 2)
jaligt spæl, 3) virðing fyri mótstøðuleikarunum, 4) virðing fyri
dómaranum, 5) atburður hjá venjarum og leiðarum, 6) atburðurin hjá
áskoðarunum. Um fótbóltsleikarnir í Føroyum megna at skikka sær
enn betur í ár, ja so eru sannlíkindini væl størri, at Føroyar fáa eitt
eyka UEFA-cup pláss.