Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 36 - 20. februar 2008 ] Í gjárkvøldið var sjøtul settur á »knock out« umførini í Champions League, og fyrstu fýra dystirnar í áttanda­ partsfinalunum vórðu spældir. Heima á Anfield, vann Liverpool ein sera kærkomnan sigur móti italska liðnum Inter, meðan Roma loksins vann á Real Madrid FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo At italsk feløg meistra verju­ spæl, tá á stendur, var sjón fyri søgn á Anfield leik­ vøllinum í Liverpool, tá Inter Milan var á vitjan í gjárkvøldið. Eftir 69 daga langan steðg, er sjøtul nú aftur settur á Champions League fótbólt. Reyða kortið avgjørdi Dysturin á Anfield leik­ vøllinum, har Liverpool og Inter dystaðust, var hampu­ liga javnur í knappan hálvan tíma. Men tá Marco Matreazzi fekk sítt seinna gula kort, og harvið eisini reytt, setti Liverpool seg á tað mesta. Inter legði seg aftur verja málleysa javn­ leikin, og so hvørt sum minuttirnir gingu, øktist trýstið á mál teirra. Tað gekk tó striltið hjá Liverpool at skora neyguga málið, men tá Jermaine Pennant og Peter Crouch vórðu settir á vøllin fyri ávíkavist Ryan Babel og Lucas Leiva, kom forloys­ ingin. Alt fyri eitt kom meira breidd á í høgra borði, og tað skuldi eisini vísa seg, at málini bæði, ið komu í dystinum, komu eft­ ir uppspæl í høgru. Fyrst skoraði Dirk Kuyt, og síðani var tað »Captain Fantastic« Steven Gerrard, ið søkti Inter, og harvið gav Liverpool eitt sera gott út­ gangsstøði undan seinna dystinum í Milano. Teir kongaligu taptu Roma og Schalke vunnu sær bæði heimasigrar í gjár­ kvøldið, tá tey høvdu vitjan av ávíkavist Real Madrid og Porto. Á einum kvøldi, har Chelsea fekk málleysan javnleik móti Olympiakos í Athen, mátti Roma kempa fyri teirra 2­1 sigri á Olymp­ iska leikvøllinum í Rom – Mancini var hetjan, tá hann skoraði vinnandi málið í 58. minutti, eftir at David Pizarro hevði javnað. Tí fyrsta málið í dystinum fall til Raul hjá kongaliga felag­ num. Hetta er samstundis fyrsta ferðin av fýra møguligum, at Roma vinnur á Real Madrid í italska høvuðs­ staðnum. Men Real vóru tó óhepnir, ikki at javna, tá Royston Drenthe rakti tvør­ træið, tá bert 10 minuttir írestaðu. Porto, fingu hinvegin eina keðiliga uppliving, tá teir vitjaðu leikvøllin, har teir vunnu Champions Leag­ ue finaluna afturi í 2004. Porto taptu dystin móti Schalke 1­0. Einsamalla málið á Veltins Arena í Gel­ senkirchen, skoraði týski landsliðsleikarin, Kevin Kuranyi, longu í fjórða minutti. Úrslitini týskvøldið: Liverpool-Inter 2-0 (Kuyt, Gerrard) Olympiaikos-Chelsea 0-0 Roma-Real Madrid 2-1 (Pizarro, Mancini - Raul) Schalke 04-Porto 1-0 (Kevin Kuranyi) Dystirnir í kvøld: Arsenal-Milan Celtic-Barcelona Fenerbahce-Sevilla Lyon-Man Utd Allir dystirnar í kvøld byrja klokkan 19:45 KÍ fær ikki Tridente Argentinska felagið vil ikki sleppa spælaranum, nú uppflyting til bestu deildina stendur upp á spæl. Ístaðin gamblar KÍ við einum brasilskum spælara FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Alt bendi á, at KÍ hevði funnið sær ein sera góðan álopsstyrk, tá felagið hevði fingið avtalu í lag við Jonathan Tridente. Spælarin skuldi í fyrsta umfari leig­ ast frá argentinska Los Andes, sum hevur sáttmála við spælaran fram til 30. juni, og síðani skuldi spælarin sáttmálabindast at KÍ. Men hetta verður nú av ongum, váttar nevndarfor­ maðurin í partafelagnum, sum rekur Formula­liðið hjá KÍ, Axel Johannesen. ­ Vit hildu annars, at alt var greitt. Semja var við spælaran, og eisini høvdu vit gjørt eina lagaliga leigu­ avtalu við argentinska felagið. Nú eru boðini frá um­ boðsmanninum hjá Tridente tó, at felagið vil ikki sleppa honum. ­ Los Andes er í løtuni á triðja plássi í næst bestu argentinsku deildini. Teir eru bert eitt stig frá einum sessi, sum ber uppflyting við sær, og Tridente hevur verið ein týðandi spælari seinastu tíðina, har hann hevur skotið nógv mál. Tí eru boðini, at felagið er bakkað út úr handlinum, og tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, sigur Axel Johannesen. Fer KÍ ístaðin at leita eftir øðrum spælara at styrkja um álopið? ­ Ja. Vit hava gjørt munnliga avtalu við ein brasiliu­ mann, sum eitur Anderson. Hesin hevur verið sáttmála­ bundin í Vasco da Gama, men hevur verið útleigaður til felag í lokalu Rio de Janeiro­deildini. Tað í sjálvum sær burdi borgað fyri eini ávísari góðsku, men eg skal viðganga, at talan er um ein kjans, sum vit taka við hesum. Evstamark fyri at knýta nýggjar spælarar at felagnum er tó longu fríggjakvøldið, so vit hava ikki so nógv alternativ í løtuni, sigur Axel. Hann vísir tó samstundis á, at møguleiki er enn fyri, at Tridente kann spæla við KÍ í summar. Sáttmálin við Los Andes gongur út í summar, og sjálvur sigur spæl­ arin seg hava áhuga í at koma til Føroya tá. Serstakir KÍ-bóltar Sum nakað nýtt hevur KÍ í ár tikið avgerð um, at gera ein serstakan KÍ venjingarbólt til yngru deildirnar. Hetta verður gjørt í samstarvi við Sportmaster í Klaksvík. Í ár kemur tað at verða soleiðis, at hvør leikari, upp til og við smádreingir og ­gentur, keypir sín egna KÍ venjingarbólt fyri kr. 200. Tvs. at leikarin sjálvur eigur bóltin og hevur hann við til hvørja venjing. Hetta hevur leingi verið eitt ynski frá venjarum, fyri at fáa skipað viðurskiftini við bóltunum betri. Við hvør sínum bólti hjá spælarunum verður eisini lættari hjá venjarunum at skipa venjingar, har einstaki spælarin hevur flest møguligar bóltnertingar. Kanska endurgjald til Chelsea Tað stóðst stórur ruðulleiki av sáttmálanum við John Obi Mikel, sum fyrst hevði skrivað undir við Manchester United í apríl 2005 fyri síðani at gera sáttmála við Chelsea árið eftir. Chelsea rindaði Manchester United 12 milliónir pund, meðan Lyn fekk fýra. Nú er Morgan Andersen, nevndarlimur í Lyn, ákærdur fyri at at hava snýtt við sáttmálanum. Vísir tað seg nú, at upprunaligi sáttmálin var falskur, og John Obi Mikel sostatt kundi skriva sáttmála uttan transfer­pengar, kann tað enda við, at Chelsea fær allar 16 milliónirnar pund aftur frá teimum báðum feløgunum, skrivar enska blaðið The Times. Ein lætti hjá »The Reds« Dirk Kuyt, ið skoraði sítt einans níggjunda mál í hesum kappingarárinum, stríðist vanliga væl. Men máltevið hevur ikki verið eins stórt, sum roknað varð við Mynd: Polfoto/AP