mikudagur 20. februar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2008
23
tíðindi
liggur tað?
tankin aftanfyri at velja
eina ókenda og, á pappírin
um, væl skikkaða kvinnu,
fram um 15 aðrar, helst eisi
ni væl skikkaðar, umsøkjar
ar.
Tað heldur í øllum førum
Annika Mittún Jacobsen
sjálv, nú hon hevur funnið
vegin oman í Miðlahúsið,
til prát og kaffi við mjólk
útií.
Samfelagið er nógv
broytt síðstu árini. Eisini í
mun til at fáa kvinnur í leið
andi størv og uppí politikk.
Kanska ynskir stýrið á hend
an hátt at vísa, at tað vil
royna nakað heilt nýtt og
øðrvísi, sigur Annika Mit
tún Jacobsen, tá hon verður
spurd, hví hon heldur, at
stýrið valdi júst hana.
Opinleiki og tolsemi
Nýggi
stjórin,
sum
er
útbúgvin
cand.merc.dat,
(búskapur, leiðsla og KT),
heldur hina fremstu uppgáv
una hjá einum nationalum
kringvarpi
verða
tann
áskoðanarmyndandi – at
varpa ljós á mál og mentan,
og eisini at fjálga um
nýhugsan og tolsemi.
Kringvarpið skal endur
spegla tað, sum rørir seg í
samfelagnum. Vit vilja gjar
na samanbera okkum við
Skandinavisku londini, og
eg ivist ikki í, at vit í nógv
um førum kunnu vera
frammanfyri tey. Men tað
krevur, at vit gera okkum
greitt, at í einum so lítlum
samfelagi sum okkara, er
neyðugt at gáa serliga um
opinleika og tolsemi, sigur
Annika Mittún Jacobsen.
Modernað leiðsla
Spurd, hví hon valdi at søk
ja stjórastarvið í Kringvarp
inum, sigur hon seg altíð
hava hildið miðlaheimin
vera spennandi. Samstundis
viðgongur hon, at hon hev
ur millum lítið og onki inn
lit í arbeiðið á einum miðli
ella á journalistikki sum
so.
Men spyr meg um eitt
ár, so skal eg svara tær uppá
tann partin eisini, sigur
hon, og vísir á, at fremsti
førleiki hennara avgjørt er á
leiðsluøkinum, har hon hev
ur nógv at koma við. Í tí
sambandi nevnir hon moder
naða leiðslu – ella ein coach
andi leiðsluhátt, har fremsta
uppgávan er at fáa fólk at
trívast, og at fáa tað besta
fram í fólki, við støði í før
leikum teirra.
Eg skal ikki læsa meg
inni á einari skrivstovu og
sita har og ráða. Haraftur
ímóti er tað mín uppgávu at
seta røttu fólkini saman, at
sparra og koma við aftur
meldingum. Og at skapa
grundarlag fyri einum kjaki
um visjónir fyri stovnin í
samstarvi við starvsfólkini,
sigur Annika Mittún Jacob
sen.
Avdúkar lítið
Og hetta við "í samstarvi
við starvsfólkini", er eisini
niðurlagið í meginpartinum
av samrøðuni við nýggja
kringvarpsstjóran. Tí, við
hennara leiðsluhátti er tað
eftir øllum at døma skeivt
av henni at fara út til almenn
ingin við sínari áskoðan,
áðrenn tað hevur verið til
viðgerðar
innanhýsis
á
stovninum. Og, sum hon
sigur, so eru tað bert 24 tím
ar síðani hon fekk boðini
um starvið.
Sostatt er nærum ógjørligt
at fáa hana at avdúka hvørj
ar ítøkiligar visjónir hon
hevur um kringvarpið: fram
tíðina, fígging, publicser
vice sum heild, publicser
vice sáttmálar við myndug
leikarnar,
sendiflaturnar,
málrøkt, deyvatulking, jóla
kalendarar, sendinetið, høl
ini ella raðfesting av tilfarið
og tilfeingi.
KT og borandi
Kortini er okkurt, sum hon
hevur eina greiða meining
um. Til dømis innan KT.
Sjálv brúki eg miðlarnar
soleiðis, at eg fari út á inter
netið og taki niður tað, sum
eg vil brúka. Og hetta er
heilt vist eisini tann vegin
tað gongur: at fólk sjálvi vil
ja gera av, nær og hvat tey
ynskja at vera brúkarar av
miðlaframleiðslum.
Eitt annað, sum hon held
ur hevur stóran týdning fell
ur helst í góða jørð á tíð
indadeildunum: tann boran
di journalistikkurin, har far
ið verður í dýpdina.
Hetta er sjálvandi eitt
øki, sum krevur bæði tíð og
pengar. Men tað er sam
stundis eitt øki, sum eg vil
raðfesta høgt, sigur hon.
Annika Mittún Jacobsen
hevur eina fortíð í banka
tryggingar og KTheimin
um. Starvsøki, har mentan
og kreativitetur oftast eru
avmarkað til marknaðar
deildirnar.
Tá eg síggi kreativ fólk
arbeiða, síggi eg væl, at eg
eri ikki serliga kreativ. Men
eg haldi tað vera spennandi
at arbeiða saman við krea
tivum fólki, sum hava nógv
hugskot. Og eg rokni við, at
starvsfólkini í kringvarpi
num eru sera kreativ. Har
verður mín stóra avbjóðing:
at seta kreativu kreftirnar
saman, so tey kunnu skapa
nakað saman, sigur hon.
Styrkir og veikleikar
Obligatoriski spurningurin
til
setanarsamrøður
er:
Hvørjar eru tínar sterku síð
ur?
Mín styrki liggur á leiðs
luøkinum. Eg tori at taka
avgerðir og eri ikki bangin
fyri konfliktum. Havi ta
áskoðan, at ósemjur eru
ikki tað sama sum at vera
óklár. Vit mugu tora at vera
ósamd. Og so eri eg sera
opin og sosial, sigur hon.
Og trívur sjálv í næsta sjálv
sagda spurningin: Hvørjir
eru tínir veikleikar?
Í mun til hetta starvið er
tað ein veikleiki, at eg havi
lítið innlit í miðlaheimin,
sigur hon. Men hetta vendir
hon samstundis til nakað
positivt, tí tað nýggja her
tað eisini spennandi.
Tað hevði ikki verið ser
liga stuttligt at farið í eitt
nýtt starv, har onki nýtt var
at læra.
Samrøðan við Annika
Mittún Jacobsen er at enda
komin. Við at fara í ein stór
an boga uttanum "pinna
matabrigaduna" í Miðla
húsinum (sitat: Henrik Old)
hevur stýrið avgjørt valt
nýtt og øðrvísi við 42 ára
gomlu
Anniku
Mittún
Jacobsen úr Havn.
Kanska slett ikki so býtt!
Navn:
Annika Mittún Jacobsen
Aldur:
42 ár
Útbúgving:
cand.merc.dat. í 1994
Starvsroyndir:
Tvey ár hjá FDB-data í
Keypmannahavn
Tvey ár hjá WM-data í
Keypmannahavn
Seks ár hjá Pohjolan
Systeemipalvelu, ið er
størsta tryggingarfelagið í
Finlandi
2004 leiðari av
menningardeildini í Eik
Banka
Privat:
Gift og eigur tvey børn 6
og 8 ár