Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 36 - 20. februar 2008 bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilurin sum nógv hava bíða eftir í longri tíð er nú komin. Talan er um Fiat 500, sum er ein nýggjur minibilur, ið er gjørdur við Fiat 500 frá 1957 sum fyrimynd Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fiat eru nú við í kappingini um modernaðar retrobilar sum t.d. VW New Beetle og Mini. Fiat 500 er gjørdur við Fiat 500 frá 1957 sum fyrimynd. Bilurin fekk fimm stjørn­ ur og fult stigatal í Euro­ NCAP krasjtestunum, sum er flott fyri ein bil í mini­ klassanum. Fiat 500 fæst við tveimum bensinmotorum: 1,2 litra við 69 hk og 1,4 litra við 100 hk og einum 1,3 litra dieselmotori við 75 hk. All­ ir motorarnir eru økono­ miskir og umhvørvisvinar­ ligir. Bæði uttan og innan líkist Fiat 500 originalmodellin­ um frá 1957 við setrum og instrumentborði í moder­ naðum retrostýli. Fiat 500 kostar úr 145.000 krónum. Jens Petur Jensen frá Nordcar sigur, at teir hesa og næstu vikuna hava fleiri góð tilboð við bæði nýggj­ um og brúktum bilum. Umframt nakrar útvaldar nýggjar bilar hava teir eisini fleiri brúktar bilar, sum verða seldir við stórum avsláttri. Modernaður retrobilur Saab sýndu fram ein heilt nýggjan kon­ septbil á bilafram­ sýningini, sum var í Detroit í januar. Talan var um Saab 9­4X Bio­ Pow­er Concept, sum eftir ætlan verður tann fyrsti sonevndi crossover frá Saab Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Saab 9­4X BioPower Con­ cept hevði premieru á bila­ framsýningini í Detroit í USA. Bilurin er tann fyrsti sonevndi crossover frá Saab, sum er ein blandingur av einum vanligum persón­ bili og SUV. Saab 9­4X hev­ ur smart design við fram­ komnari 4x4 teknologi, sum eisini er at finna í Saab 9­3. 2,0 litra BioPower motor­ urin hevur 300 hk og eitt botntrekk upp á 400 Nm. Brennievnið er E85, sum er ein blanding við 85 prosent­ um av ethanol og 15 pro­ sentum av bensini. Dálking­ in frá útstoytunum á hesum bilum er upp til 70 prosent minni enn á vanligum bil­ um. Designið líkist koncept­ bilinum Saab Aero X frá 2006, og hesin konseptbil­ urin er gjørdur fyri at vísa, hvussu ein komandi Saab crossover væntandi kemur at síggja út. Einki verður tó sagt um, nær bilurin kemur á marknaðin. Spennandi crossover frá Saab Jens Petur Jensen frá Nordcar við nýggja modernaða retrobilinum Fiat 500 Innan sær er Saab 9-4X BioPower Concept rættuliga framkomin út Saab 9-4X BioPower Concept er ein crossover við eyðkendum Saab stíli Innan er Fiat 500 í modernaðum retrostíli Fiat 500 við 1,4 litra bensinmotori við 100 hk