mikudagur 20. februar 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 36 - 20. februar 2008
bilar
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vórðu
tveir bilar ummældir:
Fiat Panda 100 HP og
Lexus 300 GS. Tveir
sera ymiskir bilar,
annar ein minibilur
og hin ein stórur
luksusbilur
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilarnir sum vórðu ummæld
ir í sendingini Bylgjan hjá
Kringvarpinum mikudagin
20. februar vóru Lexus 300
GS við 3.0 litra 6 syl. ben
sinmotori við 249 hk, og
Fiat Panda 100 HP við 1,4
litra bensinmotori við 100
hk.
Fyrri bilurin sum varð
royndarkoyrdur var Fiat
Panda 100 HP. Panda kom
á marknaðin síðst í 2003 og
bleiv Ársins bilur í Evropa
2004.
Panda 100 HP er ein
sportútgáva við 1,4 litra
bensinmotori við 100 hk. Í
mun til standard útgávuna
av Panda er hesin sportliga
útgjørdur við t.d. spoilarum,
15” alufelgum, tokulyktum
og leðurratti. Eisini hevur
bilurin
ein
»sportdrive
knøtt«, sum gevur fastari
og meira sportliga stýring.
Sum standard hevur Pan
da nógvar elektroniskar
trygdarskipanir sum t.d.
ESP og airbag framman, í
síðunum og gardinarbag.
Standard útgerðin í Panda
er t.d. fløguspælari, elsíðu
rútar, fjarstýrt sentrallás,
elektrisk
servostýrng,
hæddarstilling av ratti og
førarasetri. Panda fæst
eisini við 1,2 litur bensin
motori við 60 hk, og 1,3
MultiJet diesel 70 hk og í
"offroad" útgávuni 4x4
Climbing.
Fiat Panda 100 HP kostar
kr. 165.000. Fiat Panda
kann síggjast og roynast hjá
Nordcar
í
Smiðjugerði.
Prísirnir byrja við 128.000
krónum.
Lexus GS 300
Seinni bilurin sum varð
royndarkoyrdur var Lexus
300 GS, ið er ein eksklusivur
bilur í luksusklassanum.
Bilurin var sera væl
útgjørdur við t.d. leðurkab
inu og automatiskum 2
sonu klimaanleggi og air
condition í forsetrunum,
multifunktionsdisplay við
GPSara og bakkikamera.
Sólgardinan í bakrútinum
fer automatiskt niður, tá
bilurin verður settur í bakk
gir, bakkikameraði vísir alt
sum er aftan fyri bilin,
umframt at bæði síðuspegl
ini stilla seg inn soleiðis at
bilførarin sær niður við síð
una á bilinum, og hvar bak
hjólini eru.
Lexus GS300 er bæði
lættur, ljóðleysur og kvikur
at koyra. 6trins automatgir
kassin og V6 motorurin
samstarva so væl, at tað er
ein sonn frægd at koyra bil
in. Alt er gjøgnumført og
lætt at handfara. Vit kunnu
nevna t.d. Bluetooth til tele
fon,
automatisk
niður
blending av síðu og bakki
speglum,
Xenonlyktir,
"Smartkey
entry"
og
memorystiling í báðum for
setrunum.
Bilurin sum varð royndar
koyrdur kostar kr. 788.000
við allari útgerðini. Tað er
Reyni Service sum umboða
Lexus.
Lexus GS og Fiat Panda
Lexus 300 GS er ein eksklusivur bilur í luksusklassanum við 3.0 litra 6 syl. bensinmotori við 249 hk og 6-trins automatgirkassa
Panda 100 HP er ein sportútgáva við 1,4 litra bensinmotori við 100 hk. Panda varð ársins bilur í Evropa 2004