mikudagur 13. juni 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 13. juni 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
15
14
Nr. 110 - 13. juni 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
5–mannafør gentur: Í
fyrraárið vóru tær
framvið, og nú tykist
tað, sum um tær av
álvara ætla at gera seg
galdandi
Tað var tann tíð, tá Fípan
Fagra úr Klaksvík gjørdi
um seg í kappróðrinum. Frá
1964 og fram til 1972 var
kappast um FM heitið í
einum róðri fyrst í august.
Ofta vóru kappingarnar á
Skálafjørðinum. Dreingir-
nir á Fípuni Føgru vunnu
fyrsta árið – í 1964, og
genturnar
vunnu
fýra
ferðir: í 1965, 1966, 1967
og í 1969.
Síðani tá hevur lítið verið
at hoyrt til Fípuna Føgru.
Besta úrslitið fingu tær í
1999, tá tær vunnu bronsu í
FM kappingini. Í fjør gekk
einki serligt, men nú tykist
tað av álvara at vera farið at
gangu undan.
Genturnar við Fípuni
Føgru vunnu næstsíðsta
vikuskifti á Strondum, og –
í hvussu so er sum tað er
okkum kunnugt – eydnaðist
tað leygardagin fyri fyrstu
ferð nakrantíð at fáa sjey
stig í einum FM róðri.
Spenningurin var stórur,
og genturnar í Klaksvík
megnaðu at liva upp til tað,
sum viðhaldsfólkini høvdu
vónað og kanska roknað
við.
– Tað gekk akkurát, sum
tað skuldi. Vit fingu ein
fínan start, og vit kendu tað
sum um vit vóru ímillum
tær fremstu beinanvegin.
Stýrimaðurin hjá okkum
segði, at vit lógu væl fyri,
og vit megnaðu næstan
allan vegin at halda ferðina,
sum vit høvdu ætlað.
Tað sigur Heidi Joensen,
sum er bátsformaður um-
borð á Fípuni Føgru.
Tú sigur næstan allan
vegin?
– Ja, kanska kundi enda-
spurturin eydnast eitt sind-
ur betur, enn hann gjørdi,
men vit hava alla orsøk til
at vera væl nøgdar.
Bátsformaðurin sigur tað
ikki sjálv, men tað ber væl
til at ímynda sær, at tað
hevur verið eitt sindur
torført hjá klaksvíksgentum
at leggja alla orku í enda-
spurtin, tá tær lógu so væl
fyri. Á málinum vóru tær
gott og væl leysar av næst-
fremsta bátinum, sum var
Sílið. 5–mannafarið hjá
Havnar Róðrarfelag er nýtt.
Tað er Magni Nielsen, sum
hevur smíðað
Hvussu var hesin róður-
in, tá tit sammeta við tann á
Strondum?
– Ta ferðina var Sílið ikki
við. Tjaldrið endaði næst-
fremst, og á norðoyarstevnu
hugdu vit mest eftir hesum
báðum bátunum, men tað
var eitt sindur torført, tí
Sílið
var
vestast,
og
Tjaldrið var eystast, meðan
við vóru nummar fýra
eystanífrá.. Líkindini á
Strondum vóru ikki so góð,
sum tey vóru leygardagin,
og so spældi tað eisini inn,
at vit ikki høvdu okkara
egna stýrimann við á
Strondum. Tá læntu vit
stýrimannin av Jarnbardi.
Nógvar royndir
Omanfyri hava vit tosað um
gentumanningina umborð á
Fípuni Føgru. Talan er um
gentubát, men rógvararnir
eru í búnum aldri, og við
einum undantaki hava tær
nógvar royndir í kappróðri.
Tær eru ímillum 18 og 23
ára gamlar. Eingin teirra
róði í fjør, men í fyrraárið
vóru tær við til at vinna
bronsumerkini.
Í ár fóru tær undir venj-
ingina fyrst í mars, og
síðani sunnudagin 29. apríl,
tá nýggju bátarnir í Klaks-
vík vórðu flotaðir, hava tær
vant stútt og støðugt.
Venjingarætlanin sigur, at
tær skulu venja tríggjar
dagar og so halda frí ein
dag, og tað hava tær gjørt.
Umborð á Fípuni Føgru
er Sonja Andreassen stýri-
maður. Á lærinum eru
Jórun Høgnesen og Maria
Torgarðsson. Í rúminum
eru Selma Høgnesen og
Gunnvør Joensen, og á
toftini sita Heidi Joensen
og Rúna Simonsen.
5–mannafør
dreingir: Sjálvt um
talan so at siga er
um nýggja mann-
ing, so megnaði
dreingjabáturin hjá
NSÍ at halda fram,
har hann slepti í
fjør
Í fjør var báturin nýggj-
ur, og tá vundu teir burt-
urúr øllum hinum í øll-
um kappingunum. Síð-
ani tá er mest sum alt
fólkið skift út. Bátsfor-
maðurin er tann einasti
frá manningini í fjør,
sum framvegis eru um-
borð. Hinir eru farnir
umborð á 6–mannafarið
Sølmund. Afturfyri er
stýrimaðurin, sum í fjør
var umborð á Sølmundi,
nú komin umborð á
Tjaldrið. Ein av hinum
rógvarunum var í fjør
við gamla Tjaldrinum,
sum nú eitur Spógvin.
Hinir fýra eru allir spild-
urnýggir rógvarar.
Róðursmaðurin
er
fimtan ára gamal, lær-
menninir báðir eru seytj-
an ár, og hinir fýra eru
sekstan ára gamlir. Men
tað gongur framvegis
sum
smurt. Tjaldrið
vann fyri góðari viku
síðani á Strondum, og á
norðoyarstevnu
stóð
eingin teimum kurl.
Hóast Tjaldrið bara er
gott og væl eitt ára gam-
alt, so vóru fleiri bátar,
ið eru uppaftur yngri. Til
hetta
kappingarárið
hevur Havnar Róðrar-
felag fingið Sílið, klaks-
víkingar hava fingið
Fípuna Føgru, og á
Argjum hava teir fingið
ein nýggjan Blik.
Ofta vísir tað seg, at
tað er eitt sindur av
fjáltri á í fyrsta róðrinum
í fyrstu FM kappingini.
Soleiðis tóktist tað eisini
vera hesa ferð. Eftir
tíggju
sekund
skeyt
dómarin róðurin av, tí
Erla Kongsdóttir hekk
eftir í fasta startinum.
Seinnu ferðina gekk
upp á stás. Frúgvin, Síl-
ið og Fípan Fagra fingu
góðan start saman við
Tjaldrinum. Tá málið
var hálv rógvið, var
Tjaldrið komið so at
siga upp á pláss, og so
skalaði eingin teimum.
– Tað var ikki so langt
ímillum okkum og Blik,
sum endaði næstfremst-
ur. Hann var eystastur og
róði undir Kósabrúnni.
Vit vóru nummar átta av
ellivu bátum. Teir á
toftuni hildu seg síggja,
at vit vóru fremstir, og á
málinum vísti munurin
seg at vera ein báts-
longd. Tað var eitt sind-
ur minni, enn munurin
var, tá vit kappaðust á
Strondum,
staðfestir
Eyðfinn
Bjarnastein,
sum er bátsformaður á
Tjaldrinum. Hann held-
ur, at tað verður havt í
huga, at fýra av teimum
seks við árarnar ongan-
tíð áður høvdu luttikið í
FM kappróðri, so kundu
teir ikki annað enn vera
nøgdir.
Stýrimaður umborð á
Tjaldrinum
er
Bent
Tommy Vang. Á lærin-
um eru Eyðfinn Bjarna-
stein og Eyðun Hansen.
Í rúminum eru Janus
Olsen og Jonleif David-
sen, og á toftubekki eru
Oddur Klein og Jov
Olsen.
6–mannafør kvinnur:
Helvtin av
manningini á Páll
Fanga gongur í
hesum døgum til
próvtøku fleiri ferðir
um vikuna
Fyrr hevur verið sagt, at
kappróðrarárið – sammett
við árini hjá flestu øðrum
ítróttargreinum – er stutt. Í
nógvum
feløgum
hava
bátarnir í mong ár verið
flotaðir flaggdagin, og so
hevur verið drivið á inntil á
ólavsøku.
Nú er hetta søga í nógv-
um feløgum. Eitt dømi um
hetta er í Klaksvík, har tey
fóru undir fyrstu venjingar-
nar
tíðliga
á
árinum.
Felagið keypti í vetur
tríggjar rógvimaskinur. Tær
fingu toyggið vetrarmán-
aðirnar, og tá tað var liðið
eitt sindur út, vórðu gomlu
bátarnir flotaðir. Síðst í
apríl vóru nýggju bátarnir
klárir, og síðani tá eru teir
vornir partur av býar-
myndini.
Fyrstu lønina fyri nógvu
venjingina
fingu
kvinnurnar umborð á Páll
Fanga leygardagin:
– Venjingarstøðan er væl
betur, enn hon hevur verið
undanfarin ár. Vit hugsaðu
um Jarnbard og Sølmund,
og tað var virkuliga deiligt,
at vit fingu ein góðan start.
Stýrimaðurin hjá okkum
segði nokk so skjótt, at vit
høvdu
fingið
Jarnbard
afturum okkum. Tá tú fært
k a p p i n g a r n e y t a r n a r
afturum, kennist tað, sum
um tað verður lættari at
rógva.
Hetta
sigur
Beinta
Klakkstein.
Hon
er
nevndarlimur í Klaksvíkar
Róðrarfelag og ein av
manningini umborð á Páll
Fanga. Tær vita, hvat tað er
at rógva kapp. Manningin
er ímillum 19 og 24 ár, og
tær vóru allar við Páll
Fanga í fjør. Tá vóru tær
onkra ferðina nummar tvey
og trý, men í samlaða rokn-
skapinum endaðu tær á
fimta plássi.
Tríggjar
tær
næstu
vikurnar hugsa fleiri av Páll
Fanga kvinnunum bara um
venjing og bøkur. Tær
stríðast við próvtøkurnar á
HF skeiðnum í Klaksvík.
Munnligu próvtøkurnar hjá
HFarunm eru nógvar, so
tær hava ikki stundir at
spáka aftur og fram og so at
siga
sóla
sær
í
norðoyarstevnu sigrinum.
Umborð á Páll Fanga er
Solby Eliasen stýrimaður.
Á lærinum eru Beinta
Klakkstein og Anna Mohr.
Í rúminum sita Olevina
Jacobsen og Rósa Petersen,
og Rannvá Dahl og Rannvá
Jacobsen sita á toftini.
Spildurnýggjur
Páll Fangi var leysur av
hinum bátunum, tá hann
kom á mál. Sølmundur,
sum eisini er nýggjur bátur,
hevði góðan start. Hann var
næstur
á
mál,
men
kappingin við Víking var
stór.
Jarnbardur
datt
eina
bátslongd afturum, tá málið
var hálvrógvið, og hann
megnaði ikki at koma
afturíaftur.
Ein spildurnýggjur bátur
var
við
í
kappingini.
Fortuna
hjá
vest-
menningum hevði ongantíð
flotið, tá teir komu til
Klaksvíkar við henni. Hesa
ferð
endaði
nýggi
vestmannabáturin
næst-
aftast, men tað kann væl
hugsast, at vestmanna-
kvinnur fara at gera um seg
á øðrum stevnum. Men tað
skal nógv til fyri at taka
Páll Fanga. So mikið sást á
norðoyarstevnuni.
Tjaldrið vinnur
hvørja ferð
Tað snýr seg um bøkur
og kappróður
Fípan Fagra aftur til heiður og æru
C
M
Y
K
14