Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 1

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Við vaksandi orkukostnaði í húsarhaldum og óhepnum fylgjum av veðurlagsbroyt­ ingum, tá vit brenna av olju og lívrunnum evni, kunnu húsaeigarar hvør í sínum lagi gera sítt til at minka um orkunýtsluna og at avmarka veðurlagsbroytingarnar. Av samlaðu føroysku olju­ og bensinnýtsluni í 2005 á 225.000 tons fóru 42 pro­ sent til sethús, ravmagn, akfør og flogfør. Hetta svar­ ar til 94.360 tons ­ tvey tons til hvønn íbúgva ella í miðal 7 tons til hvørt húsarhaldi. Útlátið av veðurlagsgassi­ num Co2 var tilsamans áleið 710.000 tons í 2005. Sostatt tekna húsarhaldini seg fyri 300.000 tons, ið eru 22 tons í part ella 6,3 tons pr. fólk. Bjálving loysir seg Størsta orkunýtslan fer til upphiting av húsum og av vatni. Hetta svarar til í miðal 3 tons av olju til hvørt húsar­ haldi, ella 36.000 kWh ár­ liga. Við eini bústaðarvídd á í miðal 150 fermetrar, svarar hetta til 205 kWh fyri hvønn fermetur. Roknast kann við, at stórur partur av bústaðu­ num hava eina nógv hægri nýtslu, av tí at fleiri hús eru gomul og ikki bjálvað. Ha­ rafturat eru helst bæði gomul og nýggj hús, ið eru illa bjálvað, har gjóstur er ein trupulleiki. Hetta ger, at hitin hvørvur skjótt – serstak­ liga tá vindur er. Danir meta at fimta hvørt sethús hevur tørv á eftir­ bjálving av útveggum. Talan er um góð 200.000 sethús. Íløgan er um 20­30.000 kr. fyri hvønn húsaeigara, sum samstundis sparir 600 litrar av olju. Sostatt hevur íløgan vunnið seg inn aftur eftir fýra til fimm árum við verandi oljukostnaði. Gjóstur kostar Annað álvarsmál í mun til orkutap í sethúsum er gjóst­ ur. Her vísa royndir hjá Erhvervs­ og Byggestyrel­ sen at eini vanlig donsk sethús missa 33 prosent av hitanum aleina vegna gjóstur, tí húsini eru ótøtt. Verða húsini tættað ber til at spara góð 20 prosent. Hvussu standurin er í før­ oyskum sethúsum veit eing­ in. Eingi hagtøl eru at finna, ið kunnu lýsa hetta. Men roknast kann við, at vit við nógva vindinum um okkara leiðir, hava eitt enn størri orkutap aleina vegna byggi­ fusk, vánaligar og illa gjøg­ numhugsaðar byggiloysnir, tørvandi bjálving og vind­ eygu við stórum orkutapi. Danmarks Statistik hevur fólka­ og bústaðateljing í Føroyum frá 1970. Tá eru 9.619 sethús, harav um 7.000 hava oljufýr og restin brenniovn, petroleumsbrenn­ ara og annað. Við í miðal 3,5 fólk fyri hvørt húski, eru 70 prosent av búeindunum 40 ár og eldri. Hetta kundi bent á, at støðan á sethúsa­ marknaðinum er nógv verri enn roknað verður við. Rútar og útlufting Sum sagt, er fyrst og fremst neyðugt við betri bjálving. Kortini skal gjóstur fáast burtur fyrst. Gjóstur er ofta kring vindeygu, úthurðar og veggir, við sokkul, gólv og útveggir, har ventilar sita og har kaðalir verða førdir gjøg­ num guvubyrging. Lættast er at bjálvað loftið. Til dømis við ber til at spara 500 litrar av olju árliga, við at nýta 25 cm bjálving. Vanliga halda termorútar í umleið 20 ár. Stór sparing fæst við at skifta til orkurút við A­merki, eisini sum termoglas. Um eitt nú 20 fermetrar verða skiftir út, fæst ein sparing á umleið 180 litrar av olju. Stórt hitatap fer fram gjøg­ num sprossarnar í sprossa­ vindeygum. Her fæst besta úrslitið við at seta forsats­ Sum húsaeigari er nógv tú kanst gera fyri at minka um orkunýtsluna. Vaksandi orkuprísir og veðurlagsbroyt­ ingar gera eisini sítt til, at neyðugt er at hugsa um orkuna Orkusparingar í sethúsum og húsarhaldum