Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-20, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2008síða 1

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

49 vindeygu við orkuglasi á innsíðu á vindeygaramm­ una. Hús skulu vera tøtt, men kortini er týðandi, at lufta út, so væta sleppur út. Best er at lufta út 10­ 15minuttir eftir nýtslu. Til dømis í sovikamarinum um morgunin og í køkinum eftir matgerð. Tá eigur altíð at verða sløkt fyri hitanum fyri at sleppa undan hitamissi. Vætustigið í sethúsum skal verða um 40 prosent, og kann ein vætumátari nýtast til at eftirkannað støðuna. Aðrar hitasparingar Sparast kann eisini um olju­ nýtsluna, við at seta sólorku á tekjuna og/ella at seta upp luft til luft, ella luft til vatn hitapumpu. Týdningarmikið er, at rættur útbúnaður verður nýttur. Her er vert at nevna, at orkutapið er lítið og einki í vakumrørum til sólorku, í mun til vanligu skipanir við rúti. Harnæst geva vakumrørini eisini hita í vanligum dagsljósið. Seks fermetrar av vakumsólorka, sett upp í beinan sunnan við hall á um 40 stig, framleiða tað, ið svarar til um 400 litur av olju. Luft til luft hitapumpur hóska væl sum ískoyti til oljufýr og ketil. Um tú hugs­ ar um at keypa nýggjan ketil, er tað ein betri loysn at seta upp luft til vatn hita­ pumpu, ið kann veita bæði rúmhita og heitt brúksvatn. Taka vit eini 120 fermetrar stór væl bjálvað sethús við A­merktum orkurútum, har orkunýtslan er 150 kWh fyri hvønn fermeturin, nýtir ein “luft til vatn” hitapumpa við nýtslustig 3,0 umleið 6.000 kWh ravmagn um árið. Hetta svarar til 8.325 kr. Um ravmagnið er frá varandi orkuframleiðslu – ikki diesel­ orku – er talan um Co2 fría framleiðslu. Jørð­ til vatn hitapumpur draga hitan úr jørðini og kunnu tí hava óheppin árin á gróðurin. Orkumerking til ávísa orkunýtslu Tey krøv sett verða í byggi­ samtyktum til orkunýtslu í sethúsum og øðrum bygn­ ingum eru á ongan hátt brúkilig til dagsins samfelag. Oljukostnaðurin hækkar komandi ár, samstundis sum at brenning av olju og bensini hevur við sær økt útlát av veðurlagsgassum. Londini kring okkum arbeiða miðvíst við tiltøkum at minka um oljunýtsluna og av lívrunnum evnum. ES hevur hert reglurnar fyri øll limalondini, soleiðis at til dømis danir við dagførdu byggisamtyktini seta stórar avmarkingar fyri orkunýtsl­ una. Áðrenn byggiloyvi fæst til eini sethús á til dømis 120 fermetrar, skal skjalprógvast at samlaða orkunýtslan til hita og heitt vatn, ventila­ tión, sirkulatiónspumpur og oannað er ikki hægri enn 88,3 kWh fyri hvønn fer­ metur árliga. Longu í 2010 verður hetta kravið hert uppaftur meira, soleiðis at markið tá verður 63,3 kWh. Her hjá okkum er miðal nýtslan um 200 kWh fyri hvønn fermetur árliga. So her er ein stór avbjóðing hjá myndugleikunum at fara undir. Eisini tá boðað er frá, at Kyoto sáttmálin skal setast í gildi – og at farið verður til næsta ST­veður­ lagsfundin í Keypmanna­ havn í 2009. Skrivað hevur: Kári Thomsen, arkitektur Hetta húsið varð bygt í Danmark í 2007. Húsið er 82 fermetrar og einans útgjørt við sólorku og brenniovni til upphiting og brúksvatn. Útveggir og tekja eru bjálvað við 40 cm træull. Gólvið er bjálvað við 30 cm. Harumframt eru A-merktir orkurútar, sum hava eitt U-virði á 1,0. Kuldabrýr eru sera avmarkaðar við brúkta byggihátti. Vindeyguni venda í mestan mun í ein sunnan fyri at gagnnýta passivu sólorkuna. Árliga orkunýtlan er 71,4 kWh fyri hvønn fermetur. Harav standa rúmhiti og heitt vatn fyri 31,1 kWh fermeturin áliga, sum svarar til eina árliga oljunýtslu á 255 litrar. Kostnaðurin fyri eini slík lyklaklár hús er 1,2 milliónir krónur í Danmark, umframt grundøkið