mikudagur 13. juni 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 13. juni 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
10–mannafør: Fyri
góðum tveimum
vikum síðani breyt
ein maður armin, og
so kundi
Havnarbáturin ikki
luttaka í róðrinum á
Strondum
Tá teir sunnudagin undan
hvítusunnu hildu bygdar-
stevnu á Strondum, vann
Vestmenningur kappróð-
urin millum 10–manna-
førini. Ta ferðina sást einki
til Havnarbátin, sum vann á
norðoyarstevnu. Onkur helt
fyri, at havnarmenn høvdu
goymt seg, so teir betri
kundu kløkka hinar, men
soleiðis siga teir ikki
sjálvir:
– Í vikuni undan róðrin-
um á Strondum mistu vit
ein mann. Eftir venjingina
spældu vit fótbólt, og tá var
tað so óheppið, at Jens
Christian Dam breyt armin.
Tí var neyðugt at finna ein
nýggjan
mann.
Nýggi
maðurin hevði róð við
okkum í fjør, men tað
kendist
sjálvandi
ikki
optimalt, at vit bara høvdu
vant saman í tíggju dagar,
tá vit fóru á norðoyastevnu.
Tað er Magni Brøðra-
berg, sum vit hava í tele-
fonini. Hann er bátsfor-
maður á Havnarbátinum,
sum fyri fyrstu ferð síðani
1992 vann kappróðurin á
norðoyarstevnu:
– Tú kanst ætla, at tað
lætnaði. Vit vóru einasti
báturin úr høvuðsstaðnum,
sum vann í Klaksvík.
Manningin á Havnarbát-
inum hevur nógvar royndir.
Teir vunnu FM við Ørvi í
fyrraárið. Ì fjør royndu teir
seg við Havnarbátinum, og
nú tykjast teir rættuliga at
hava tak á tí. Manningin er
ímillum 21 og 33 ár. Jógvan
Jacobsen er stýrimaður, og
so eru hinir frameftir:
Jógvan Clementsen, Regin
Thomsen, Magni Brøðra-
berg,
Marius
Joensen,
Mayfinn Norðoy, Jógvan
Lützen, Skarpheðinn Njál-
son, Ingi á Torgarði, Halgir
Dahl Olsen og Óli Svein
Hansen.
Tað kann ikki sigast
annað, enn at hugurin at
rógva og venja er góður.
Eitt gott dømi um hetta er
Ingi á Torgarði. Hann býr
og arbeiðir í Fuglafirði,
men fimm ferðir um vikuna
koyrir hann til Havnar at
venja!
Stór kapping
Umborð á Havnarbátinum
høvdu teir vónað, at teir
skuldu vinna, men teir
vistu, at tað fór at vera tætt.
– Í sjálvum startinum var
Eysturoyingur fremstur. Vit
vóru javnir við Vestmenn-
ingin og lógu ein skut
aftanfyri Eysturoyingin. Tá
vit komu framvið Kósa-
brúnni gekk tað væl hjá
okkum. Eina løtu vóru vit
leysir av hinum og kanska
gott og væl, men so hótti
Vestmenningur
okkum
rættuliga. Tað gekk ein løta,
eftir at vit vóru komnir á
mál, áðrenn vit fingu at
vita, at vit høvdu vunnið, so
tú kanst ætla, at tað lætnaði,
sigur Magni Brøðraberg.
Bátsformaðurin á Havn-
arbátinum
roknar
við
stórari kapping í summar,
og róðurin í Klaksvík gav
ábendingar
um
hetta.
Vestmenningar tykjast vera
væl fyri, men teir vóru ov
seinir at fáa bátin upp í
ferð. Teir høvdu ein framúr
sluttspurt, men teir megn-
aðu ikki at taka Havnar-
bátin.
Spurningurin er, hvussu
tað verður við Eysturoy-
inginum. Vit hava skilt, at
teir hava ikki vant so leingi
sum hinir. Leygardagin
sást, at teir ikki enn eru í
somu venjing sum hinir,
men tað fer at javna seg.
Nólsoyingurin gjørdi ikki
so nógv um seg hesa ferð,
men teir eru altíð vanda-
miklir.
8–mannafør: Ikki
síðani 1970 hevur tað
verið so lætt at drigið
ein klaksvíksbát, sum
tað leygardagin var at
fáa Nevið Reyða upp á
turt
Kappróður er ikki bara fyri
blaðungar og lættar menn.
Tað
varð
leygardagin
rudduliga staðfest í Klaks-
vík. Miðalvektin á teimum
umborð á Nevinum Reyða
liggur um 160 pund, og teir
eru ikki ársungar. Á toftini
sita brøðurnir Sigfríður og
Martin Venned. Tann fyrri
er 37 ára gamal, og hin er
34. Hinir eru eisini í
róðrarhøpi rættuliga til-
komnir. Stýrimaðurin, Bogi
Joensen, er 28, á lærinum
sita 28 ára gamli Fróði
Waag og 30 ára gamli John
Erik Frederiksberg, í rúmi-
num eru 23 ára gamli
Símun Esmar Vágsá og 28
ára gamli Hans Olsen, og á
bógbekki eru 27 ára gamli
Høgni Jacobsen og 30 ára
gamli Livir Nysted.
Tilkomnir klaksvíkingar
minnast, at tá spildurnýggi
Klaksvíkingurin í 1970
vann norðoyarstevnuróður-
in, so varð báturin borin av
kátum
viðhaldsfólkum.
Síðani tá hava úrslitini
verið minni góð, og róðrar-
fólkið hevur drigið bátar-
nar.
– Eg havi verið við síðani
fyrst í níti árunum. Ongan-
tíð áður havi eg hugt upp í
luftina fyri at síggja bátin,
men soleiðis var tað, tá vit
skuldu fáa bátin upp á land
leygardagin. Vit sluppu ikki
framat at draga, og tað
haldi eg sjálvsagt var stutt-
ligt.
Hetta sigur Fróði Waag,
sum umframt at rógva
eisini er nevndarlimur í
Klaksvíkar
Róðrarfelag.
Eftirnavnið bendir á Føroya
Bjór, og bryggjaríið í
Klaksvík er væl umboðað
umborð á Nevinum Reyða.
Ikki færri enn seks av
teimum níggju arbeiða á
Føroya Bjór!
Tað verður tætt
Allir umborð á Nevinum
Reyða róðu eisini í fjør. Tá
illneitaðust teir fleiri ferðir
inn á seg sjálvar, tí teir eftir
góðan start duttu afturav.
Teir hildu seg fleiri ferðir
ganga burtur frá tí, sum teir
frammanundan høvdu av-
talað.
– Hesa ferð var eingin
trupulleiki. Men høvuðs-
orsøkin var tann, at vit í ár
eru so nógv betri fyri, enn
vit vóru í fjør, heldur Fróði
Waag.
Hann sigur eisini, at teir
kendu seg vera væl við, tá
tey tredivu tøkini í start-
spurtinum vóru tikin, og tá
teir róðu framvið Kósa-
brúnni, kendu teir seg vísar
í at vinna:
– Tað var besta kenslan,
sum vit nakrantíð hava havt
í
kappróðri,
at
vit
í
heimasjógvi so at siga
kundu njóta sigurin saman
við hinum klaksvíkingun-
um.
Nevið Reyða var gott og
væl leyst av hinum bátun-
um, tá teir komu á mál.
Men umborð á Nevinum
roknar teir við stórari kapp-
ing
frá
spildurnýggja
Knørri.
– Eg rokni við, at vit hava
vant meiri enn teir, so tað
verður ivaleyst spennandi í
summar. Teir umborð á
Knørri eru allir royndir
rógvarar, og teir vilja sjálv-
andi vinna við nýggja bát-
inum. Argjabáturin og Kví-
víkingurin eru altíð vanda-
miklir, so vit mugu rættu-
liga spíla okkum út. Men
sigurin á norðoyarstevnu
kann eingin taka frá okk-
um, staðfestir Fróði Waag.
Fyrsti sigurin í Klaksvík í níggju ár
Vaksnir menn verja stoltleikan
19
18
Nr. 110 - 13. juni 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
C
M
Y
K
18