Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 13. juni 2001 21 gult21 cyan21 magenta21 svart21 Bara tvey stig skilja sjey tey fremstu lið- ini, so enn er eingin greiður favorittur at vinna kappingina. Bæði oddaliðini taptu í hesum umfarinum, og í Havn reistist B36 eftir nakrar lakar dystir FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Málríkasti dysturin leygar- dagin var í Havn millum B36 og NSÍ. Runavíkingar lógu undan hesum dystin- um á odda í deildini saman við Skálamonnum. B36 hevði hinvegin ikki vunnið í teimum seinastu trimum dystunum, men tó megnaði havnarliðið at reisa seg. Áki Mørk legði B36 framum tíðliga í dystinum, tá Trúgvi Mortensen í NSÍ málinum misti bóltin fyri føturnar á Áka, sum lætt- liga kundi skora fyrsta mál- ið. Hetta fekk runavíkingar at rakna við aftur. Løtu seinni svaraði NSÍ aftur, tá Fróði Jóanesarson høvdaði eitt innlegg í netið. Heima- liðið vóru sum lammaðir, tá NSÍ fekk tvey afturat fyri steðgin. Fyrst legði Sverri Justinussen NSÍ framum, og Jan Nónklett økti til 3-1. Beint eftir steðgin mink- aði Áki Mørk um munin til 3-2, og so var dysturin aftur opin. B36 hevði nakrar møguleikar at javna, men so rak Fróði Jóanesarson seg leysan av B36 verjuni, og hann skoraði til 4-2. So setti B36 endaspurtin í gongd. Heini í Skorini minkaði beinanvegin, tá hann varð spældur leysur, og Halgerð Arge javnaði, tá hann setti fótin á eitt inn- legg. Líkt var til, at dysturin fór at enda javnur, men beint fyri seinasta bríksl fekk heimaliðið vinnandi málið. Gunnar Nielsen var farin niðan úr verjuni, og gjørdist leysur við málverj- anum, sum bjargaði, men Heini í Skorini fylgdi upp og trillaði bóltin í opið mál. Oddaliðið snávaði Skála er framvegis fremst hóast liðið tapti á Krossin- um í Sumba. Sumbingar høvdu veruliga tørv á at vinna dystin, tí ikki hevur gingið serliga væl hjá teim- um higartil. Sumba fekk betri byrjan, tá René Thomsen skoraði, men Bogi Gregersen javn- aði beint fyri steðgin. Sumba legði seg tó fram- umaftur, tá Marlon Kjærbo royndi seg við langskoti, og Mortan úr Hørg økti til 3-1 seinni. Bogi Gregersen minkaði uppá beinleiðis fríspark, men til fánýtis. Skála tapti dystin, og Sumba dregur seg spakuliga uppeftir. GÍ aftur botnlið Eftir vánaliga byrjan hevur GÍ seinastu dystirnar fingið nøkur stig til høldar. Nú eru gøtumenn aftur á niðasta plássi. Bert tað eina málið varð skotið í grannauppgerðini millum ÍF og GÍ í Gøtu. Tað var toppskjúttin hjá ÍF Jan Jørgensen, sum fekk tað málið, og tað hevur við sær, at ÍF hevur ein fínan møguleika at vinna sær uppflyting. TB vann Undan hesum umfarinum lá TB á einum eyðmýkjandi aftasta plássi. Men nú eydnaðist aftur at vinna. HB var á vitjan, og dysturin endaði við 3-1 sigri til TB. Sigurin var uppiborin, og støðan var longu 2-0 við steðgin. Ragnar Nolsøe og Jón Johannesen høvdu skorað í málinum hjá Kaj Leo Johannesen, sum ann- ars spældi væl. Gunnar Mohr minkaði í seinna hálvleiki, men Eyð- stein Jacobsen sló sigurin fastan, tá hann fangaði ein leysan bólt. KÍ vann á Norðoyarstevnu LÍF var í Klaksvík og spældi stevnudyst móti KÍ leygardagin. KÍ vann uppi- borið, og LÍF er nú steðgað upp eftir eina fína byrjan. LÍF kom á odda, tá Tomek Resel setti eitt brotsspark í netið, men John Havn javnaði við ein- um langskoti. Í seinna hálvleiki skor- aðu Rógvi Laksáfoss og John Ryan til endaliga úr- slitið 3-1. Alt stendur púra opið eftir sjey tey fyrstu umfør- ini, men fleiri teirra hava ikki møguleika at flyta upp, tí feløgini longu hava lið í 1. deild. 2.deild: Ógvuliga javnt O.K Bridge, ið er tann størsti Bridgeklubburin á alnetinum, skipar á hvørjum ári fyri einari liðkapping, har nógv sera sterk lið um allan knøttin spæla við. Kappingin er skip- að sum ein Cup-kapping. Eitt lið úr Føroyum var við hesuferð, á tí liðinum vóru: Rói á Rógvu Joensen – Heðin Mouritsen Bogi Simonsen – Arnbjørn Sivertsen Mótstøðuliðið var eitt sterkt danskt fyrstudeildar lið, Thorvald Ágaard, sum er kendur av nógvum føroyskum bridgespælarum, var liðskipari. Avtalað var frammanundan, at spælast skuldu tveir hálvleikir á 12 spøl. Men hetta gekk ikki sum ætlað. Vit høvdu nógvar tekniskar trupuleikar og endin varð, at vit spældu ein hálvleik á 11 spøl. Vit taptu dystin tepurt og vóru rættuliga ónøgdir við hetta úrslit. Vit høvdu fleiri møguleikar at vinna. Hetta spælið var eitt av teimum,sum avgjørdi dystin. Makkarin opnar 1nt, ið vísir 15-17 hp. Tú hevur SP KD109432 HJ E856 Rú 78 KL - Av tí at vit báðir ikki spæla saman vanligt, høvdu vit ikki avtalað systemi eftir 1nt nøktandi. Bogi valdi tí at síggja burtur frá 4 litinum í hjartara og melda 3 sp, ið er slemminvit við langliti í spaðara. Arnbjørn hevði: SP E85 HJ DB109 RÚ E102 KL E87 Arnbjørn hevði sama trupuleika sum eg, hann var ikki heilt vísur í, hvat vit spældu við, so hann valdi at binda um heilan fingur og melda 4 spar. Eg tordi ikki at fara víðari og segði sostatt pass, væl vitandi um at 6 spar kundi verða í kortinum um tey passaðu væl saman. Hendan avgerðin kostaði okkum 13 imp. Vit høvdu spælt nakrar ferðir á netinum áðrenn hesa kapping, fyri at fáa venjing. Tað eina kvøldið vunnu vit nógv uppá hetta spælið. E/ N-S N E S V Arnbjørn Bogi - 3kl dbl 3sp dbl pass pass 3nt 4rú pass pass pass Spælið sá soleiðis út: Sp 1092 Hj B1087 Rú ED872 Kl 2 Sp 8763 Sp 54 Hj 94 Hj D32 Rú K654 Rú 3 Kl B96 Kl ED10875 Sp EKDB Hj EK65 Rú B109 Kl K3 NS hava bæði 6rú og 6hj í kortunum, so hetta spælið gav okkum 100 % av skoruni. Heldur óvæntað, at eitt slíkt bluff skuldi eydnast so væl. Bridge á Alnetinum Eyðun Samuelsen, HB 6 mál Bogi Gregersen, Skála 6 mál Heini í Skorini, B36 5 mál Jan Jørgensen, ÍF 5 mál Tomek Resel, LÍF 5 mál Fróði Jóanesarson, NSÍ 5 mál Nebojsa Veljkovic, Sumba 5 mál Bárður á Lakjuni, ÍF 4 mál Høgni á Lakjuni, ÍF 4 mál Gunnar Mohr, HB 4 mál Pauli Hansen, Skála 4 mál Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Skála 7 3 - 3 - 1 16 9 7 12 2 NSÍ 7 4 - 0 - 3 16 16 0 12 3 KÍ 7 3 - 2 - 2 12 8 4 11 4 HB 7 3 - 2 - 2 16 14 2 11 5 B36 7 3 - 2 - 2 15 16 -1 11 6 ÍF 7 3 - 1 - 3 19 15 4 10 7 Sumba 7 3 - 1 - 3 17 15 2 10 8 TB 7 2 - 2 - 3 14 16 -2 8 9 LÍF 7 2 - 1 - 4 11 14 -3 7 10 GÍ 7 1 - 2 - 4 7 20 -13 5 Málskjúttar 2. deild Eitt føroyskt lið var herfyri við í stórari bridge kapping á alnetinum BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen 21 20 Nr. 110 - 13. juni 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 6–mannafør menn: Í bygdarhúsinum á Strondum var grýtu- rættur á skránni, tá sigursharrarnir leygarkvøldið komu úr Klaksvík Í vár siga teir seg ikki hava havt so ógvuliga gott mót. Men fyri góðum tveimum vikum síðani vunnu teir kappingina í heimasjógvi, so teir vóru favorittar undan fyrsta FM róðrinum. Og teir umborð á Stráluni stóðu royndina í Klaksvík. – Tað hevur verið eitt sindur turbolent hjá okkum. Vit hava skift eitt sindur av fólki, og tað eru ikki meiri enn góðar tríggjar vikur síðani, at manningin so at siga kom upp á pláss. Hetta sigur Heri Joensen, sum í fleiri ár hevur róð við Stráluni. Manningin er í góðum aldri. Teir eru allir ímillum 19 og 22 ár. Ragnar, sum er úr Oyndar- firði, stýrir. Á lærinum sita Kristian Hansen og Christian Christianssen. Í rúminum eru Mass An- thoniussen og Jógvan Martin Hansen, og á toftibekki sita Janus Dam Jacobsen og Heri Joensen. Munurin minkar Strálan fekk góðan start í Klaksvík Teir vóru fremstir beinanvegin, men Riddarin og Sølmundur, sum fyri tað mesta er mannaður við teimum sum í fjør vunnu allar róðrarnar við Tjaldrin- um, fylgdu væl við. Eina løtu tóktist tað, sum um Strálan hevði eitt sindur ilt við at halda ferðini, men teir fótaðu sær aftur, og á málinum var munurin ein stór hálv bátslongd ella so. – Vit høvdu eitt sindur ilt við at fylgja við, hvussu tað sá út. Á norðoyarstevnu liggja bátarnir ikki eftir, hvussu teir hava staðið seg, so tað var langt ímillum okkum, og so hinar bátarnar, sum vit kappaðust við, greiðir Heri Joensen frá. Hvussu verður tað í summar? – Eg rokni við, at tað verður tætt og spennandi. Á Strondum vunnu vit við fýrar sekundum, og hesa ferð var munurin ímillum okkum og Riddaran minni enn tvey sekund. So vit fara avgjørt ikki at kenna okkum tryggar, tá vit fara á jóansøku. Men vit kunnu blíva betri fyri, enn vit eru nú. Sum sagt so hava vit ikki vant meiri enn tríggjar vikur við fólkinum, sum vit nú hava, sigur Heri Joen- sen. Leygarkvøldið vóru hálvt hundrað fólki í bygdarhús- inum á Strondum fyri at ynskja tillukku. Grýturætt- ur var á skránni. Nú fáa vit at síggju, hvussu tað verður annað leygarkvøld, tá teir fara at koma aftur av jóan- søkuni á Tvøroyri. Strálan vísti hinum frá sær 5 mannafør-dreingir: Nr. Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Tjaldrið 5:15:02 7,00 7,00 2 Blikur 5:17:05 5,00 5,00 3 Frúgvin 5:19:06 4,00 4,00 4 Sílið 5:19:23 3,00 3,00 5 Havfrúgvin 5:21:20 2,00 2,00 6 Fípan Fagra 5:22:20 1,00 1,00 7 Báran 5:30:11 0,00 0,00 8 Drekin 5:32:10 0,00 0,00 9 Erla Kongsd. 5:41:20 0,00 0,00 10 Firvaldur 5:42:10 0,00 0,00 11 Beinta 5:47:08 0,00 0,00 5 mannafør-gentur: Nr. Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Fípan Fagra 5:54:21 7,00 7,00 2 Sílið 6:00:11 5,00 5,00 3 Blikur 6:03:19 4,00 4,00 4 Tjaldrið 6:04:08 3,00 3,00 5 Hvassi 6:12:20 2,00 2,00 6, Ørnin 06.13.15 1,00 1,00 7 Havfrúgvin 6:18:15 0,00 0,00 8, Frúgvin 6:22:13 0,00 0,00 9 Firvaldur 6:23:18 0,00 0,00 10 Drekin 6:22:06 0,00 0,00 11 Snípan 6:36:24 0,00 0,00 12 Spógvin 6:48:01 0,00 0,00 13 Báran 6:55:24 0,00 0,00 14 Dúgvan 7:02:16 0,00 0,00 6 mannafør-kvinnur: Nr. Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Páll Fangi 5:34:21 7,00 7,00 2 Sølmundur 5:38:16 5,00 5,00 3 Víkingur 5:48:16 4,00 4,00 4 Jarnbardur 5:51:04 3,00 3,00 5 Gongurólvur 5:51:06 2,00 2,00 6 Hvessingur 5:52:00 1,00 1,00 7 Leirvíkingur 5:54:12 0,00 0,00 8 Fortúna 6:07:01 0,00 0,00 9 Lómur 6:28:03 0,00 0,00 6 mannafør-menn: Nr. Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Strálan 8:10:24 7,00 7,00 2 Riddarin 8:12:02 5,00 5,00 3 Sølmundur 8:14:19 4,00 4,00 4 Hvessingur 8:18:12 3,00 3,00 5 Snopprikkur 8:26:14 2,00 2,00 6 Páll Fangi 8:27:13 1,00 1,00 7 Fortúna 8:32:22 0,00 0,00 8 Gongurólvur 8:36:01 0,00 0,00 9 Fuglfirðingur 8:40:08 0,00 0,00 8 mannafør: Nr. Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Nevið Reyða 7:57:08 7,00 7,00 2 Knørrur 8:02:10 5,00 5,00 3 Kvívíkingur 8:04:00 G 4,00 4,00 4 Argjabáturin 8:04:19 G 3,00 3,00 5 Ormurin Langi 8:18:15 2,00 2,00 6 Ørvur 8:27:02 1,00 1,00 10 mannafør: Nr. Tíð. Kort. St. St.Total. 1 Havnarbáturin 7:24:10 7,00 7,00 2 Vestmenningur 7:27:15 5,00 5,00 3 Eysturoyingur 7:29:14 4,00 4,00 4 Nólsoyingurin 7:37:21 3,00 3,00 5 Skálabáturin 7:40:05 2,00 2,00 D. merkir: Ikki við á næstu stevnu. G. merkir: Gult kort. Úrslit av kappróðrinum á Norðoyarstevnu C M Y K 20