Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 13. juni 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 Tað eydnaðist um vikuskiftið føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti, at vinna á danska elitu-liðnum Rosenlund, í vinar- dysti millum liðini í Keypmannahavn FLOGBÓLTUR Tað eydnaðist um viku- skiftið føroyska kvinnu- landsliðnum í flogbólti, at vinna á danska elitu- liðnum Rosenlund, í vinar- dysti millum liðini í Keyp- mannahavn. Dysturin var leiktur leygarmorgunin, og vunnu Føroyar 1. og 2. settið, meðan liðið tapti tað triðja. Í fjórða settinum fór spælið aftur at glíða, og Føroyar vunnu dystin 3-1. Hetta var eitt munandi betri úrslit, enn liðið fekk í dystinum ímóti sama felag fríggjakvøldið, tá Føroya taptu 3-1. Hesin dysturin var leiktur beint eftir at liðið var komið til Keyp- mannahavnar, og tí sat flúgvitúrurin framvegis í kroppinum, og leikararnir virkaðu troyttir. Serliga vóru tað móttøkurnar, sum ikki virkaðu eftir ætlan í hesum fyrra dystinum. Framgongd og skaða Tað var stór framgongd at hóma frá dystinum fríggja- kvøldið til leyggarmorgun- in. Eftir at spælið hevði verið stirvið og vánaligt fríggjakvøldið, var liðið sum hamskift í næsta dyst- inum. Men ikki alt var gott. Álopsleikarin og ársins leikari Helga Nordendal var so óheppin, at koma skeivt niður eftir eitt smassj, at hon fekk skaða í ryggin og mátti gevast at leika. Tað er enn ikki greitt hvussu ávarsligur skaðin er, men Helga Nordendal hevur nógv at siga fyri liðið, og hevur nógvar royndir, so tað er av stórum týdningi, at hon verður klár sum skjótast. Gott miðspæl Í seinna dystinum fór mið- spælið eisini at koyra betur, og smanspælið millum Marjun Kalsø og Anniku Joensen og Hjørdis Mortensen virkaði til full- nar. Eisini Helen á Lakjuni fekk seg roynda á miðjuni, eins og Mariann Øster eisini hevaði nøkur sett, og var hon eisini við til at finna stevið í seinna dystinum. Á kantinum vóru Alvilda Ólavsdóttir, Gudrid Nolsøe, Anna Müller Jacobsen, Gerda Nattestad og Helga Nordendal, sum røktu sína uppgávu. Nakrir feilir vóru gjørdir, men hetta er vónandi nakað sum kann rættast henda seinasta mánaði, sum liðið hevur eftir í samband við fyri- reikingarnar til Oyggja- leikirnar, sum vera á Isle of Man. Tvær vóru ikki við Tina Jacobsen og Margit Joensen vóru ikki við á ferðini orsakað av royndar- lesnaði og arbeiðsørindum, men hesar hava eisini stóran týdning fyri liðið. Tina Jacobsen, sum góður blokaduleikari — ársins blokaduleikari 2001 — og Margit Joensen, sum ársins móttøkuleikari og libero 2001. Gull-verja Hesar vera tó tøkar um ein mánaða, tá veruliga niður- teljingin fer at byrja, og lið- ið skal royna at verja Gull- heiðursmerkini frá Got- landi. Dystirnir um vikuskiftið vóru teir seinastu undan Oyggjaleikunum, tí Flog- bóltssambandið hevur ikki meira pening tøkan til meira fyrireiking hjá A- landsliðunum, tí nógvar aðrar uppgávur liggja fyri framman, sum eisini skulu fíggjast. Stuðlar til ferðina Hesar fyritøkur hava stuðla ferðini: Fa. Karl Øster, Tvøroyri, Sandavágs Bil- verkstaður, Norðoya Spari- kassi umframt af Føroya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá liðnum. Tórshavnar Súkklufelag skipaði aftur í ár fyri súkklukapping á norðoyastevnu. Kappast varð leygardagin, og aftur í ár hava bæði børn og vaksin kappast. SÚKKLING Tíðindaskriv Leygardagin varð skjøtil settur á árligu Grand Prix súkklukappingina, ið Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri. Kappingin eitur nú ikki Grand Prix súkklukappingin, men +Konto Súkklukappingin, eftirsum Føroya Sparikassi í ár er sponsorur til hesa kapping. Aftur í ár fylgir kappingin summarstevnunum kring landið, og á ólavsøku verður so vinnarin funnin. Børnini fingu eisini møguleika at royna seg. Børnini vórðu býtt sundur í tríggjar aldursbólkar. Teinurin, ið súkklaður varð, var frá Norðoya Sparikassa, eftir Skúlavegi, eftir Gerðagøtu og aftur á Biskups- støðgøtu. Kappingin leygardagin var ein sokallað Býarkoyring- súkklukapping. Meðan tey vaksnu súkklaðu í 45 minuttir pluss eitt umfar, so súkklaði bólkur I teinin tvær ferðir og bólkur II og III fýra ferðir. Úrslit, 6 til 8 ár, gentur: Nr. Navn Býur/bygd 1. Elinborg Ellingsgaard Tórshavn Úrslit, 6 til 8 ár, dreingir: Nr. Navn Býur/bygd 1. Knút Glerup Tórshavn 2. Filip Sivertsen Norðdepli Úrslit, 9 til 11 ár, gentur: Nr. Navn Býur/bygd 1. Sára Olsen Klaksvík 2. Kristina á Høvdanum Klaksvík 3. Gerda Heinesen Klaksvík Úrslit, 9 til 11 ár, dreingir: Nr. Navn Býur/bygd 1. Rúni Bláffoss Tórshavn 2. Rani G. Jacobsen Tórshavn 3. Rúni Vágstún Klaksvík 4. Gudmund Norðbú Tórshavn Úrslit, 12 til 14 ár, gentur: Nr. Navn Býur/bygd 1. Randi G. Jacobsen Tórshavn 2. Hansa Nybo Viðareiði Úrslit, 12 til 14 ár, dreingir: Nr. Navn Býur/bygd 1. Jákup Lützen Tórhavn 2. Finnur Jacobsen Klaksvík 3. Bergur Johansen Argir 4. Dánjal Michaelsen Tórshavn 5. Jimmy Nielsen Klaksvík Úrslit, vaksin: Nr. Navn Stig Býur/bygd 1. Gunnar Dahl-Olsen 40 Tórshavn 2. Esmar Joensen 34 Hvítanes 3. Sverri M. Edvinsson 30 Sand 4. Eyðun Poulsen 30 Tórshavn 5. Kári Simonsen 26 Tórshavn 6. Eli Christiansen 23 Tórshavn 7. Jens Sigurð Simonsen 20 Tórshavn (Súkklubrek) 8. Eirikur Olsen 18 Tórshavn 9. Christian Guttesen 16 Norðdepli (Súkklubrek) Í samband við bygda- stevnuna í Runavík næsta vikuskifti skipar Roysnið fyri rennikapping sunnu- dagin 17. juni RENNING tíðindaskriv Kappast verður í trimum bólkum: børn undir skúla- aldur, børn í skúlaaldri til og við 12 ár og vaksin. Heiðursmerkir verða latin trimum teimum fyrstu dreingjunum og gentunum í hvørjum bólki. Børnini byrja áraka VVS-virkinum hjá P/F Zacharias Leitisstein og renna út eftir keiini (Fjøru- vegi), venda runt eina keylu og renna so aftur til startin. Smærru børnini renna hesa leið einferð, meðan tey størru renna tvær rundir. Tey vaksnu renna 10 km. Starturin er sum vant á Heiðavegi við Miklagarð. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á Fjøruveg. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðanaftur á Heiðaveg inni við Føroya Banka. Hendan leiðin skal rennast 9,5 ferðir. Seinastu ferð verður komið á mál við Sjómans- heimið. Kappingin hjá teimum vaksnu er samstundis fjórða umfar í Grand Prix kappingini í renning. Sunnuvá Bjarnastein úr Bragdinum og Guttorm Sørensen úr Treystinum liggja í løtuni á odda í kappingini. Kappast verður eftir hesi skrá sunnudagin: kl. 13.00 Tilmelding við Sjómansheimið kl. 13.30 Børn undir skúlaaldur renna umleið 400 m kl. 13.40 Børn í skúla- aldri til og við 12 ár renna umleið 800 m kl. 13.50 Heiðursmerkja- handan Børn kl. 14.05 Vaksin renna 10 km Kvinnulandsliðið vann elitu-lið Kappsúkkling á norðoyastevnu Rennikapping í Runavík 23 22 Nr. 110 - 13. juni 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 Hóast hann ikki longur er við á vøll- inum, so var eingin ivi um, at áskoðarar- nir hjá FCK framvegis halda nógv um Ståle Solbakken DM-GULL Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk - Keypmannahavn Ein av teimum leikarum, sum kensluliga hevur roynt tað mesta hetta kappingar- árið í Danmark, er uttan iva Ståla Solbakken. Norski miðvallarin varð undan árinum keyptur til FCK úr AaB, og fyrstu tíðina var heldur einki at ivast í, at hetta var ein fongur fyri felagið. Ståle var match- vinnari í fleiri dystum, og varð av mongum mettur størsta stjørnan í hópinum, tá ein hjartatilburður brádliga beindi fyri yrkis- leið hansara sum leikari. Skal metast eftir áskoðar- unum hjá FCK mánadagin, er tó einki at ivast í, at Ståle framvegis verður roknaður millum teir stóru. »Ståle – Ståle« rungaði um alt Ráðhúsplássið, og tá vit undir veitsluróminum fingu orðið á norðmannin, duldi hann ikki fyri, at hann var fegin um stuðulin, sum hann hevði fingið. - Hatta var ein sera góð kensla. Viðhaldsfólkini hava verið ótrúlig fyri mítt viðkomandi – frá fyrsta bríksli og fram til nú, og tað eri eg sera fegin um. Ikki aftur á vøllin Ein avleiðing av sjúkralegu hansara hevur sjálvandi verið, at hann seinastu mánaðirnar hevur verið áskoðari, heldur enn leikari, men hendan leiklut- in tykist norska stálið eisini at hava átikið sær so við og við. - Tað gongst sjálvandi betri nú, tá alt er avgjøt. At byrja við var tað sera trupult, men tað venur mann seg við, men sjálv- andi hevði eg gjarna vilja verið aktivur eitt sindur longri. At enda vístu vit Ståle á, at okkurt av donsku morgunbløðunum skrivaðir mánadagin, at talan kanska verður um eitt coma-bacmk til norðmannin innna fót- bóltin. Spurdur, um hetta kanska var nakað, sum nú var serliga aktuelt, var svarið stutt og greitt. - Tað verður í øllum før- um uttan fyri síðulinjuna, segði Ståle Solbakken at enda. Ikki gloymdur - viðhaldsfólkini hava verið ótrúlig fyri mítt viðkomandi – frá fyrsta bríksli og fram til nú, segði ein fegin Ståle Solbakken mánadagin Todi Jónsson telist millum best umtóktu leikararnar hjá donsku meistarunum DM-GULL Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen - Keypmannahavn Einki er at ivast í, at Todi er ein av best umtóktu leikarunum hjá donsku meistarunum í FCK. Hetta varð eisini týðiliga undir- strikað, tá leikararnir komu til Ráðhúsplássið mána- dagin. At meta eftir ljóð- styrkini hjá áskoðarunum, so eru størstu stjørnurnar so avgjørt Todi Jónsson og liðfelagin Sibosuso Zuma. At kalla øll viðhaldsfólk- ini, sum vóru savnaði saman framman fyri Ráð- húsinum, vóru ílætin FCK- búnar, og á fleiri av hesum sást 12-talið á rygginum, við navninum hjá Toda standandi omanfyri. Fullkomin spælari Tá farið varð heimaftur, hittu vit ein av hesum áskoðarunum, Søren Niels- en, á málið, og hann hevði so einki ímói, at vit fingu okkum eitt stutt prát um lið hansara. Spurdur, um tey eisini í kvøld skuldu hátíðarhalda FCK, segði hann, at mána- kvøldið hendi ikki so øgi- liga nógv afturat fyri hansara viðkomandi. - Tað er ikki so øgiliga nógv meira, sum hendir í kvøld. Nú fara vit heim at hugna okkum, men sjálv- andi skuldu vit báðir, sonurin, síggja hetta. Hann sat spentur uppi á herðun- um hjá mær, meðan spæl- ararnir komu út á balkon- ina, og eg haldi hetta var stuttligt hjá honum, sigur Søren. Um orsøkina til, at hann hevur navnið hjá Toda prentað á bakinum, sigur Søren, at tað sjálvsagt kemst av, at Todi er tann spælarin, sum honum dámar best. - Hann er ein fullkomin spælari, og sá dámar mær eisini væl hansara persón- ligheit. Hann bæði skorar og spælir fyri liðið, og tað er so avgjørt nakað, sum mær dámar, sigur Søren Nielsen at enda. Todi-fan FCK vóru gestir hjá býráðnum í Keyp- mannahavn mána- dagin, og eftir hetta fingu viðhaldsfólkini eisini høvi at takka liðnum DM-GULL Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen - Keypmannahavn Mánadagin sluppu leikarar- nir hjá FCK at hugja sær eitt sindur meira, enn teir vanliga gera. Vanliga morg- unvenjingin, sum plagar at vera kl. 10.00 var avlýst, og ístaðin høvdu leikararnir lætta venjing kl. 15.00. Eftir hesa varð so farið inn á Ráðhúsplássið, har borgarstjórin hevði opnað dyrnar, og meðan fjøl- miðlarnir skrivaðu vøkru orðini niður, hugleiddi Kramer um liðið, sum nú endiliga aftur er meistari. Eftir hetta tók Flemming Østergaard orðið, og takk- aði fyri stóra heiðurin, sum teimum varð sýndur, og eftir hetta var so klárt til at takka viðhaldsfólkunum hjá FCK, sum vóru á staðnum. Rópini Akkurát hvussu nógv er ilt at siga, men talan var í øllum førum um nøkur túsund fólk, sum vóru komin saman framman fyri Ráðhúsið, og fagnaðurin mundi ongan enda tikið, tá leikararnir so trinu fram á balkonina. Rópini dundu til leikarar- nar, og tá hesir so hvørt fóru inn aftur í Ráðhúsið, fóru áskoðararnir undir at rópa nøvnini. Ein fyri og annar eftir vórðu teir so noyddir at koma út aftur, har teir standandi kundu taka ímóti rópunum. Todi Jónsson var sjálv- andi eisini ein partur av hesum, men satt at siga, so tóktist hann ikki at trívast so væl í øllum hesum roka- num,. Kundi heldur bara hugsað sær at sitið í frið heima í stovuni, var líkt til. Hetta er tó luturin, tá spælt verður við einum stórfelagið. Ikki minst tá spælið hevur gingið væl, soleiðis sum tað hevur gjørt í ár. FCK á Ráðhúsplássinum Eingin orsøk er til at vága nakað undan seinasta dystinum, og tí hevur Todi nú fingið summarfrí FRÍTÍÐ Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen – Keypmannahavn Í dag, mikudagin, endar danska kappingin, og hjá meistarunum úr FCK gongur leiðin til Odense, har heiðursmerkini verða handað eftir dystin móti OB. Á vøllinum má liðið tó enn eina ferð verða Toda Jónsson fyri uttan. Todi hevuir seinastu tíðina drig- ist við ein minni skaða í lærinum, og undan stór- dystinum móti Brøndby, varð nógv gjørt, til tess at fáa hann til reiðar at spæla. Alt hetta stríðið var tó til fánýtis. Todi varð ikki tøkur til dystni móti Brøndby. Liðfelagarnir stóðu seg tó væl uttan Toda, og sum kunnugt varð úrslitið, at FCK tryggjaði sær gullið sunnudagin. Hetta hevur eisini viðført, at Todi longu nú fer í summarfrí. Hann heldur ikki, at nøkur orsøk er til at vága nakað sum helst við lærinum, og iva- leyst er tað eisini skilagott, at hann soleiðis fær nakrar eyka frídagar. Todi hevur frí Jákup Mikkelsen sigur við danska Ekstra-Blaðið, at um hann fær sáttmála við nakað lið, verður hann verðandi í Danmark kom- andi trý árini. Tað hevur annars leingi ljóðað, at familijan ætlaði at flyta heim, men nú er konan farin undir nýggja útbúgv- ing, og tí verður húskið bú- sitandi í Danmark komandi trý árini. Blaðið veit ikki at siga, hvørjum felag Jákup skal spæla við, men sjálvur sigur landsliðsmálverjin, at tað so ikki verður Herfølge. jm Jákup verður í Danmark C M Y K 22